Áki Andreasen
????????????
Oddagrein í Dimmalætting 21. februar staðfestir, at ræðumyndirnar eru fremsta amboð hjá afturhaldinum, og Dimmalætting helst ikki er so óheft sum blaði vil verða við.
Lat meg gera greitt beinanvegin at mær dámar væl at vit í Føroyum hava møguleikan at kjakast og hava ymiska meiningar um ymiskt mál. Eins væl dámar mær tá vit hava møguleikan at vera ósamd.
Men tá Dimmalætting vil vera við at undirritaði ikki vil, at onnur úttala seg um samfelagsviðurskifti, so er tað at tilluta mær nakað sum eg takið frástøðu frá og als ikki takið undir við, so fingu vit tað spøkilsi av vegnum.
Tey náddu politisku málini!
Oddagreinskrivarin metir tað vera burtur við, at vísa á nádd politisk mál, at tað er galið at vísa á, at nádd úrslit er partur av ávísum politikki, í oddagreinini stendur: "Men undarligt er tað at hoyra, tá politisk tilvitað fólk soleiðis taka sær rættin til ávís úrslit, sum eru nádd í politiskum høpi gjøgnum tíðina".
Álvaratos - er oddagreinskrivarin ein ársungi á politiska vøllinum og í samfelagskjaki annars?
Eru júst úrslit ikki ein partur av førda politikki?? - tað vil eg vóna, tí tann dag politikkur ikki hevur til endamáls at náa úrslitum, tá kann alt vera líkamikið.
Hinvegin so skilji eg á ein hátt greinskrivaran, tí hvat er politiska málið hjá Sambandsflokkinum?? At varðveita og helst økja sambandi við Danmark?? - at økja blokkin - kundi ljóða sum góður sambandspolitikkur - men er tað endamálið?? Nei, sambandspolitikkur er ikki lættur at lýsa í dag, tí veruleikin er tann, at kjarnan í politikki sambandsfloksins, er at avmarka føroyskt vald í egnum landi.
Uttanumtos og ræðumyndir
Tað er bæði veruleikafjart og fjákut, tá oddagreinin leggur upp til at tey sum ikki taka undir við einum frælsum Føroyum fáa munnkurv tá fullveldi gerst veruleiki, í oddagreinini stendur: "Hvat sleppa tey at gera í fullveldinum Føroyum? Hvat sleppa tey at úttala seg um?"
Tað er eitt sindur undrunarvert at slíkt skal vera partur av einari oddagrein - er kanska ikki vert at viðmerkja, men hatta er so langt frá veruleikanum at ilt er at taka greinskrivaran fyri fult. Mjørkaskrivingin um flóttafólk er ein sjúklig samanbering og undir alt lágmark.
Hatta er einki annað enn uttanumtos og ein reindyrkaðar ræðumyndir.
Royndin at spjaða fullveldisfólk liggur heldur ikki eftir, í oddagreinini stendur: "Vónandi umboðar skrivarin ikki muruna í øllum fullveldissinnaðum føroyingum". Mín meining er mín egna - so einfalt er tað; men hetta er so eyðkent - royndin at spjaða ella seta spurningin um "muran" er góð ella ring, og at bólka summi í bólkar ella "veingir".
Eitt ráð kundi verið at fingið meira tyngd í oddagreinirnar - tí støði er iva-samt í Dimmalætting 21. februar 2005.
Og so tað persónliga....
Oddagreinskrivarin hevur eisini ilt við ikki at koma inn á tað persónliga, í oddagreinini stendur: "..annað enn at hann er løntur skrivari hjá floksskrivstovuni".
Eg skrivaði eina grein, sum var ein viðmerking til eina grein hjá tinglimi Sambandsfloksins. Eg setti mítt kristna navn undir - greinin var mín persónliga meining, og einki við mítt skrivarastarv at gera. Hví nýtir oddagreinskrivarin ikki mítt navn? - tá viðkomandi kortini dregur mítt starv inn í greinina....
Tá grundgevingarnar eru burtur í vón og viti - so skal tað onkursvegna dragast ein flokspolitiskur tráður ígjøgnum alla greinina - tí tá er málið helst nátt.
Vóni at Sambandsflokkurin og Dimmalætting í framtíðini gera sær størri ómak at grundgeva fyri sínum politikki, og ikki framhaldandi nýta ræðumyndir og pástandir um munnkurv og persónligar avmarkingar, við rasistiskum undirtónum og skammiligum samanberingum við flóttafólk; við eittans endamálið at ræða føroyingar at stýra í egnum landi.