Oljuvinnan kann verða bjargingin hjá føroyska samfelagnum.
Men tey eru eisini mong sum hava fremsta fingur á lofti og ávara um, at hon líka væl kann beina fyri okkum.
Tey jarðbundu síggja fyri sær, at oljuvinnan fer at tøma fiskivinnuna fyri fólk, so eingin dugir at fiska, táið oljan er uppi, og grái gerandisdagurin byrjar aftur.
Tey síggja fyri sær, at at hon fer at dálka havið so illa, at fiskurin rýmir
Og tey síggja fyri sær, at hon fer at hita búskapin so heitan í einum nýtslu-rúsi, at vit fara fullkomiliga um koll, tann seinasti oljudropin er sogin úr føroysku undirgrundini, og vit ongar oljuinntøkur fáa longur. Tey hava nevniliga ikki tað álit á politikarunum, at teir hava rygg til at stýra oljuinntøkunum skilagott og at teir ikki fara at klára at standa ímóti trýstinum, sum fer at koma úr øllum herðashornum í takt við oljuinntøkurnar um at brúka, brúka meir og brúka uppaftur meir.
Ikki so bangin longur
Herfyri fingu føroyskir politikarar høvi at fáa eitt lítið innlit í henda stóra, fremmanda oljuheim, táið vinnunevnd løgtingsins var í Noregi og hugdi at oljuvinnuni har, báði á sjógvi og landi.
Henda ferðin hevur givið mær eina heilt aðra, og bjartari mynd av oljuvinnuni, enn eg hevði frammanundan.
Henrik Old var ein av føroysku politikarunum á oljurundferðini í Noregi og hann sigur, at aftaná hesa ferðini følir hann seg nógv betri til passar skuldi oljuvinnan tikið seg upp í Føroyum, tí í Noregi vóru nógv spøkilsi, og nógvar ræðumyndir, manað í jørðina.
Henrik Old sigur, at eftir Noregsferðini er hann ikki so bangin fyri trygdini í oljuvinnuni.
Hann er heldur ikki bangin fyri, at hon skal dálka so illa, at hon beinir fyri fiskastovnunum.
Og heldur enn at síggja oljuvinnuna sum eina hóttan ímóti fiskivinnuni, tí hon stjelur alt fólki, síggi eg hana sum ein frálíkan møguleika at at grundfesta fiskivinnuna, og at byggja okkara sundursorlaðu fiskivinnu uppaftur, sigur hann.
Tí kemur oljuvinnan, gevur hon okkum tað, vit so staðiliga hava mangla: Eitt bein at standa á, afturat fiskivinnuni.
Allan vegin runt
Á Noregsferðini vóru politikararnir úr Føroyum allan vegin runt í oljuvinnuni, báði á landi og á sjógvi.
M.a. voru teir á oljudirektoratinum í Stavangri og teir vóru á boripallum til havs.
Eru altíð frammanfyri trygdarkrøvini
Henrik Old sigur, at tað, hann var serliga hugaðir í, er trygdin, báði hjá fólkinum í oljuvinnuni, men ikki minst umhvørvistrygdini.
Hann sigur, at tað teir fingu upplýst, og tað, teir sóu, gav honum eina nógv dámligari fatan av oljuvinnuni, enn hann hevði, tá ið hann fór úr Føroyum.
Tað skein allan vegin týðiliga ígjøgnum, hvussu nógv oljufeløgini gera fyri trygdina hjá fólki, og fyri at fyri at umhvørvið verður dálkað.
Tað er heilt greitt, at oljufeløginmi uppfata krøvini frá myndugleikunum sum minstukrøv. Og í allarflestu førum settu feløgini sær sjálvum strangari krøv, enn myndugleikarnir settu teimum.
Tað komst av, at tey hildu, at tey feløg, sum settu sær sjálvum strong trygdarkrøv,
stóðu nógv strekari enn hini, og høvdu nógv betri møguleika at sleppa upp í part í oljuvinnuni ymsastaðni, tí umsorganin fyri umhvørvinum vindur alsamt meiri og meiri upp á seg.
Hvør kleimdur fingur verður skrásettur
Henrik Old sigur, at m.a. hava feløgini eina ógvuliga umfatandi skráseting av øllum skaðum, sum henda. Eisini hvør smáskaði verður skrásettur. Hvør kleimdur fingur, ja, alt sum førir við sær, at eitt fólk missur ein arbeiðsdag.
Somuleiðis verður tað skrásett hvørja ferð ein støða okkurt stingur seg upp, har okkurt kundi hent.
Alt hetta verður gjørt fyri at vita um arbeiðsgongdir og framferðarhættir áttu at blivið broyttir, so vandastøða ikki tók seg uppaftur.
Henrik Old sigur, at á henda hátt var tað eydnast summum pallum at forða fyri, at skaði yvirhøvur hendi.
Og tað heldur hann er heilt ótrúligt, tí tað eru ómetaliga stór og tung amboð, teir fáast við.
Á einum palli, vit vóru á, høvdu teir havt fimm smáskaðar í fjør, men tað voru teir yvirhøvur ikki nøgdir við.
Hetta skal eisini síggjast í tí ljósi, at tað eru ímillum 90 og næstan 200 fólk á hvørjum palli.
Somuleiðis varð skrásett, hvørja ferð ein litur av olju lak á sjógv, ella okkurt annað hendi.
Brennivín, og onnur rúsevnið eru fullkomiliga bannað. Tá farið verður á boripallar, verður viðførið kannað og av og á blóðroyndir tiknar.
Royking er bannað allastaðni, uttan í heilt ávísum hølum. Uttanfyri hesi høli er ikki so frægt sum loyvi at hava tendrara, ella annað, sum eldur kann fáast burturúr, uppi á sær.
Alt hetta sigur mær so mikið sum at oljufeløgini gera ómetaliga nógv fyri at arbeitt verður undir so tryggum viðurskiftum sum gjørligt.
Og tí haldi eg ikki, at føroyingar eiga at verða so bangnir fyri trygdini hjá fólki, ella fyri umhvørvinum.
Tí sjálvur viðgongur Henrik Old, at nettupp umtrygdin er tað, sum hevur gjørt hann mest ivasaman í sambandi við eina møguliga oljuvinnu í Føroyum.
Men samstundis má hann viðganga, at hann bleiv meststum umvendur á Noregsferðini.
Oljan beinir ikki fyri fiskivinnuni
Vit spurdu eisini Henrik Old um hann er samdur við teimum, sum frykta fyri, at ein møgulig, føroysk oljuvinnan fer at forkoma fiskivinnuni, tí hon fer at stjala alt fólki frá fiskivinnuni.
Tað er hann ikki.
Heldur enn at síggja oljuvinnuna sum eina hóttan ímóti fiskivinnuni, síggi eg hana sum eina gávu, sum gevur okkum eitt kærkomið høvi a endurreisa okkara sundursorlaðu fiskivinnu.
Okkara størsti trupulleiki hevur verið, at vit hava bara fiskivinnuna. Fáa vit oljuvinnuna, hava vit eitt bein afturat at standa á, og tað gevur okkum møguleikar, vit aldrin hava havt fyrr.
Henrik Old ivast ikki í, at oljuvinnan fer at taka eitt sindur av fólki frá oljuvinnuni, tí fiskivinnan kann ikki bjóða fólki líka góð kor sum oljuvinnan.
Tey, sum arbeiða á boripallum arbeiða ikki meiri enn góðar 140 dagar um árið.
Tey arbeiða tvær vikur, og hava so tríggjar vikur frí. So arbeiða tey aftur tvær vikur, men hava so fýra vikur frí.
Henrik Old sigur, at eftir, hvat tey søgdu, fær ongin minni enn 300.000 um árið. Summi, ið hava serlig arbeiðið, fáa upp í tvær ferðir so nógv.
Henrik Old sigur, at serliga eru tað maskinmenn, sum eru at finna á pallunum.
Men tað er nú einaferð so, at øll kunnu ikki arbeiða í oljuvinnuni.
Ein av teimum stóru pallunum borar fyri 30 miljónir í olju upp um dagin.
So tað er greitt, at tað verða ikki nógvir slíkir undir Føroyum.
Men umframt tey, sum beinleiðis eru í oljuvinnuni, kastar hon nógv avleitt arbeiði av sær.
So vandi er avgjørt til staðar fyri, at oljuvinnan fer at taka fólk frá fiskivinnuni.
Fiskinnan á føtur
Men so er spurningurin: Ger tað so nógv?
Vit eru øll samd um, at fiskastovnarnir undir Føroyum verða ov hart troyttir.
Samstundis er fiskiflotin avoldaður. Og sum er, sær tað kki út til, at tað eydnast nøkrum at útvega okkum nýggj skip.
Kunnu vit beina virksemi yvir í oljuvinnuna, fáa vit eitt einastandandi høvi at laga fiskiskapin til stovnarnar, og vit fáa eitt einastandandi høvi at endurnýggja fiskiflotan og yvirhøvur at endurreisa og nútímansgera fiskivinnuna sum heild.
Henrik Old sigur, at hetta skuldi gjørt tað hugaligari, og meiri lønsamt hjá teimum, sum eru eftir í fiskivinnuni at fingist við fisk, og veksur lønssemið, verður væl eisini pláss fyri betri lønum til fiskimenn, sum kanska fer at útjavna kappingina við oljuvinnuna eitt sindur.
Eg haldi, at støðan í fiskivinnunu er so ólukkulig, at tað kann bara ganga framá.
Hann leggur afturat, at oljufeløgini vísa stóran vilja at laga sítt virksemi eftir viðurskiftunum hjá teimum fólkum, tey arbeiða ímillum. Oljuvinnan leggur stóran dent á at hava góð viðurskifti við fólki, tey arbeiða ímillum.
Tí ivist eg heldur ikki í, at oljuvinnan fer at vísa stóran vilja at vera fiskivinnuni til so lítlan ampa, sum gjørligt.
Ikki seta órímilig krøv
Yvirhøvur leggur oljuvinnan stóran dent á, at laga seg til tey krøv, myndugleikarnir seta, eru tey ikki heilt órímilig.
Tað nyttar ikki at krevja, at føroyingar skulu verða uppií øllum. Tað gjørdi meksikanarar. Avleiðingin er, at oljuvinnan har er fullkomiliga afturútsigld.
Henrik Old leggur tí dent á, at føroyingar mugu ikki halda seg aftur í at brúka tað besta, og bara tað besta, hóast tað førir við sær, at talan er um útlendskan teknikk og útlendingar.
Læsa vit okkum inni, verður tað óbótaligur skaði.
Hinvegin kunnu vit saktans krevja, at oljufeløgini taka føroyingar í læru á nógvum økjum so at vit so líðandi kunnu yvirtaka meiri og meir - men tað skal ikki yvirtakast, fyrrenn vit eru fult á hædd við tað besta á heimsmarknaðinum innan tað øki.
Hann ávarar eisini føroyingar at gera ov stórar íløgur, fyrrenn oljan er komin.
Norðmenn løgdu stóran
dent á, at vit ikki gjørdu íløgur, fyrrenn oljan varð funnin.
Tí tað mistak høvdu norðmenn gjørt.
Tey fyrstu árini væntaðu norðmenn sær so nógv av oljuvinnuni, at teir fóru at byggja út í stórum.
Avleiðingin er, at nógvar kommunur hava sett seg í stóra skuld fyri ymsar útbyggingar í sambandi við oljuvinnuna, uttan at tey hava fingið eina krónu burturúr íløguni.
Henrik Old sigur, at einasta skottrygga íløga vit kunnu gera, er at útbúgva fólk, og at gera útbúgvingarskipanina til reiðar at taka ímóti oljuvinnuna.
Útbúgvingarskipanir, og útbúgvið fólk, kann altíð brúkast, hóast oljuvinnan verður av ongum.
Illveður ongin vansi
Henrik Old sigur, at oljulekum er hann heldur ikki so bangin fyri eini umhvørvisvanlukku.
Teknikkurin hevur gjørt so ótrúlig framstig seinastu árini, og ger tað enn.
Verður borað undir Føroyum er mest sannlíkt, at talan verður um boriskip.
Tað er lítið sannlíkt, at oljan fer at verða førd til lands ígjøgnum slangur. Hinvegin talar alt fyri, at hon verður pumpað beinleiðis umborð á skip.
Henrik Old sigur, at tá ið slangurinar verða samankoplaðar, mugu aldurnar ikki verða meiri enn fimm metrar høgar.
Men annars kunnu teir arbeiða í øllum veðri. Og har er sanniliga ringt veður viðhvørt. Akkurrát sum í Føroyum.
Hann sigur, at tey hava ikki mist ein einasta arbeiðsdag fyri veður.
Tað var ómetaliga áhugavert at frætta, sigur henrik Old.
Ein oljuvinna krevur sterkar politikarar
Tað, Henrik Old er mest bangin fyri er okkum sjálvum.
Tað, hann hugsar um, er, at oljubúskapurin fer at hita føroyska samfelagið so upp, at vit kollrenna okkum aftur, akkurát sum í áttatiárunum.
Tað eru nógvir politikarar í Føroyum, sum taka tað í størsta álvara. Men tað eru eisini nakrir, sum gera alt fyri politiskan løtuvinning.
Og tað er púra greitt, at fara føroyskir politikarar at brúka vilt av oljuinntøkunum, og oyðsla teir burtur, til mangt og hvat, sum tað ikki ber til at varðveita, tá ið oljan er uppi, eru vit liðug sum tjóð og fara so logandi á heysin.
Skrúva vit samfelagið upp á eitt støði, vit ikki megna at halda tað á, táið oljan er uppi, eru vit liðug. Tí er tað ógvuliga umráðandi, at vit ikki missa fótafesti.
Henrik Old er greiður yvir, at trýsti á politikarar a játta pengar til báði eitt og anað, verður stórt, og at tað fer at krevja sterkar politikarar at standa ímóti trýstinum, so at oljuinntøkurnar verða brúktar, ella - ikki minst - goymdar so forsvarliga, sum gjørligt.
Verða oljupengarnir hinvegin brúktir rætt, kunnu teir verða brúktir til at venda teirri blóðskeivari samfelagsgongdini, at útjaðaðarin í Føroyum bara minkar og følnar burtur, ímeðan landið bólgnar upp á miðjuni.
Henrik Old sigur, at í Noregi hava myndugleikarnir stýrt soleiðis eisini fólk úti um landið fingu nyttu av oljupengunum.
Tað hava oljufeløgini góðtikið, og tað kunnu vit eisini gera, heldur hann.
Hann heldur, at vit eiga at gera okkum hetta greitt beinanvegin, tí hetta verður helst einasti møguleikin hjá útbúnum fólki at búsetast í útjaðarunum.