Jóannes Eidesgaard, løgmaður
Føroyar eru í broytingartíð, og skulu vit fóta okkum sum tjóð og hava støðugan búskaparvøkstur, so er ógvuliga umráðandi at skapa dynamikk í vinnuni. Er málið at veita hvørjum einstøkum borgara størri vælferð, soleiðis sum ætlanin er við Visjón 2015, so má búskapurin eisini vaksa, so at hann kann fíggja hesa vælferð.
Tí er at fegnast um, at kapping er íkomin um arbeiðsmegina, og tað er somuleiðis at fegnast um, at kappingin um tað vælútbúna fólkið er farin at vaksa.
Vanlig hugsan hevur verið, at vælútbúnir føroyingar, ið heim aftur koma, fáa oftari starv hjá tí almenna enn í vinnuni, av tí at vinnan hevur valt praktiskar lívsroyndir fram um bøkur og teori. Soleiðis er ikki longur, tí alt fleiri privatar fyritøkur síggja fyrimun í at kjósa sær vælútbúgvið fólk at brynja seg til kappingina, antin hon er føroysk ella útlendsk. Tað er ikki longur ein spurningur um at hava ráð ella hug at seta vælútbúgvið fólk í starv, tí nú eru ikki ráð at lata vera. Fólk við fakligari barlast er ein neyðug íløga og fyritreyt fyri vøkstri og nýmenning.
Nýggjar føroyskar útflutningsvinnur hava stungið seg upp seinastu árini eitt nú fíggingarvinna, kunningartøkni og telesamskifti. Hesar vinnur vinna land á útlendskum marknaðum, og slíkum vinnum í altjóða kapping tørvar góða tøkni og evnarík fólk. Tá eru tær við til at eggja okkara vælútbúna fólki at koma heim aftur, so at tað kann vera við til at skapa eitt samfelag, ið byggir á vitanarbúskap.
Tolsemi er fyritreyt
Tøkni, Talent og Tolsemi. Hetta eru tey trý Tini, sum ein væleydnaður vitanarbúskapur byggir á sambært viðurkenda amerikanska rithøvundinum, Richard Florida. Tøkniliga eru vit rímiliga væl við, og kappingin um talentini tey vælútbúnu fólkini gerst alsamt størri.
Men tøkni og talent eru ikki nóg mikið. Tolsemi fullfíggjar tríhyrningin. Tí skulu vit byggja á vitanarbúskap, og skulu føroyskar fyritøkur standa seg í altjóða kapping, so at samfelag okkara veksur í altjóðagerðini, so mega vit hava tol fyri hvør øðrum.
Vit mega sýna tolsemi og loyva fjølbroytni, skapanargávum, tonkum og verumátum, ið vit ikki eru von við. Vit mega geva skapandi fólki hug at liva og byggja sína tilveru heima hjá okkum. Eggja teimum til at skapa og virka í Føroyum.
Tá víðka vit okkara talenttilfeingi og fáa fleiri kappingarfyrimunir. Tað er í ymiskleikanum, at nýskapanin sprettir og vit hugsa nýggjar tankar. Eru vit bert millum teirra, sum hugsa og hátta sær sum vit, so er vandi fyri, at vit køvast í egnari vanahugsan. Men at vera saman við menniskjum, ið hava øðrvísi bakgrund, samleika og mentan, fær okkum hinvegin at síggja nýggjar møguleikar í okkara egna heimi, og slíkt er alneyðugt í altjóðagerðini. Tí tann, sum skal stíga djarvt, skal hugsa djarvt.
Halta beinið
Hyggja vit at okkum sjálvum, mega vit viðurkenna, at tað haltar við tolseminum hjá fleiri okkara. Hetta halta beinið darvar okkum og ger, at vit mennast ikki so skjótt, sum vit annars kundu menniskjaliga eins væl og vinnuliga.
Ágangurin móti samkyndum vísir, hvussu lítið vit tola. Trýstið á littar fótbóltsleikarar sigur somu søgu. At so fáar kvinnur hava vald í Føroyum ber somuleiðis boð um okkara skerda hugsanarlag. Bert fyri at nevna nøkur dømi. Vit mega viðganga, at størsta forðing okkara fyri framburði yvirhøvur er okkara egna snævurskygni. Men til tess at køva hetta snævurskygni er neyðugt við lærdómi og íblástri uttanífrá. Vit mugu víðka sjónarring okkara.
Eitt tolsamt samfelag er eitt betri samfelag, og tað fær fleiri borgarar at trívast. Og sum við samfelagnum er eisini við fyritøkum. Tann fyritøka, sum hevur tol, eigur betri møguleikar at nýmenna seg, og hon gerst kappingarførari og áhugaverdari at arbeiða fyri. Og hetta stuðlar aftur upp undir búskap og samfelag okkara, so at vit kunnu varðveita og vaksa um ta vælferð, ið vit øll hava sett okkum sum skjaldarmerki.
Soleiðis byggja vit land.










