Í hesum døgum kann bilasølan Reyni Service í Havn hátíðarhalda 50 ára føðingardag. Tað var Sigird av Reyni, sum í 1947 fekk umboð fyri Morris bilar í Føroyum. Hann hevði verkstað í Sigmundargøtu úti í [...] ikki vera so skilagott, at eg skuldi fara í læru í okkara egna umhvørvi, og fór eg tí í læru hjá Frits Jensen, sum fyrst í 60?unum byrjaði fyri seg sjálvan í Gundadali, har hann eisini seldi Fiatbilar [...] 1947. Men at keypa bil í dag í mun til fyrr er ikki tað sama. Tá kundi tú ofta bíða í einar fýra mánaðir, áðrenn tú fekst bilin, men soleiðis er ikki í dag, sigur Eivind av Reyni. ? Í dag hava vit javnan
rðini í Noregi og hann sigur, at aftaná hesa ferðini følir hann seg nógv betri til passar skuldi oljuvinnan tikið seg upp í Føroyum, tí í Noregi vóru nógv spøkilsi, og nógvar ræðumyndir, manað í jørðina [...] føroyska samfelagið so upp, at vit kollrenna okkum aftur, akkurát sum í áttatiárunum. Tað eru nógvir politikarar í Føroyum, sum taka tað í størsta álvara. Men tað eru eisini nakrir, sum gera alt fyri politiskan [...] vegin runt Á Noregsferðini vóru politikararnir úr Føroyum allan vegin runt í oljuvinnuni, báði á landi og á sjógvi. M.a. voru teir á oljudirektoratinum í Stavangri og teir vóru á boripallum til havs. Eru
ni eisini, sigur hon. Løgtinsumboðini vitjaðu eisini ríkisgrannskoðanina í Íslandi. Bjarni Djurholm vísir á, at vit í Føroyum í næstum skulu hava nýggja lóg um løgtingsgrannskoðanina, og at tað tí var [...] løgtingsmenn fáa, og so starvast eisni feliri fólk í AlÞinginum, enn í løgtinginum. ? Meðan tað starvast færri enn 10 fólk í løgtinginum, so er talið 85 í AlÞinginum, sigur Bjarni Djurholm. [...] ? Tað var ein sera áhugaverd vitjan í Íslandi í seinastu viku, siga bæði Bjarni Djurholm og Marita Petersen, sum saman við Signari á Brúnni vitjaðu í Íslandi saman við Sjúrða Rasmussen, fulltrúa og Súsonnu
onnur søga, sum tey í B36 vóna, verður øðrvísi við í næsta kappingarári. B68 fekk í síðstu viku avtalu í lag við Petur Simonsen, sum seinastu tvey árini hevur vant bygdarmenninar í ÍF. Toftamenn hava ikki [...] venjari í HB í 1996 og helvtina av 1997, tá hann fór frá. Tá B68 sendi sín jugoslaviska venjara til hús, tók Johan Nielsen yvir har. HB er í ár farið uttanlands eftir venjara. Hetta er fyrsta ferðin í nógv [...] sum HB royndi seg ímóti í Europa-Cup. Í seinasta kappingarári gavst Johan Nielsen mitt í kappingini, og Oddbjørn Joensen tók yvir restina av árinum. Tað gjørdist til silvur, men í HB fjala teir ikki út yvir
Djurhuus, stjóri í Føroya Shell. Tá olja og allir oljuúrdráttirnir verða taldir við, telur besinsølan bara umleið 6% av allari søluni. Fyri tað um eitt oljufelag aftrat fer at selja bensin í Føroyum, væntar Hjarnar [...] vælkomnir á bensinmarknaðin, sigur hann. Seinastu árini hevur orkunýtslan í Føroyum verið nøkulunda støðug, men hon er minkað nógv í mun til fyri t.d. 10-15 árum síðan. Minkaða nýtslan hjá sethúsunum kemur [...] nøkrum árum síðan royndi Oljufelag Føroya, sum tað æt tá, seg við at selja bensin á Tvøroyri. Tað vardi í fleiri ár, men Hjarnar minnist einki til, at tað ávirkaði bensinprísin. Haraftrat er tað ikki bara sum
ferðir hevur verið í Føroyum. Á samkomu fríggjadagin fingu seks føroyingar ávikavist heiðursmedaljur og heiðursbrøv frá ráðharranum afturfyri tað, sum tey á ymiskan hátt hava avrikað í samstarvinum millum [...] Føroya løgmaður í 1977 tók upp fiskivinnusamráðingarnar millum Føroyar og táverandi Sovjetsamveldið. Jákup Hansen fekk medaljuna fyri tað stóra arbeiðið, hann hevur gjørt fyri russar í Føroyum, tá teir vóru [...] Kjartan Hoydal, sum var fiskivinnustjóri og í áravís var við í øllum samráðingunum millum Føroyar og Sovjetsamveldið, Bozena Rasmussen, sum hevur verið russiskur tolkur í fleiri ár, Julianna Klett, sum á ymsan
spennandi hjá áhoyrarunum í Norðurlandahúsinum sunnudagin, mundi vera frumframførslan av verkinum ?Showery Weather? hjá Paula í Sandagerði. Pauli, sum er føddur í 1955, hevur í nógv ár gjørt vart við seg [...] eisini geva komponistinum rætt í. Ælaveður, sum verkið eisini verður nevnt, er rættiliga melodiøst og yndisligt, eins og tað harðbalna eisini slapp upp í part - í Føroyum kann veðrið jú sum kunnugt vera [...] er ættaður úr Bulgaria og hevur klassiska konservatoriumútbúgving, býr í Føroyum og er lærari í Tórshavnar Musikkskúla. Frá Paula í Sandagerði varð farið til tann gamla kenningin, Ludwig van Beethoven.
skulu royna seg Í samrøðuni við Poul Jákup Thomsen, nevndarformann í Symfoniorkestrinum, greiddi hann frá, hvussu vanligt tað er, at børn spæla tónleik í Føroyum. Ein rúgva av børnum byrja í musikk- ella [...] ella kvøldskúlum at spæla á okkurt ljóðføri, men í mun til onnur lond gera vit í Føroyum ikki so nógv burturúr at koyra á teir serliga evnaríku ungu tónleikararnar. Teir verða ikki pískaðir fram, soleiðis [...] spæla upp á eitt ljóðføri. At sleppa upp í part á Musikkskúlanum tá, var líka ringt, sum tað er nú - bara eitt pláss sum violinleikari var eftir. Gúðny tók av, og er í dag bara glað um, at tað bleiv, sum tað
tónleikarar í Føroyum. Um tú ætlar tær at liva av at spæla, mást tú rýma til onnur lond. Hetta er ikki ein støða, tit í Føroyum skulu góðtaka, men Trory skilir væl, at grundarlag ikki er í einum so lítlum [...] áfram í síni yrkisleið í tónleikaverðini. Hann vildi heldur stjórna orkestrum enn at spæla við sjálvur, so hann avgjørdi at fara á skúla at læra. Hann seldi violinina fyri at fáa ráð, og fór síðan í skúla [...] skúla - fyrst í Onglandi og síðan til St. Pætursborg í Russlandi. Útbúgvingin er júst av, og nú er hann altráur eftir at sleppa at royna seg. Fyrsta konsertin í vesturheiminum Umboðsmaðurin hjá Trory fann
fiskurin skal avreiðast og bjóðast út í Føroyum, skal standa í kunngerðini, at hann skal handlast í Føroyum. Tað vil so siga, at hann skal seljast og keypast her. Men so er aftur ein nýggjur spurningur á lofti [...] áðrenn hon at kalla er komin í gildi. Fleiri skjøl at útfylla og meira eftirlit við tí, sum útflutt verður, er í øllum førum ein avleiðing av kunngerðini, sum kemur í gildi í vikuni. Tað fer eisini at verða [...] út og seljast í Føroyum. Og tað er ikki givið, at allir altíð hava pengar tøkar, tá ein heil hýsulast er á marknaðinum. Tískil fer tað at henda, at neyðugt verður at selja hýsu í Føroyum fyri minni prís