Dráttur fekk bronsu

Dráttur ? ÍF 3-2 (14-25, 19-25, 25-18, 25-22, 15-13)
Meistararnir frá í fjør hildu høvdið kalt tá á stóð, og úrslitið hevði við sær, at tær fingu bronsuna meðan ÍF fór heimaftur sum av torvheiðum

Flogbóltur - kvinnur

Meistararnir frá í fjør fingu bronsu í ár. Einu løtuna sá kortini út til, at tað skuldi fara at eydnast ÍF at vinna bronsuna fyri fyrstu ferð í søguni.
Bronsan var tað einasta, sum stóð upp á spæl í kvinnudeildini hetta vikuskiftið, og spenningurin var stórur um tað skuldi fara at eydnast ÍF at gera burtur av sær í Vágum. Hinvegin var líka spennandi at vita, um tað fór at eydnast hjá Drátti at steðga niðurtúrinum frá meistaraplássinum á triðja plássi, og nú kappingarárið er av, kunnu vit staðfesta, at tað eydnaðist.

ÍF betri byrjan
Tað var ÍF sum byrjaði dystin á Giljanesi best. Tær vóru meira nærlagdar enn vertirnir og tey bæði fyrstu settini gingu rættiliga væl. Spælið koyrdi sum tað skuldi og leikararnir vóru uppsettir upp á, at tær skuldu gera eina veruliga roynd at fáa fatur á bronsuni, og tað sá alt út til at ganga sum tað skuldi.
Í tiðja setti vendi gongdin so. Dráttur, sum hevði havt trupult við at fáa spælið at hanga saman í teimum báðum fyrstu settunum, fótaði sær, og smátt um smátt megnaðu tær at flyta trýstið yvir á ÍF.
Fjórða sett var rættiliga javnt, men tá til stykkis kom hevði Dráttur vunnið, og so mátti fimta sett til fyri at fáa eina avgerð.
Her vóru vágakvinnurnar meira ágrýtnar. Tær vóru framman fyri alt settið og tær hildu munin til ÍF soleiðis at fuglfirðingar ongantíð komu so nær, at tær veruliga kundu hótta.

Gassið farið úr ballónini
Rønn Eliasen, liðskipari hjá ÍF, er, sum vera man, sera vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist at vinna bronsu, nú tá tað var so nær við. Hon kennir tað sum hava tær stríðst á fleiri hermótum í ár, og tað hevur havt sína ávirkan á avrikið á vøllinum.
Leygardagin vóru tær kortini so væl fyrireikaðar sum tær kundu vera og tað sást eisini aftur á vøllinum, heldur hon.
- Spælið hjá okkum koyrdi væl og vit trýstu Drátt í botn tey bæði fyrstu settini. Hyggur tú at stigunum, so hava vit samanlagt fleiri stig enn tær, men tað er ikki nóg mikið, tí tað eru settini sum telja, sigur Rønn, sum annars hevur tað at leggja afturat, at dómararnir høvdu ein óhepnan dag.
?Í seinasta setti høvdu tey ávirkan á úrslitið, sigur Rønn.
Sum sagt eru Rønn og liðfelagar hennara vónbrotnar av úrslitinum og í løtuni sita tær bara og lata kappingarárið fara endaliga framvið. Hon heldur, at gassið ordiliga er farið úr ballónini nú kappingin fyri teirra viðkomandi ? enn einaferð ? endaði við ongum, og tí er neyðugt at lata tíðina arbeiða.
- Vit fara í hvussu er ikki at snakka um næsta ár nú, sigur hon.

Gott avrik hjá Drátti
Triðjaplássi hjá Drátti má metast sum tað mesta, sum vágakvinnurnar kundu fáa burtur úr í ár. Nógvar broytingar eru framdar á liðnum, og tí var tað ivaleyst, at eitt nýtt meistaralið skuldi finnast.
At tað so kortini eydnaðist Drátti at spæla seg inn á eitt triðjapláss, sigur kortini so mikið sum, at tað er við at eydnast at spæla eitt nýtt lið saman.
Tað fáa Dráttur leikararnir so høvið til at vísa næsta vikuskiftið, tí tá verður Dráttur kappingin á Giljanesi. Hvørji lið vera við, er ikki alment enn, men tað fáa vit at vita áðrenn langt umlíður.