avgjørda fatan, at barnaverndirnar gera eitt dygdargott arbeiði og taka uppgávuna í stórum álvara. Hann heldur ikki, at tað er ein vansi, at barnaverndirnar eru ov nær og at tað kann forða fyri, at mál verða [...] Kommunufelag, sigur, at tað er nógv gott í uppskotinum hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum, men at felagið er ímóti at tað verður sett í verk, sum tað er. Heldur kundi Kommunufelagið hugsað sær, at partar av uppskotinum [...] barnaverndir hava, at tær eru staðkendar, tí staðkend fólk hava mangan betri førleikar enn fremmand at skilja ein ávísan trupulleika, sum stingur seg upp. Hann heldur, at besta skipanin er tí at varðveita tað
liðnum og um, at teir høvdu ilt við at stuðla hvørjum øðrum. Ístaðin brúktu teir orkuna til at skeldast innanhýsis, men eftir ein fund tóku teir annað skinn um bak, og so fóru teir aftur at vinna. Tí spyrja [...] heldur Rúni at tað er nógv stuttligari at vinna FM í ár. Mátin sum heitið kom til høldar upp á er nógv meira tiltalandi, serliga tí, at í fyrsta umfari trý lið, og síðani tvey, høvdu møguleikan at vinna m [...] Flogbóltur - menn Tað er kanska ein løgin vinkul at taka útgangsstøði í, men tá vit hyggja at kappingarskipanini síggja vit, at tað er nakað um tað hann sigur. Fram hevur nevniliga bara tapt móti Fleyr
var tað ivaleyst, at eitt nýtt meistaralið skuldi finnast. At tað so kortini eydnaðist Drátti at spæla seg inn á eitt triðjapláss, sigur kortini so mikið sum, at tað er við at eydnast at spæla eitt nýtt [...] spenningurin var stórur um tað skuldi fara at eydnast ÍF at gera burtur av sær í Vágum. Hinvegin var líka spennandi at vita, um tað fór at eydnast hjá Drátti at steðga niðurtúrinum frá meistaraplássinum [...] á, at tær skuldu gera eina veruliga roynd at fáa fatur á bronsuni, og tað sá alt út til at ganga sum tað skuldi. Í tiðja setti vendi gongdin so. Dráttur, sum hevði havt trupult við at fáa spælið at hanga
Veruligan, hóvligan miðpolitikk fáa tit bara við at velja ein flokk, sum altíð hevur sæð tað sum sína uppgávu: - at byggja brýr, - at mýkja fastlæstur støður, og - at finna hóvligar loysnir, sum tæna føroyska [...] hevur verið, at kappingarførið heima skal vinna okkum marknaðir í okkara grannalondum. - Tað er tí við gleði, at eg havi kunnað staðfest, at einstakar føroyskar fyritøkur longu eru í ferð við at gerast partar [...] stutta tíð at hava aðalorðaskifti um umhvørvismál, og vónandi er hetta byrjanin til eina hægri raðfesting av umhvørvismálum. Havi í hesum sambandi eisini hug at nevna, at arbeitt verður við at yvirtaka
støðu bert til at gita um. Løgmaður hevur sagt fyri Sosialinum, at hann dugir ikki at síggja seg sum nakra forðing fyri, at uppskotið skal koma fyri tingið, tí tingmenn hava jú møguleika at leggja uppskotið [...] vænta, at uppskotið verður liðugt viðgjørt hesa vikuna, so tað kann koma fyri tingið í næstu viku. Høgni Hoydal vísir á, at landsstýrið hevur boðað frá einari fólkaatkvøðu, og at tað er umráðandi, at fólk [...] fólkaatkvøðuni. Fólkaflokkurin heldur vandan við at tapa fólkaatkvøðuna vera størri enn vinningin við at vinna hana. Tí metir flokkurin tað vera best at finna aðra loysn á málinum. Helena ivast Sjálvst
greitt, hvørja støðu hann fer at taka í hesum, men hóast hann ikki sigur, at so er, so er lítið at ivast í, at leiðslan í FCK fegin vil at Todi hvílur seg, heldur enn at spæla tveir sera krevjandi landsdystir [...] segði Christian Høgni, at hann merkti lærið »stramma« og tí noyddist hann at gevast. Hetta kundi bent á, at talan bert um eina togan av lærvøddanum, og um so er, nýtist skaðin ikki at vera so álvarsligur [...] Sveis og Jugoslavia. Felags fyri teir allar er, at skaðar tykjast forða teimum í at verða tøkir til dystirnar, sum verða um tvær vikur. Skaðarnir Seinastur at leggjast afturat listanum var Christian Høgni
kløkkar og órógvar meg, at lyfti, ið tú hevur givið mær, ætlar tú ikki at halda. Tað er hugstoytt at staðfesta, at ætlan tín er at fáa tingflokkin at broyta støðutakan sína, og at tú ert farin gjøgnum f [...] fari at loyva mær at endurgeva nøkur brot úr brævinum, ið lýsa mína støðu í málinum. Eg endurgevi: ?Lítið hugaligt var at lesa fyrsta brævið, ið eg opnaði, ið kom frá tær. Í stuttum sigur tú, at tær avtalur [...] Tá ið Høgni heldur fast við, at eg hevði góðkent tað, at annar landsstýrismaður varð valdur í mítt stað, so føli eg meg noyddan at koma við nøkrum upplýsingum, ið lýsa málið gjøllari. Í mai mánaða í fjør
á, at tað er nógv lættari at koma ígjøgnum tollin, enn tað hevur verið fyrr. Fólk verða ikki steðgað, sum tey annars vanliga hava verið. Á Tolleftirlitinum í Vágum verður sagt, at tað kemst av, at tollararnir [...] heldur uppá, at tollararnir í Vágum hava eingi boð fingið um, at teir ikki skulu kanna viðførið hjá ferðafólki, sum ikki sjálvboðin leggja tað opið á diskin. Tollararnir hinvegin siga, at eftir at Sosialurin [...] blankt at hava givið slík boð yvirhøvur. Hon hevði als ikki tosað við tollararnar um slíkt, segði hon. Tollararnir hinvegin hildu fast við, at tey høvdu fingið tey boðini. Trý fólk samstundis. Og at stjórin
Tað er lívsneyðugt, at orkan verður brúkt rætt og at kjakið er kveikjandi. Mundu allar súðir verið siftar, um ein oljuhavn varð løgd á Tvøroyri? Hugsi ikki at nakar er førur fyri at svara hesum, men vit [...] um tað felagið sum Tvøroyri valdi at samstarva við hevur gingið heilhjarta inn fyri at fáa oljuhavnina lagda har. Tað er nú einaferð ikki nóg mikið bara at vísa á, at ein er stórur og hevur havt oljuhavn [...] skuldi ganga skjótt og vera so stórt, at tað rúmaði teimum mongu bilunum og fólkunum um vikuskiftið. Bara at nevna aðrar loysnir, var sum at vísa hundi brand. At politikkur, partapolitikkur, er vavdur
Suðuroynni sigur, at orðingarnar, sum Reidar Nónfjall legði fram á fundinum hósnáttina, vóru so leysar, at tær kundu ikki góðtakast. ? Og hann visti væl, at avleiðingin av tí bleiv, at koyringin helt uppat [...] løgdu teir arbeiðið niður, tí at teir kundu ikki semjast við Strandferðsluna um ein nýggjan sáttmála, eftir at tann gamli sáttmálin gekk út á nýggjárinum. Uni Mortensen sigur, at tað kann ikki koma óvart á [...] Strandferðsluna, at bussførarnir í Suðuroynni hava lagt arbeiðið niður. ? Sjálvsagt fær tað avleiðingar, tá ið avtalur ikki verða hildnar, sigur hann. Hann sigur, at tað stendur í sáttmálanum, at samráðingar