Tá ið Høgni heldur fast við, at eg hevði góðkent tað, at annar landsstýrismaður varð valdur í mítt stað, so føli eg meg noyddan at koma við nøkrum upplýsingum, ið lýsa málið gjøllari.
Í mai mánaða í fjør var eg uttanlands. Komin heimaftur tann 29. mai fekk eg bræv frá Høgna Hoydal, dagfest 15. mai 2000, har hann umrøddi spurningin um setan av nýggjum landstýrismanni.
Eg gjørdi skjótt av og svaraði honum uppá brævið 1. juni, har eg týðuliga og greitt segði honum mína hugsan. Eg fari at loyva mær at endurgeva nøkur brot úr brævinum, ið lýsa mína støðu í málinum.
Eg endurgevi:
?Lítið hugaligt var at lesa fyrsta brævið, ið eg opnaði, ið kom frá tær. Í stuttum sigur tú, at tær avtalur, sum eru gjørdar í SVF-málinum, ætlar tú at kveistra til viks, og nýggjur landsstýrismaður skal veljast.
Tað skal ikki vera nakað dulsmál, at eg føli meg sviknan og offraðan, ikki minst eftir at hava lisið bræv títt dagfest 15. mai.
Somuleiðis kendist tað hugstoytt at frætta í útlandinum, at SVF í degi og viku hevði borið tey tíðindi, at floksstjórn Tjóðveldisfloksins á fundi viðgjørdi spurningin um val av nýggjum landsstýrismanni.
Eg spurdi meg sjálvan, hvør stendur aftan fyri tað, sum nú fer fram í hesum døgum í okkara flokki?
Ein heilt greið avtala varð gjørd, tá eg segði meg úr starvinum. Avtalan varð almannakunngjørd. Tú hevur sjálvur greitt frá hesum í bløðunum og fyri starvsfólkunum á UMMS o.s.fr.
Eg skilji teg soleiðis, at nú skulu vit síggja burtur frá tí brævi, ið løgmaður fekk frá mær tann 28. mars, sum tú og allur tingflokkurin vóru samdir um. Brævið varð lisið upp í tinginum, og flestu fjølmiðlar kunngjørdu hetta bræv.
Men sum longu nevnt, so skal loysnin um at eg skuldi út á síðulinjuna, meðan kanningin verður gjørd, kveistrast til viks. Tú ásannar í brævi tínum, at løgmaður og tú sjálvur hava ábyrgdina av, at kanningin kom so seint í lag. Men tann sum skal revsast fyri tykkara seinking av kanningini, eri eg: Tað gula kortið, ið eg havi fingið, skal skiftast út við tað reyða.
Tað kløkkar og órógvar meg, at lyfti, ið tú hevur givið mær, ætlar tú ikki at halda.
Tað er hugstoytt at staðfesta, at ætlan tín er at fáa tingflokkin at broyta støðutakan sína, og at tú ert farin gjøgnum floksstjórnina við málinum, fyri síðani at leggja tað fyri tingflokkin.
Eg skal upplýsa tær,at eg haldi meg til ta niðurstøðu, ið vit komu til á fundinum 28. mars.?
Eg endi brævið við hesum orðum:
?Góði Høgni, eg haldi, at tú ert í ferð við at fremja ein vandamiklan leik, ið ikki bert fer at skaða teg og meg, men allan flokkin. Við hesum leiki leitar tú tær eftir nýggjum trupulleikum, ið fara at kosta nógv meira, enn tú grunar.
Hetta skal ikki skiljast sum nøkur hóttan, hetta verður sagt fyri at steðga tær at vaða longur út.
Blíðar heilsanir
Signar á Brúnni?
(Endurgevingin liðug)
Hóast hetta skriv og hóast mangar viðtalur okkara millum, so helt Høgni fram í tí leiki, hann nú hevur framt. Tá hann nú sigur, at Signar hevði góðkent hansara leiklut, so veit hann betur.
Tað eru nógvir aðrir spurningar, ið eg reisi í mínum brævi til hansara, men ætli eg at steðga við teimum á hesum sinni.










