? Tað var ein sera áhugaverd vitjan í Íslandi í seinastu viku, siga bæði Bjarni Djurholm og Marita Petersen, sum saman við Signari á Brúnni vitjaðu í Íslandi saman við Sjúrða Rasmussen, fulltrúa og Súsonnu Danielsen, stjóra á Løgtingsskrivstovuni.
Jógvan Ingvard Olsen, løgtingsformaður hevði forfall vegna sjúku. Bjarni Djurholm, Marita Petersen og Signar á Brúnni eru ávikavist 1., 2. og 3. næstformenn og saman við løgtingsformanninum manna tey formansskapin í løgtinginum.
AlÞingsmenn sera góðar umstøður
Mikudagin hittu løgtingsumboðini m. a. formann AlÞingsins, Ólav G. Einarsson. Stjórin í AlÞinginum, Fríðrik Ólafsson, greiddi frá um statsrættarligu støðuna hjá AlÞinginum og um, hvussu AlÞingið hevur eftirlit við stjórnini. Umboðini vitjaðu eisini á edv-deildini hjá AlÞinginum.
Hósmorgunin vórðu umboðini kunnað um arbeiðsumstøðurnar hjá alÞingsmonnunum, tey vitjaðu í altjóðadeildini hjá AlÞinginum og á Ríkisgrannskoðanini
? Endamálið við ferðini var í tveimum. Annað var at frætta um, hvussu tey í Íslandi skipa tingarbeiðið, og hvussu tey loysa tær praktisku uppgávurnar í tinginum. Hin parturin snúði seg um at finna út av, hvussu AlÞingsins umboðsmaður arbeiðir, sigur Bjarni Djurholm.
? Umboðsmannastovnurin í Íslandi er rættuliga nýggjur, sigur Marita Petersen. Hann hevur nú virkað í 10 ár, og var tað sera áhugavert at hoyra, hvussu stovnurin megnar sína uppgávu, og hvussu hann verður respekteraður.
Marita Petersen sigur, at tað tók eini tvey ár at venja íslendingar við stovnin, men at hann í dag verður respekteraður av øllum pørtum.
? Her tosaðu vit eisini um inhabilitet. Ísland er eisini eitt lítið samfelag, og tí var tað áhugavert at hoyra um tey viðurskiftini eisini, sigur hon.
Løgtinsumboðini vitjaðu eisini ríkisgrannskoðanina í Íslandi. Bjarni Djurholm vísir á, at vit í Føroyum í næstum skulu hava nýggja lóg um løgtingsgrannskoðanina, og at tað tí var sera áhugavert at tosa við fólkini á íslendsku ríkisgrannskoðanini.
Annars siga tey bæði, at tey vóru sera væl móttikin í íslandi. Ferðin var sera væl løgd til rættis.
Tingfólk sera góðar umstøður
Bjarni Djurholm sigur, at tað var sera stórur munur á, hvussu umstøðurnar hjá íslendsku tinglimunum eru í mun til umstøðurnar hjá føroysku løgtingsmonnunum.
? Hvør altingsmaður hevur sína egnu skrivstovu. Hann hevur møguleika fyri skrivarahjálp, løgfrøðingahjálp o. s. fr. Eisini hevur sína egnu teldu, fax og aðra nútímans útgerð, so sum Internetsamband og e-mail adressu.
? Tað ber eisini til hjá øllum altingsmonnunum at síggja øll uppskot og allar viðgerðir á einum databasa, sum teir skjótt og lætt kunnu leita í. Hetta heldur Bjarni Djurholm vera sera áhugavert - og so avgjørt nakað, sum formansskapurin eigur at arbeiða við, sigur hann.
Marita Pertersen sigur, at á telduøkinum er AlÞingið komu rættuliga nógv longur, enn eitt nú fólkatingið í Danmark.
? Tað er eisini nógv lættari hjá okkum at samanbera okkum við Ísland, sum í fólkatali »bert« er seks ferðir størri enn Føroyar.
Hon sigur eisini, at hóast AlÞingið hevur sínar formellu reglur at halda seg til, so eru tey ikki so hátíðarlig, og tískil ber til at gera ymiskt, sum ikki ber til aðrastaðni.
Sjónvarpið sendir
úr AlÞinginum
Klokkan 10 á morgni sendir íslendska sjónvarpið úr AlÞinginum. Hetta verður gjørt hvørja ferð fundur er. Í Føroyum hevur verið upp á tal, at sjónvarpið kann senda úr tinginum á sama hátt, og at hetta eins væl kann gerast, sum at sjónvarpið sendir royndarmyndina, hevur Tróndur Djurhuus fyrr sagt við Sosialin.
Marita Petersen upplýsir, at formansskapurin framvegis arbeiðir við hesi ætlan - sum ikki er slept enn.
Bæði Marita Petersen og Bjarni Djurholm eru sera væl nøgd við vitjanina. Tey halda seg hava fingið stak nógv at vita, sum tey kunnu brúka í Føroyum. Bæði halda eisini, at íslendsku viðurskiftini minna nógv meira um okkara viðurskifti, enn eitt nú viðurskiftini í Fólkatinginum, sum er so nógv størri enn løgtingið.
Men skal løgtinið skipast á sama hátt, sum AlÞingið, fer hetta sjálvandi at kosta fleiri pengar. Eitt nú fáa íslendsku tingmenninir meir løn, enn løgtingsmenn fáa, og so starvast eisni feliri fólk í AlÞinginum, enn í løgtinginum.
? Meðan tað starvast færri enn 10 fólk í løgtinginum, so er talið 85 í AlÞinginum, sigur Bjarni Djurholm.










