Vit mugu koma leysasøgunum til lívs

Enn ein ferðsluvanlukka hevur kravt eitt mannalív. Enn eitt kjak er komið upp, og fólk eru ójøvn á máli um, hvørs tað er rætt at gera so nógv burturúr. Leysasøgur koma fram og mangt annað. Alt hetta, heldur leiðarin, kann sleppast undan, um ein ferðsluskaðanevnd fer inn og kannar eina vanlukku og kemur við einari niðurstøðu

Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd hevur longi tosað um at fáa eina ferðsluskaðanevnd setta í Føroyum, sum fær til uppgávu at kanna ferðsluvanlukkur, staðfesta ábyrgd og hvat er hent. Og ikki minst at arbeiða víðari við teimum upplýsningum fyri at gerast klókari og síðani at koma við tilmælum til, hvat kann gerast fyri at minka um vanlukkuvandan.
Hetta verður alt meiri vanligt í grannalondum okkara. Í Danmark kom Havarikommissionen for vejtrafikulykker í 2001, og arbeiðir hendan nevndin stútt við at kanna ferðsluvanlukkutema á vegunum í Danmark.
Ein tílík nevnd hevði kunnað gjørt eitt stórt arbeiði fyri at minka um vandarnar við vanlukkum á føroysku vegunum, er leiðarin á Ferðslutrygd sannførdur um.

Staðfesting
Í kjalarvørrinum av hvørjari ferðsluvanlukku, sum annaðhvørt krevur mannalív ella ger, at fólk koma álvarsliga til skaða, kemur eitt kjak fram, sum tíverri ofta vísir seg bert at vera eitt upplop í nakrar dagar. Í øllum slíkum koma eisini nógvar leysasøgur, og tað er helst tí, at landið er so lítið, at tosið fer skjótt runt.
Hvussu er og ikki, hvør tann einasta vanlukka skapar kjak av ymsum slagi. Og nógv av hesum kjakinum gongur fyri seg í fjølmiðlunum.
Kanningar verða gjørdar av vanlukkunum fyri at staðfesta orsøk og annað. Men hóast tað, so eru tað altíð nógvar gitingar, sum uttan iva hava við sær, at nógvar leysasøgur fara at ganga.
Ferðsluskaðanevndin hevði kunnað avlívað nógvar av leysasøgunum, sum ofta fara runt eftir vanlukkur.
? Nevndin fer inn og sigur, hvat hendi. Stutt sagt kann sigast, at hon leggur seg ikki eftir at staðfesta skuld ella nakað tílíkt. Hon kannar vanlukkuna og kemur við eini frágreiðing um, hvat fór fram, og hvat kann gerast fyri at sleppast kann undan eini vanlukku aftur, greiðir Jón frá.

Evni
Tað ber ikki so væl til at arbeiða við ávísum evnum inna ferðsluvanlukkur í Føroyum, tí talið á vanlukkum - um enn tað samanborið við onnur lond er høgt í forhold til fólkatalið - er lágt. Men Jón heldur, at um til dømis tíggju tær mest álvarsomu vanlukkurnar seinastu sjey árini til dømis verða kannaðar, so hevði tað kunnað borið til at funnið eitt evni ella fleiri innanfyri tær, sum kundu verðið lýst í einari frágreiðing ella fleiri frá nevndini.
Tað finnast heldur ikki nóg nógv hagtøl um ferðsluvanlukkur til at gera kanningar, heldur hann.
Hann tekur eina vanlukku fram, sum hendi fyri nøkrum árum síðani, har autoverjan var vandamikil á staðnum. Eftir hesa vanlukkuna varð gjørt av, at autoverjur skulu líka nøkur ávís krøv, har tær standa. Eisini eru aðrar - sum til dømis tá endurskin komu í miðjuna á Eysturoyartunlinum. Tað var eisini eftir eina vanlukku í tunlinum, sum kostaði eitt mannalív.

Null-hugsjónin
Ferðslutrygd samtykti álitið um Null-hugsjónina á ársfundi í fjør, og væntandi verður álitið lagt fram fyri løgtingið sum uppskot til samtyktar.
? Tá uppskotið er samtykt í tinginum, vóna vit, at ferðsluskaðanevndin fer at koma, sigur Jón Kragesteen, sum býtir gongdina upp í sløg. Fyrsta slagið var, at Ráðið fyri Ferðslutrygd samtykti uppskotið, síðani at fáa løgtingið at gera tað sama.
? Triðja stigið má so vera, at tað verður arbeitt strategiskt við, hvussu kunnu vit røkka Null-hugsjónini, og tað er nevniliga har, at ferðsluskaðanevndin kemur inn, sigur hann.
Um staðfestast skal, hvat er best at gera, mugu nøkur ting fáast á borðið um, hvat kann gerast fyri, at vit kunnu gerast klókari og hvat so framyvir, heldur Jón fram.
At enda sigur hann, at hann veit ikki, hvussu almenn ein frágreiðing frá eini ferðsluskaðanevnd skal vera.
? Sannleikin má og skal fram. Tað verður ikki lagt eftir fólki, men eg eri greiður yvir, at summir upplýsningar kunnu koma at svíða hjá summum. Men fyri at læra, so mugu upplýsingarnir koma fram, sigur Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd.