Heiðrað fyri samstarv

Russiski sendiharrin í Danmark, Aleksandr Chepurin, hevur j?ust verið í Føroyum og vitjað

Ørindi hansara vóru ikki bara at kunna seg um Føroyar. Hann hevði eisini við sær heilsur frá russiska fiskarímálaráðharranum Aleksandr Rodin, sum fleiri ferðir hevur verið í Føroyum.

Á samkomu fríggjadagin fingu seks føroyingar ávikavist heiðursmedaljur og heiðursbrøv frá ráðharranum afturfyri tað, sum tey á ymiskan hátt hava avrikað í samstarvinum millum Russland og Føroyar.

Heiðursmedaljur fingu Atli P. Dam, fyrrverandi løgmaður, og Jákup Hansen, skómakari. Viðmerkjast skal, at hedar medaljur ikki eru ordanir. Tað verður bara fáum russum og útlendingum lutað at fáa hesa medalju.

Atli P. Dam fekk medaljuna fyri sítt avrik, tá hann sum Føroya løgmaður í 1977 tók upp fiskivinnusamráðingarnar millum Føroyar og táverandi Sovjetsamveldið.

Jákup Hansen fekk medaljuna fyri tað stóra arbeiðið, hann hevur gjørt fyri russar í Føroyum, tá teir vóru á Skála.

Heiðursbrøv fingu Kjartan Hoydal, sum var fiskivinnustjóri og í áravís var við í øllum samráðingunum millum Føroyar og Sovjetsamveldið, Bozena Rasmussen, sum hevur verið russiskur tolkur í fleiri ár, Julianna Klett, sum á ymsan hátt, hevur rætt russum eina hjálpandi hond, og so Árni Dam, russiski umboðsmaðurin í Føroyum.