Seldi violinina fyri at sleppa at stjórna

Til heystkonsertina í ár hjá Føroya Symfoniorkesturi stjórnaði bretin Robert Trory. Hóast hann er ættaður úr Onglandi, kennir hann seg meira sum ein russiskan dirigent. Sína útbúgving sum orkesturleiðari hevur hann fingið í St. Pætursborg í Russlandi

Robert Trory er maðurin, sum stjórnaði Symfoniorkestrinum sunnudagin. Sosialurin fekk eitt prát við hann.

Robert byrjaði at spæla violin sum fimm ára gamal, men hann skifti seinni yvir til selloina. Tað var tó hvørki sum tónleikari ella komponistur, at Robert helt áfram í síni yrkisleið í tónleikaverðini.

Hann vildi heldur stjórna orkestrum enn at spæla við sjálvur, so hann avgjørdi at fara á skúla at læra. Hann seldi violinina fyri at fáa ráð, og fór síðan í skúla - fyrst í Onglandi og síðan til St. Pætursborg í Russlandi. Útbúgvingin er júst av, og nú er hann altráur eftir at sleppa at royna seg.


Fyrsta konsertin í vesturheiminum

Umboðsmaðurin hjá Trory fann Føroya Symfoniorkestur í einum altjóða yvirliti, og Robert Trory helt tað vera so serstakt og spennandi, at eitt so lítið land sum Føroyar hevði eitt symfoniorkestur, at hann beinanvegin sendi ein fyrispurning. Tað ræður um at koma í gongd beinanvegin eftir útbúgvingina fyri at skapa sær eitt navn og umdømi, um tú skal gera teg galdandi, greiddi Trory frá. Av tí sama kravdi Trory ikki so nógv í løn afturfyri, sum Symfoniorkestrið annars kundi væntað sær at skula gjalda fyri ein vælútbúnan útlendskan dirigent.


Dámar væl Føroyar

Hann visti ikki rættiliga, hvat hann kundi vænta sær, tá ið hann játtaði at koma higar, men hann var væl nøgdur, nú Sosialurin hitti hann aftaná endaligu venjingina leygardagin. Tað var spennandi at lenda í mjørkanum millum fjøll og regn og síggja alt tykkara vakra land, segði Robert Trory. Hann læt eisini væl at, tá ið vit spurdu hann um tónleikararnar í orkestrinum. Tað er ikki lætt at fáa alt samanspælt í eina eind, tá so stórur munur er á leikarunum; her er alt frá ungum amatørum til royndar yrkisleikarar, men hóast hetta heldur Trory, at tað hevur hilnast væl.

Tað er sera týðiligt, at umstøður ikki eru til tónleikarar í Føroyum. Um tú ætlar tær at liva av at spæla, mást tú rýma til onnur lond. Hetta er ikki ein støða, tit í Føroyum skulu góðtaka, men Trory skilir væl, at grundarlag ikki er í einum so lítlum landi fyri at uppihalda einum liði av yrkistónleikarum. Hann vónar, at tað einaferð møguliga hjálpt av komandi oljupengum føroyinga, leggur hann smírandi aftrat - fer at bera til at skapa umstøður fyri einum størri yrkistónleikalívi.