Tað byrjaði alt, tá ið hon var sjey ára gomul og bað pápa sín um at loyva sær at spæla upp á eitt ljóðføri. At sleppa upp í part á Musikkskúlanum tá, var líka ringt, sum tað er nú - bara eitt pláss sum violinleikari var eftir. Gúðny tók av, og er í dag bara glað um, at tað bleiv, sum tað bleiv.
Tey ungu skulu royna seg
Í samrøðuni við Poul Jákup Thomsen, nevndarformann í Symfoniorkestrinum, greiddi hann frá, hvussu vanligt tað er, at børn spæla tónleik í Føroyum. Ein rúgva av børnum byrja í musikk- ella kvøldskúlum at spæla á okkurt ljóðføri, men í mun til onnur lond gera vit í Føroyum ikki so nógv burturúr at koyra á teir serliga evnaríku ungu tónleikararnar. Teir verða ikki pískaðir fram, soleiðis sum vit kenna tað aðrastaðni, segði hann.
Tað er sjálvandi gott, at vit ikki leggja trýst á blaðung fólk, men vansin er, at vit ikki klára at menna støðið og skapa eina elitu av ungum spælarum. Í staðin vil Symfoniorkestrið gjarna eggja ungum tónleikarum sum Gúðny til at halda á fram at venja og menna seg við at bjóða teimum at spæla við.
Nógv venjing
Gúðny venur tvær ferðir um vikuna hjá Sámali Petersen, lærara á Musikkskúlanum. Harumframt venur hon umleið ein tíma um dagin sjálv. Hon heldur ikki, at hon nakrantíð hevur kent seg undir beinleiðis trýsti. Hon er ongantíð noydd at spæla - hvørki av lærara ella nøkrum øðrum, men av og á kann tað vera eitt sindur strævið at venja so nógv, tí hon skal eisini hava tíð til skúlan, hondbóltin og seg sjálva.
Dámar væl
Tað er spennandi at vera við. Nógv av tónleikinum er torførur at spæla, men eg læri nógv, sigur tann fryntliga unga gentan úr Havn. Henni dámar væl at spæla nýggj føroysk verk. Hon hevur fyrr spælt verk hjá Kára Bæk og Bjarna Restorff. ?Ælaveður? hjá Paula í Sandagerði, sum Symfoniorkestrið hevur bílagt hesaferð, heldur hon vera sera gott Men tað er ikki altíð líka lætt at fylgja við og telja, tá ið taktir og hugløg skifta í heilum.
Paula kennir hon frammanundan úr Eysturskúlanum. Har hevur hann eitt lítið orkestur og kór við skúlanæmingum, sum spæla og framføra av og á - m.a. á 60 ára haldinum hjá Steinbirni B. Jacobsen herfyri; og Gúðny spælir sjálvandi við.
Fyri framman?
Gúðny ætlar sær at halda á fram við at spæla og kundi hugsað sær møguliga at farið á Konservatoriið ella okkurt annað við tónleiki einaferð. Men hon er ung og lívstreyst og vil ikki avgera nakað enn.