Formansval
Skal Kaj Leo Johannesen halda fram sum formaður í sambandsflokkinum.
Hetta er ein spurningur, sum flokkurin fer at viðgera í kjalarvørrinum á tí sera vánaliga fólkatingsvalinum týsdagin, har flokkurin gjørdust minstur av teimum fýra stóru flokkunum.
Í Útvarpinum mikudagin róði gamli oddamaður floksins, Edmund Joensen, uppundir, at flokkurin átti at viðgera leiðsluspurningin.
Eisini Johan Dahl, tingmaður sambandsfloksins úr Suðuroy, heldur, at tað eru viðurskifti í sambandsflokkinum, sum tað ikki slepst undan at endurskoða.
? Vit mugu seta okkum niður at greina, hví tað gekk so illa, sigur hann.
Tá ið vit spyrja hann, hvat hann meinar við ítøkiliga vísur hann til samrøðuna, sum Útvarpið hevði við Edmund Joensen á mikudagin.
? Har haldi eg, at tað varð sagt nokk so greitt, hvørji stig tað er neyðugt at taka.
Sostatt sipar hann eisini til tað, sum Edmund Joensen rør framundir, at tað verður neyðugt at endurskoða formansskapin í flokkinum.
? Vit mugu staðfesta, at vit hava ein trupulleika. Kanska er tað ein leiðslutrupulleiki. Kanska er tað uppleggini til valini, sum ikki eru nóg góð. Men teimum hevur leiðslan eisini høvuðsábyrgdina av. Tí eru alt hetta viðurskifti, sum tað verður neyðugt at endurskoða.
? Í øllum førum mugu vit staðfesta, tí tað er í Suðurstreymi, haðani leiðslan er, at valúrslitið ferð eftir ferð svíkur so dyggiliga og rennur flokkin um koll.
Er Kaj Leo Johannesen rætti formaðurin hjá sambandsflokkinum?
? Tað fari eg ikki at viðgera alment. Tað er ein viðgerð, sum hoyrir heima innanfloks. Men skulu vit brúka valúrslitið sum barometur, er tað ikki nóg gott. Men tað er ikki bara formaðurin, sum hevur skyldina. Og eitt er vist og tað er, at sambandsflokkurin tolir ikki fkeiri brestir av hesum slagnum.
Hava givið bakslag
Johan Dahl sigur, at tað er heilt avgerandi fyri flokkin, at undirtøkan í Suðurstreymoy verður bygd uppaftur. Tað er nógv størsta valdømi í landinum og er tí rættiliga avgerandi fyri, hvussu samlaða valúrslitið verður.
Hann her heilt sannførdur um, at tær avgerðir, sum eru tiknar í valfelagnum í Suðurstreymoy, hava givið bakslag.
Hann hugsar bæði um tað, sum oddafólk flokksins søgdu og skrivaðu, tá ið hann noydust úr landsstýrinum og hann hugsar eisini um tað, sum fór fram, tá ið Heðin Mortensen varð koyrdur, ella kroystur úr flokkinum.
? Eg haldi framvegis, at tað var eitt mistak, at koyra Heðin Mortensen úr flokkinum. Ein átala átti at verið nóg mikið, tí at koyra ein lim úr flokkinum, er eitt so stórt stig, at tað stendur als ikki mát við "brotsverkið" hjá Heðin Mortensen.
?Uppstillingin í Suðurstreymoy hevur verið vánalig og tað kann bara merka, at valevnini ikki vóru tey røttu. Eg ivist ikki í, at Heðin Mortensen hevði kunnað drigið nakrar atkvøður afturat til flokkin, sigur Johan Dahl.
? Tað er heilt skilligt, at rumblið, sum hevur verið í flokkinum, hevur skatt hann. Og tað er eisini ein sannroynd, at upprunin til rumblið, er tað valdømið, sum so dyggiliga tapti valið. Og tað er Suðurstreymoy og harvið allur flokkurin, revsaður fyri.
Annars ynskir Johan Dahl teimum valdu fólkatingsmonnunum, Anfinni Kallsberg og Høgna Hoydal hjartaliga tillukku við valinum og eina hepna hond við arbeiðnum og góðan arbeiðshug.
Neyðugt við støðufesti
Sostatt slepst ikki undan, at flokkurin fer at viðgera leiðsluspurningin, hóast Utvarpið mikukvøldið kundi boða frá, at valfelagið í Suðurstreymoy og í Eysturoy, sum eru tey størstu, stuðla formanninum,
Sjálvur hevur Kaj Leo Johannesen boðað frá, at hann hevur ongar ætlanir um at taka seg sefg aftur sum formann.
Hann vísir á, at tað er neyðugt við støðufesti í flokkinm og tað fæst ikki við at skifta formann annaðhvørt ár.
Hann heldur eisini, at hann eigur at fáa eitt rímiligt skotbrá at fáa flokkin á føtur aftur.
Higartil hevur hann sitið eitt ár og tað heldur hann er alt ov lítið.