Oljufelagið vælkomið at selja bensin

Tíðindini um, at Føroya Oljufelag næsta ár umframt olju eisini fer at selja bensin, komu ikki sum nakar hvøkkur fyri hini oljufeløgini í Føroyum, Shell og Statoil

- Vit hava einki ímóti kapping, og haraftrat er bensinið so lítil partur av samlaðu søluni, sigur Hjarnar Djurhuus, stjóri í Føroya Shell.

Tá olja og allir oljuúrdráttirnir verða taldir við, telur besinsølan bara umleið 6% av allari søluni.

Fyri tað um eitt oljufelag aftrat fer at selja bensin í Føroyum, væntar Hjarnar ikki, at prísirnir fara niður. Hann nevnir, at fyri nøkrum árum síðan royndi Oljufelag Føroya, sum tað æt tá, seg við at selja bensin á Tvøroyri. Tað vardi í fleiri ár, men Hjarnar minnist einki til, at tað ávirkaði bensinprísin.

Haraftrat er tað ikki bara sum at siga tað at átaka sær uppgávuna at selja bensin og fáa søluna at bera seg. Fær Oljufelagið stóra sølu av bensini, er neyðugt at byggja oljutangar, og tað kostar, umframt at neyðugt eisini er at rokna við ávísum tapi, tí bensin dampar. Marknaðurin er eisini øktaður, so toført verður hjá Oljufelagnum beinanvegin at fáa stóran part av marknaðinum, heldur Hjarnar Djurhuus.

- Men teir skulu vera vælkomnir á bensinmarknaðin, sigur hann.

Seinastu árini hevur orkunýtslan í Føroyum verið nøkulunda støðug, men hon er minkað nógv í mun til fyri t.d. 10-15 árum síðan. Minkaða nýtslan hjá sethúsunum kemur av, at húsini nú eru betur bjálvað, og kreppan lærdi fólk at spara.

Tað sama sæst aftur í minkaðu søluni av bensini. Tað er ikki so nógv óneyðug koyring, sum tað var einaferð.