Ikki færri enn 67,5 prosent av teimum gott 3.000 fólkunum, sum høvdu valrætt til eldraráðið tóku av møguleikanum, og tað fegnast forkvinnan í sosialu nevnd hjá býráðnum, Katrin Dahl Jakobsen, um. Tað er býráðið sjálvt, ið hevur tikið stig til at fáa eitt eldraráð, og Katrin Dahl Jakobsen er ovfarin av góðu undirtøkuni.
- Eg haldi, at góða valluttøkan prógvar okkara hugsan um, at eldri fólk eru virkin, sigur forkvinnan í sosialu nevnd.
Nýggja eldraráðið hittist íMiðlahúsinum
Tey fimm, sum blivu vald inn í fyrsta eldraráðið í Tórshavnar Kommunu, hittust fyri fyrstu ferð eftir valið í Miðlahúsinum í Vágsbotni mikumorgunin, sum valið var endaliga avgreitt týsdag seinnapart.
Tað er breið semja millum limirnar í eldraráðnum, at ein av høvuðsorsøkunum, til at undirtøkan til eldraráðsvalið var so mikið góð, er tann, at býráðið gjørdi tað so einfalt at atkvøða, og tey rósa í hesum sambandi býráðið fyri eitt gott arbeiði.
Ein av teimum nýggju eldraráðslimunum, Súni Vinther, sigur seg vænta, at tey eldru nú fara at koma eitt sindur harðari fram í almenna kjakinum.
- Vit hava longu sæð tað í sambandi við okkurt kjak, sum hevur verið í løgtinginum, og eg vænti, at tey eldru nú fara at gerast meiri sjónlig og hoyrast betur, sigur Súni Vinther.
Vit kunnu seta krøv til kommununa
Tað er breið semja í eldraráðnum um, at ein tann fremsta uppgávan hjá teimum verður at fáa fjøldina av teimum eldri at savnast og at fáa inspiratión frá teimum.
- Eru vit aktiv saman við veljarunum, so er Tórshavnar Kommuna noydd til at lurta eftir okkum, sigur Elinborg Trónd Johansen, ein av nýggju limunum.
Ein annar av limunum, Jákup Lindenskov, heldur, at eldraráðið er í tí hepni støðu, at tað umboðar ein so mikið breiðan skara, at tað kann seta krøv til býráðið.
Ongin av teimum fimm eldraráðslimunum fór sjálvur og stillaði seg upp til eldraráðsvalið, og Poula Apol sigur, at hon segði ikki ja, fyrr enn tað var heitt á hana tríggjar ferðir.
- Tað liggur ikki til føroyingar at stilla upp sjálvir, men vit eiga at taka tað sum eitt herðaklapp, at tað verður heitt á okkum at stilla upp, sigur Elinborg Trónd Johansen.
Eisini heldur Súni Vinther, at úrslitið av eldraráðsvalinum er ómetaliga demokratiskt.
- Tað eru vald tríggjar kvinnur og tveir mans í ráðið, og tað svarar rættuliga væl til kynsbýtið í hesum aldursbólkinum, heldur Súni Vinther.
Eldraíbúðir, bussleiðin og pensíon
Spurd hvørji liggja fremst í huganum, nú nýggja eldraráðið skal fara til verka, siga limirnir millum annað.
- Okkara allarfyrsta uppgáva verður at finna út av, hvussu vit skulu virka, og hvar vit skulu halda til, siga eldraráðslimirnir.
Men limirnir hava fleiri mál í huga, sum tey halda, at stórur tørvur er at fáa viðgjørt sum skjótast. Eitt er spurningurin um eldraíbúðir í høvuðsstaðnum, sum tey halda, at stórur tørvur er á. Eisini halda tey, at tað als ikki er nøktandi, at bussleiðin gevst við at koyra klokkan fimm seinnapartin í vikuskiftinum. Ein annar spurningur er pensiónin, sum tey eru samd um, er alt ov lítil, um borgarin ikki hevur eina eftirløn ella líknandi afturat fólkapensiónini.
Katrin Dahl Jakobsen, forkvinna í sosialu nevnd, var eisini við til løtuna í Miðlahúsinum, og hon sigur, at tað eisini hevur týdning, at ráðið sum skjótast fær innlit í, hvussu umsitingin hjá býráðnum virkar, og hvørjar nevndir arbeiða við hvørjum málum.
- Tað er eingin ivi um, at ráðið fer at fáa mál til viðgerðar úr fleiri ymiskum nevndum, og tí er umráðandi, at ráðið kennir tær ymsu nevndirnar, sigur Katrin Dahl Jakobsen.
Enn hevur eldraráðið ikki skipa seg, men tað verður gjørt á fyrsta almenna fundinum, sum væntandi verður í næstum.