Føroyingar í størri vanda nú enn vanligt

Sólstrálusøgur eru ikki altíð góðar. Ozonlagið yvir Føroyum er serliga tunt í hesum døgum og tær vandamikli sólstrálurnar eru tískil sterkari enn vanligt og tí eru allar orsøkir til at ávara føroyingar ímóti at lata seg steikja í sólini

Hvør skuldi trúð tí, at tað kann vera neyðugt hjá føroyingum at rýma undan sólini.

Men tað er ikki eingang lygn!

Serliga beint nú eru allar orsøkir til at vísa stórt varsemi, tí mátingar vísa, at ozonlagið yvir Føroyum og restini av Norðanlondum er tynri enn vanligt, hesa árstíðina.

Og tá ið veðrið er so gott, sum tað er beint nú, eru tær vandamiklu UV-geislingarnar frá sólini munandi sterkari, enn vanligt.

- UV talið fyri Føroyar er áleið 6,2 á miðdegi í dag og tað er óvanliga høgt, staðfestir Paul Eriksen, serfrøðingur í UV geislingum á Danmarks Meteorologiske Institutt.

Hann sigur, at í slíkum veðrið, verða fólk sólskáldað upp á minni enn ein tíma.

Og tað er akkurát her, at vandin lúrur.

Tað er serliga um miðdagsleitið, at tað er neyðugt at ansa eftir, tí tá er sólin heitast.

Tí eru bestu ráðini at verða innandura í nakrar tímar á miðdegi.

Skalt tú endiliga verða úti á miðdegi, er tað avgjørt ráðiligt at vera í klæðum.

Men hann mælir eisini til at brúka sólkrem við høgum faktori og ikki at vera pírin, tá ið tað verður smurt upp á.


Skáldast í ongari sól

Paul Eiriksen sigur, at tað ber eisini væl til at verða sólskáldaður, hóast ongin sól er.

- Tað er ikki neyðugt at vera í beinleiðis sól fyri at skáldast. Tað er eisini vandi fyri at skálda seg, hóast tað skýggjar fyri sólini. Tað ber eisini væl til at skáldast undir eini sólskjóli.

- Orsøkin til tað er, at tað eru nógvar UV geislingar í vanligum himmalljósi, men so skal meiri til enn í beinleiðis sól.

Orsøkin til, at UV geislingarnar eru so sterkar nú, eru fleiri.

- Vit hava eitt hátrýst yvir alt norðuratlantshav, heilt úr Danmark norður til Íslands.

Tað ger, at ozonlagið er tynnri enn vanligt.

-.Vanliga gongdin er, at Ozonlagið er tjúkkast um várið og tynst um heystið. Men tað kann eisini broytast frá degi til dags, tí tað tynnist, tá ið vit hava hátrýst og tað verður tjúkri tá ið vit hava lágtrýst.

- Tíverri er tað ikki øvugt, leggur hann afturat.

Samstundis nærkast við hásumri, tí tað eru bara tvær vikur til longsta dag og sostatt stendur sólin so høgt á himni, sum hon kann og alt hetta tilsamans førir við sær, at UV geislingar eru serliga sterkar beint nú.


Ræðast og ikki ræðast

Tað er staðfest, at fólk, sum verða skáldað í sólini, eru í nógv størri vanda fyri at fáa húðkrabba seinni í lívinum.

Og tað er eisini staðfest, at talið á fólki við húðkrabba og móðurmerkjakrabba, er fleirfaldað seinastu árini.

Tí er tann heilt greiði boðskapurin er, at vit skulu ikki ræðast sólina, men vit skulu ræðast at verða skáldað.

Serstakliga týdningarmikið er tað, at verja børnini fyri sólini, so at tey ikki verða skáldað.

Paul Eriksen sigur, at tað eru ongar beinleiðis mátingar í Føroyum fyri UV geislingar.

- Men vit gera metingar fyri UV geislingar um allan heimin og eftir teimum modellunum ber til at fáa eina álítandi mynd av UV geislingunum, eisini í Føroyum.

Kortini heldur hann, at DMI átti at havt ítøkiligar mátingar fyri Føroyar eisini og tað ætlaði hann sær at arbeiða fyri.


Fáa húðkrabba av sól

Hagtøl yvir tilburðir av húðkrabbameini í Føroyum hesi seinastu tíggju árini geva eina greiða ábending um gongdina. Tilburðirnir eru næstan trýfaldaðir frá 1995 til 2005, frá 16 tilburðum í 1995 til 52 í 2005.

Føroyafelag ímóti Krabbameini upplýsir, at serliga hesi seinastu fimm árini eru tilburðirnir øktir í tali. Í 2001 vóru teir 20 í tali, árið eftir 32, í 2003 vóru 28 tilburðir, í 2004 vóru 41 og í 2005 vóru 52 tilburðir av húðkrabba í Føroyum.

Serliga tilburðirnir av móðurmerkjakrabbameini eru øktir í tali, úr 1 ella 2 um árið øll nítiárini til 10 í 2004 og 15 í 2005.

Móðurmerkjakrabbamein kann vera ógvuliga vandamikið.

Høvuðsorsøkin til hendan vøksturin er sólin og tað, at vit meiri og meiri tí í solarium.

Kelda: www.krabbamein.fo