Øll 1. deildarfeløgini funnið sær venjara

Fótbóltur: Seks útlendskir og fýra føroyskir venjarar skulu næsta ár venja 1. deildarliðini í fótbólti

Fótbóltskappingin var langt frá av, tá fleiri feløg høvdu sett venjaran, sum skuldi taka sær av liðnum næsta kappingarár.

Og nú tríggjar vikur eru síðani seinasta leikumfar, hava øll feløgini, sum spæla í 1. deild hjá monnum næsta ár, funnið sær mannin, sum skal standa á odda fyri liðnum.

Gongdin er broytt munandi seinnu árini. Fyri bara fáum árum síðani var púra vanligt, at feløgini fóru at søkja eftir venjara einaferð eftir ársskiftið. Slíkar lýsingar gerast alsamt færri, og tað eru nú bert tey smáu feløgini, serliga tey í lægru deildunum, sum ómaka sær við at seta lýsingar í bløðini.

Øll hini liðini fara tíðliga út at leita sær eftir venjara, og tey stóru feløgini headhunta teir bestu venjararnar beinanvegin kjansurin er til tað.


NSÍ seinast

Seinasta felagið, sum alment hevur fingið venjaraspurningin uppá pláss, er NSÍ. Í síðstu viku var fundur millum nevdina í felagnum og verandi venjaran, Petur Mohr, og tað, sum lá í luftini, varð staðfest. Petur Mohr heldur fam sum venjari hjá NSÍ komandi kappingarár eisini.

Í meistarafelagnum B36 verður hildið fram við sama venjara. Tomislav Sivic, sum eisini er spælari, skal næsta ár aftur standa á odda fyri liðnum. B36 vann í ár meistaraheitið, og tað gevur bara ongum orsøk til at halda annað enn at venjarin er nóg góður. At onkrar hendingar hava verið á vøllinum, sum ikki hava tænt umdøminum hjá B36-venjarnum serliga væl, er ein onnur søga, sum tey í B36 vóna, verður øðrvísi við í næsta kappingarári.

B68 fekk í síðstu viku avtalu í lag við Petur Simonsen, sum seinastu tvey árini hevur vant bygdarmenninar í ÍF. Toftamenn hava ikki havt góðar royndir av útlendskum venjarum, og teir eru fegnir um at hava fingið hendur á einum av teimum mest royndu føroysku venjarnum. Í B68 vóna tey, at tað fer at skapa frið uttan um felagið.


HB útlending

Gøtumenn venda aftur til gamla kenningin, Johan Nielsen, sum trý ár á rað førdi GÍ til meistaraskapin. Seinastu tvey árini hevur Páll Guðlaugsson vant GÍ, men hann fer nú til Íslands at royna seg.

Johan Nielsen var venjari í HB í 1996 og helvtina av 1997, tá hann fór frá. Tá B68 sendi sín jugoslaviska venjara til hús, tók Johan Nielsen yvir har.

HB er í ár farið uttanlands eftir venjara. Hetta er fyrsta ferðin í nógv ár, at HB ger tað. Venjarin hjá HB kemur úr Rumenia og kallast Ion Gaulgao. Hann hevur spælt á rumenska landsliðnum og fyri Universitatea Craiova, sum HB royndi seg ímóti í Europa-Cup.

Í seinasta kappingarári gavst Johan Nielsen mitt í kappingini, og Oddbjørn Joensen tók yvir restina av árinum. Tað gjørdist til silvur, men í HB fjala teir ikki út yvir, at teir vilja hava FM-heitið aftur í felagið. Seinast teir vunnu tað, var í 1990.


Jóannes í Klaksvík

Fuglfirðingar skifta eisini venjara í ár. Teir hava seinastu tvey árini havt samstarv við Petur Simonsen, men næsta kappingarár verður tað póllendingurin Piotr Krakowski, sum skal taka sær av besta liðnum í Fuglafirði. Piotr var í ár venjari hjá FS Vágum, sum næsta ár spælir í næstbestu deildini.

Í Klaksvík heldur Jóannes Jakobsen fram triðja árið á rað. Fyrsta árið gekk sera væl hjá KÍ, meðan kappingin í ár varð meiri soltin við úrslitum. Væl av útskifting var á liðnum, og seinna hálva av kappingini í ár varð brúkt til at spæla onkrar nýggja, ungar spælarar á liðið.

Øll trý suðuroyarliðini, sum spæla í 1. deild næsta ár, hava útlendskan venjara.

VB heldur fram við Milan Milanovic, sum vandi teir í ár, og í 1998 verður fjórða árið á rað, at VB hevur jugoslaviskan venjara. Undan Milan var tað Tomislav Sivic, sum vandi liðið.

Í TB heldur sami venjarin eisini fram. Hann er úr Jugoslavia og kallast Zoran Pavlovic.

Sumba er hitt nýggja liðið í 1. deild, og teir hava fingið fatur á jugoslaviskum venjara. Hann kallast Sparsoie Bibercic og hevur eina fortíð í 1. deild í Jugoslavia.


Seks útlendingar

Tað hevur skift eitt sindur í býtinum millum føroyskar og útlendskar venjarar, men komandi ár verða tað so nógvir útlendskir venjarar í 1. deild, sum ongantíð áður.

Heili seks av teimum 10 venjarunum eru úr útlondum, og Jugoslavia er heilt greitt best umtókta landið í løtuni. Heili fýra venjarar koma úr Jugoslavia, og tað er sama talið, sum á føroysku venjarunum. Ein rumeni og ein póllendingur eru hinir útlendsku venjararnir.

Fýra føroyskir venjara halda tørn í bestu deildini, og teir eru Petur Simonsen, Jóannes Jakobsen, Petur Mohr og Johan Nielsen.

Oddbjørn Joensen, sum var venjari í seinasta kappingarári, heldur fram sum venjari í Føroyum, Páll Guðlaugsson fer til Íslands at royna seg, og Eli Hentze endaði saman við sínum liði í 2. deild. Annars eru allir hinir 1. deildarvenjararnir framvegis venjara í 1. deild, hóast teir ikki eru í somu feløgum.

Fimm av teimum 10 1. deildarliðunum hava skift venjara til komandi kappingarár.



B36 Tomislav Sivic (Jugoslavia)

B68 Petur Simonsen

GÍ Johan Nielsen

HB Ion Gaulgao (Rumenia)

ÍF Piotr Krakowski (Pólland)

KÍ Jóannes Jakobsen

NSÍ Petur Mohr

SumbaSparsoie Bibercic (Jugoslavia)

TB Zoran Pavlovic (Jugoslavia)

VB Milan Milanovic (Jugoslavia)