Norðurlandamál
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í fyrilestri á 50 ára hátíðarhaldinum hjá Dansk Sprognævn fyrr í ár nýtti fyrrverandi íslendski forsetin Vígdis Finnbogadóttir høvið at hugleiða um, hvønn týdning tað hevur, at norðurlendingar røkja sítt móðurmál og felags málsliga mentanararvin, og hvussu hetta hevur ávirkað okkara málsligu førleikar.
Fremmandur vindur
Vígdis Finnbogadóttir fjaldi ikki yvir, at hon var errin av, hvussu væl tað er eydnast at varveita tað íslendska málið og mátan, hetta hevur styrkt íslendsku samleikakensluna.
- Eg eri ein av teimum, sum harmist um hvørt einasta orð, sum vit missa úr málinum og hvørt einasta mál, sum verður fátækari, og sum av teirri orsøk er í vanda, segði hon og vísti samstundis á, at málsligir førleikar snúgva seg ikki bara um at duga sítt egna móðurmál og at brúka tað í øllum høpi.
- Okkara lykil til heimin er sjálvandi eisini onnur mál. Men vit eru mong, sum stúra fyri, hvussu nógv verri enn fyrr vit skilja málini í okkara grannalondum, og sum sakna royndirnar at standa saman um tey norðurlendsku málini, segði Vígdis og legði afturat
- Nú blæsur ein fremmandur vindur inn ímillum okkara mentanir og sýgur máttin úr okkara vilja at stríðast fyri fatanini av okkara grannamálum. Hetta er sjálvandi ein heitur og í mangar mátar ein gagnligur vindur, ið er spennandi, sum sólin á suðurstrondum. Men duga vit at gagnnýta tær góðu síðurnar og skáka okkum undan teimum skaðiligu, spurdi Vígdis Finnbogadóttir
- Hvussu væl duga vit at handa vakra samlagið millum móðurmálið og sálina til komandi ættarlið, sum siga "Oh shit!", tá tey missa blýantin á gólvið og eru óvitandi um ta ovurhonds stóru ábyrgd, tey hava fingið, at bera mentanina og málið inn í framtíðina?
Føroyar á odda
Í hesum viðfangi vísti Vígdis Finnbogadóttir á eina kanning, sum eftir hennara tykki er eitt gott dømi um, hvørjar avleiðingar málpolitikkurin í teimum ymsu Norðurlondunum hevur havt. Kanningin vísir, hvussu góða fatan næmingar hava av norðurlandamálum og enskum. Ì báðum førum liggur Føroyar klárt á odda - í enskum saman við Finnlandi.
Vígdis Finnbogadóttir helt úrslitið vera sera tankavekjandi og spurdi, hvat føroyingar gera, sum onnur í Norðurlondum ikki gera?
- Kann tað hanga saman við, at føroyingar hava verið noyddir at stríðast fyri at varveita sítt móðurmál undir byrðuni av donskum málsligum harradømi í fortíðini? Við síðuna av sínum egna máli hava føroyingar altíð lært danskt og eru harvið mest sum vorðnir tvímæltir í føroyskum og donskum.
- Man tað vera so, at føroyingar við at røkja sítt egna mál umframt eitt mál, sum liggur tætt at, hava ment eina málsliga tilvitan, sum gagnar teimum, tá teir skulu læra eitt fremmandamál? Um so er, áttu danir at umhugsa, at lagt meir orku í at læra málini hjá grannunum, helt hon, bæði tí tað liggur eitt ávíst mentanarligt og málsligt virði í at kunna tosa við góðar grannar, og tí slík málslig tilvitan og ansni hevur so stóran týdning fyri at læra fremmand mál.
- Eg havi latið mær fortalt, at heldur enn at spyrja, hvat føroyingar gera øðrvísi, hevur úrslitið av hesum kanningum havt við sær, at føroyingar nú skulu byrja at læra enskt fyrr. Frá evsta mynduleika er nú skotið upp, at enn størri fokus verður sett á frálæru í - enskum! Í staðin fyri móðurmálsfrálæru. Og tosað verður als ikki um at styrkja frálæruna í grannamálunum.
- Eg ivist í, hvussu rætt hetta er. Tí tað er ikki vist, at hetta fer at geva ætlaða úrslitið, so tey ungu koma at duga enskt betri. Eftir øllum at døma eru tey fá, sum gáa eftir tí einfaldu sannroynd, at málsligir førleikar og evni at leita inn í onnur mál vaksa úr sjálvum móðurmálinum.
Sambært Vígdis Finnbogadóttir vilja tey ungu fegin átaka sær ábyrgdina at bera tann málsliga norðurlendska arvin víðari inn í alheimsgerðingina. Men tað krevur, at vit geva teimum hesa ábyrgd á ein hátt, so hon verður móttikin við gleði og ikki sum ein byrða.









