Hóast hildið varð, at kunngerðing um fiskaútflutning var tøtt, eru longu uppdagað hol, sum ein snildur útflytari kann brúka til egnan fyrimun. Tí fer Landsstýrið at broyta kunngerðina, longu áðrenn hon at kalla er komin í gildi.
Fleiri skjøl at útfylla og meira eftirlit við tí, sum útflutt verður, er í øllum førum ein avleiðing av kunngerðini, sum kemur í gildi í vikuni.
Tað fer eisini at verða truplari hjá smáum bátum, sum hava lagt upp beinleiðis til útflutning, at sleppa av við sína veiðu, heldur útflytari, Sosialurin hevur verið í samband við.
Og tað er eisini meiningin við kunngerðini, at tað skal verða so trupult, at fiskurin verður handlaður í Føroyum, soleiðis, at allir føroyskir keyparar fáa møguleikan at keypa hann.
Fleiri eftirlit
Nakað av hesum nýggja eftirlitinum, sum fer at fylgja við nýggju lógini, skal liggja hjá Fiskiveiðieftirlitinum, meðan nakað verður hjá Tolleftirlitinum.
Kjartan Dam Joensen, yvirtollari, sigur, at Tolleftirlitið frammanundan hevur nógv av útflutningseftirlitinum, og tí varð hildið rættast, at tað, sum kom afturat, varð lagt til teirra.
Men tað er Fiskiveiðieftirlitið, sum gevur útflutningsloyvini og útflýggjar tey oyðibløð, sum brúkast skulu. Og alt tað fysiska eftirlitið liggur hjá Fiskiveiðieftirlitinum.
Tá nýggja kunngerðin er komin í gildi, skal hvørt einasta kilog av fiski, sum útflutt verður óviðgjørt, fara um eina góðkenda innvigingarskipan. Og ikki nokk við tí. Tað skal eisini bjóðast út á almennari uppboðssølu, so eisini tey virki, sum vilja arbeiða fiskin í Føroyum, fáa møguleika at bjóða.
Fyrr hevur tað mangan verið soleiðis, at tá bátur hevur fingið túr, hevur reiðaríið keypt lastina, sum báturin so sjálvur er farin uttanlands við.
Hetta skal ikki bera til longur.
Nú skal Tolleftirlitið, saman við øðrum útflutningsskjølum, so sum upprunaváttan, eisini hava nágreiniligar vektarseðlar og váttan frá uppboðssølu um, at fiskurin hevur verið boðin út.
Og við vektarseðlar verður meint, at teir skulu vera endaligir, sigur Kjartan Dam Joensen, yvirtollari. Proformaseðlar verða ikki góðtiknir.
Fær Tolleftirlitið ikki hesi skjølini, tá biðið verður um útflutningsváttan, verður avgreiðslan avvíst beinanvegin, sigur Kjartan Dam Joensen, yvirtollari.
Verri fyri
Teir, sum flyta rundan fisk av landinum á útlendskan marknað, verða verri fyri. Um tað er eingin ivi.
Ein útflytari, Sosialurin hevur tosað við, sigur, at hann heldur hatta vera tápuligt at gera.
Tað ber ikki til at fáa endaligar vektarseðlar beinanvegin, sigur hann. Og tað fer so at gera, at mong sendingin fer at verða seinkað, meðan bíðað verður eftir pappíri.
Nú fer ikki at bera til hjá einum skipi at fáa nakað sum helst sent av landinum, hóast prísurin er verri í Føroyum, enn hann er í til dømis Skotlandi.
Fyrr var tað soleiðis, at skipið kundi biða útflytaran syrgja fyri, at fiskurin kom á marknað og so avrokna aftan á, at selt var.
Nú skal fiskurin bjóðast út og seljast í Føroyum. Og tað er ikki givið, at allir altíð hava pengar tøkar, tá ein heil hýsulast er á marknaðinum. Tískil fer tað at henda, at neyðugt verður at selja hýsu í Føroyum fyri minni prís, enn fáast kann uttanlands.
At tað ber til at fara niður við fiskinum sjálvur og selja 25% av heildarveiðuni í móti at missa fiskidagar, er eisini ein forðing, sum er so dýr, sigur útflytarin, vit hava tosað við, at tað í mongum førum ikki fer at verða gjørt, tí vandin fyri bummtúri hóast alt altíð er til staðar. Og at missa bæði prís og fiskidagar, fer eingin at váða.
Eisini eru fleiri smærri bátar, sum hava lagt upp beinleiðis til útflytaran. Tá hava teir bæði lagt upp og fingið ís á sama staði. Nú noyðast teir fyrst at fara við, ella senda fiskin til, uppboðssøluna og so koma aftur eftir ísi, tí hann fáa teir ikki á uppboðssøluni, sigur hesin útflytarin.
Skal gjalda eyka
Fiskaútflytarin væntar, at úrslitið av hesi kunngerðini kann gerast, at fleiri smábátar fá ein eykakostnað at dragast við, nú teir noyðast um uppboðssølu.
Á Fiskamarknaði Føroya á Toftum verður sagt, at har hava nógvir smáir bátar avreitt. Og teir skulu lúka somu treytir, sum aðrir.
Er tað soleiðis, at báturin heldur til aðrastaðni enn á Toftum, ber til at skipa fyri flutningi, ella báturin sjálvur syrgir fyri, at fiskurin verður sendur á uppboðssøluna. Tað vanliga hevur verið, at bátarnir sjálvir hava syrgt fyri, at fiskurin er komin á uppboðssøluna. So hendan kunngerðin skuldi ikki broytt nakað í so máta, vænta tey á Toftum.
Søluprovisiónin er 5%. Tað gjalda teir smáu bátarnir við teimum smáu nøgdunum eisini.
Á Fiskamarknaðinum verður roknað við, at brúk verður fyri meira fólki, nú alt skal bjóðast út um uppboðssølu. Tey hava longu hesa vikuna merkt, at meira hevur verið at gjørt. Serliga merkja tey, at nógv meiri útróðrarfiskur hevur verið á marknaðinum.
Um tað er orsakað av, at teir ikki longur sleppa at avreiða til teirra, sum flyta beinleiðis út, vita tey tó ikki.
Men hýsuprísurin, sum mangan hevur verið fýlst á, tí hann er so lágur í Føroyum í mun til útlendska marknaðin, hevur verið góður í seinastuni, verður sagt av Fiskamarknaðinum.
Útróðrarbátarnir hava fingið topprís fyri hýsu á Fiskamarknaði Føroya á Toftum.
Ivi um minstaprís
Ivi hevur tikið seg upp um, hvussu er, tá fiskur verður boðin út á uppboðssøluni fyri minstaprís.
Onkur er, sum heldur, at til ber at seta so høgan minstaprís, at eingin bjóðar. Tá so fiskurin hevur verið boðin út, kann boðið bara takast aftur, og skipið kann so fara utanlands við fiskinum, uttan at nakað hendir.
Fiskurin hevur jú verið boðin út í Føroyum eftir kunngerðini, sum komin er í gildi.
Men Landsstýrismaðurin í fiskimálum, John Petersen, er ikki heilt samdur, og hevur tí avgjørt at broyta kunngerðina, longu áðrenn hon at kalla er komin í gildi.
John Petersen sigur, at teir longu hava tosað um handan spurningin, og at hann fer at herða orðingina soleiðis, at í staðin fyri, at tað stendur, at fiskurin skal avreiðast og bjóðast út í Føroyum, skal standa í kunngerðini, at hann skal handlast í Føroyum.
Tað vil so siga, at hann skal seljast og keypast her.
Men so er aftur ein nýggjur spurningur á lofti.
»Hvussu nú, um reiðaríið so bara keypir og selur aftur uttanlands, sum altíð hevur verið gjørt?«
John Petersen sigur, at boðið skal vera realistiskt. Men um reiðaríið keypir fiskin fyri 12 krónur fyri kilog, og selur aftur í Skotlandi fyri 11 krónur, verður manningin avroknað av teimum 12 krónunum.
12 krónur var prísurin, handlað varð fyri í Føroyum, og hann er tann, sum galdandi er.
Eisini verður onkur smávegis broyting gjørd í orðingini um skiljing umborð, sigur Johan Petersen, landsstýrismaður.