Ì sambandi við at fyrsta árið hjá leiðsluni fyri Listasavn Føroya er lokið, boðaði stýrið og leiðsan á savninum til tíðindafund í morgun. Umframt eina frágreiðing um farnað árið vóru eisini nakrar av framtíðarætlanunum fyri savnið lagdar fram. Í sambandi við tað kjak, sum hevur verið um stovnin, stýri og leiðslu gjørdi stýrið greitt, at tey ikki meta seg hava nakra grundgeving fyri at gera broytingar í leiðsluni.
Listfrøðiligt fólk
Sum skilst, heldur verandi leiðari Helgi Fossadal tí fram sum leiðari av savninum saman við tveimum fólkum, sum søkt verður eftir í næstum.
Á fundinum í morgum gjørdi leiðslan greitt, at neyðugt er, at Listasavn Føroya hevur starvsfólk við fyrisitingarligum, list- og savnsfrøðiligum og námsfrøðiligum førleika.
Ásannandi, at tað í løtuni bert er fígging til 3 fulltíðarstørv á savninum, skulu tey, íð røkja størvini, verða før fyri at átaka sær ymsar uppgávur á savninum, eitt nú savnsarbeiði, at reka sølubúðina, at geva rundvísur í framsýningini, at dagføra heimasíðuna og at fáast við vanligar skrivstovuuppgávur.
Hóast leiðslan í næstum fer at søkja eftir fólki, ið eisini skal taka sær av listfrøðiligum uppgávum, tykist heldur ógreitt, hvørja útbúgving stýrið og leiðslan ímynda sær at viðkomandi skal hava. Á fundinum minti leiðslan á, at tað finnast mong ymisk sløg av listarligum útbúgvingum. Í staðin fyri at tosa um ein listfrøðing, brúkti leiðslan tí heitið listfrøðiligt fólk, sum framyvir skal átaka sær listarligu uppgávurnar á savninum.
Sum er verða listfrøðiligu uppgávurnar loystar av einum list- og savnsfrøðiligum ráðgeva, ið skal veita íblástur, vera ígongdsetari og tryggja støðið og menning á stovninum. Við framtíðini í huga, heldur leiðslan tað vera ein týðandi fyrimun at nýta listfrøðingar úr ymsum listaligum umhvørvum á savninum í skiftandi tíðarskeiðum til tess at skapa menning og fjølbroytni í virkseminum hjá savninum.
Konserveringsætlan
Annars greiddi stýrið frá, at hetta fyrsta árið í stóran mun nýtt til at fáa skil á framsýningarnar, savnsverkini, bygningin (inniluft og trygdarviðurskifti) og fyrisitingina.
Stórur partur av savnsverkunum eru í sera vánaligum standi, og tí er ein konserveringsætlan gjørd.
Hetta árið eru 25 høvuðsverk hjá Mikinesi konserverað á Fælleskonserveringini í Århus, so tey verða varðveitt fyri eftirtíðina. Mikinesverkini hava verið í so vánaligum standi, at ikki hevur verið ráðiligt at lænt tey út, fyrr enn tey eru konserverað.
Í sambandi við framsýningar, var uppgávan at fáa yvirlit yvir avtalur og at fremja tilrættislagdar verkætlanir, eitt nú Munch-framsýningina.
Munch-framsýningin var ein stór og møtimikil uppgáva, og freistin at lúka krøvini, ið Munch-savnið setti, var ógvuliga stutt og somuleiðis at søkja um stuðul til verkætlanina, áðrenn framsýningin kundi gerast veruleiki.
Grunnur til keyp av list
Í løtuni verður eisini arbeitt við at seta á stovn ein serstakan grunn undir Listasavninum til keyp av list. Fyri at fíggja henda grunn, er ætlanin at fáa til vega pening á hvørjum ári frá tí almenna. Áðrenn Listasavnið gjørdist sjálvsognarstovnur í 1989, var tað ein almennur stovnur undir Landsstýrinum, sum fekk eina árliga játtan á fíggjarlógini til at keypa føroyska list fyri. Hetta hevur verið bæði táverandi og núverandi Listasavninum til stórt gagn og føroysku listasøguni til frama. Stýrið metir, at ein slíkur grunnur er alneyðugur, skal tjóðarsavn føroyinga framhaldandi vera við í kappingini um at keypa føroyska nútíðarlist og megna at hava eina nágreiniliga og fullgjørda heildarmynd av føroysku listasøguni.
Útbygging
Tá ið Listasavnið varð útbygt í 1993, var nýtt framsýningarhøli gjørt. Tó vísti tað seg skjótt, at neyðugt varð eisini at brúka tey nýggju hølini til skiftandi framsýningar. Leiðslan á savninum vísir á, at tað er sera ringt fyri listaverk at verða handfarin ofta, og serliga eru tað verkini eftir Mikines, sum eru viðbrekin.
Framsýningarhølið, sum er ætlað til skiftandi framsýningar, er ikki nøktandi, og er alt ov lítið og illa hóskandi til tær margfaldu framsýningar, ið tørvur er á í einum nýmótans savni, eitt nú video-rúm til installatiónir, grafikk o.a..
Fyri at betra og økja um framsýningar- og goymsluhølini, er kanningararbeiði farið í gongd, hvørjir útbyggingarmøguleikar eru, og hvussu ein møgulig útbygging kann fremjast.