Barnaverndir
?Barnaverndirnar hjá kommununum kring landið virka væl. Men tær átti at blivið styrktar.
Tað heldur Føroya Kommunufelag.
Sostatt eru bæði kommunufeløgini , sum tilsamans umfata allar kommunurnar í landinum ímóti ætlanini hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum at umskipa barnaverndirnar, tí í hinari greinini her á síðuni sæst, at eisini hitt kommunufelagið er ímóti ætlanini.
Tað, sum Almanna- og Heilsumálastýrið ætlar, er,at barnaverndirnar hjá kommununum skulu takast av. Ístaðin skal landið býtast sundur í seks øki við hvør sínari barnavernd, sum Landsstýrið skal velja.
Jacob Vestergaard, formaður í Føroya Kommunufelag, sigur, at tað er nógv gott í uppskotinum hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum, men at felagið er ímóti at tað verður sett í verk, sum tað er.
Heldur kundi Kommunufelagið hugsað sær, at partar av uppskotinum verða brúktir til at styrkja skipanina við, sum nú er í gildið.
Formaðurin í Kommunufelagnum heldur, at tað er ein spurningur um, hvør skal hava málsøki undir sær, landið ella kommunurnar.
?Í dag er tað ein blandingur við tað, at kommunurnar velja barnaverndirnar, men fáa útreiðslurnar endurgoldnar frá Almannastovuni.
Kommunufelagið heldur, at skipanin, sum er virkar sum heild væl og tí skal málsøkið leggjast til kommunurnar,heldur enn til landið.
?Tað, sum ikki virkar í skipanini sum er, er tað, at í ávísum málum er ikki altíð so lætt hjá barnaverndunum at fáa tað serkønu hjálp og ráðgeving, sum tørvur er á.
?Verður landsið býtt sundur í seks øki við hvør sínari barnavernd, sum landið skal velja, missa vit tann fyrimunin, sum barnaverndir hava, at tær eru staðkendar, tí staðkend fólk hava mangan betri førleikar enn fremmand at skilja ein ávísan trupulleika, sum stingur seg upp.
Hann heldur, at besta skipanin er tí at varðveita tað skipanina sum er, men at styrkja hana við við serkønum fólkum.
?Tað er óneyðugt við serkønum fólki í hvørjum øki í landinum, tí so nógv barnaverndarmál eru ikki.
Jacob Vestergaard sigur, at viðhvørt verður dagt, at tað eru børn, sum eru dottin burtur ímillum, sum skipanin er nú, men tað dugir hann ikki at síggja.
?Barnaverndarmál eru trupul og tað er altíð ein neyv meting um, nær barnaverndin skal leggja upp í, ella ikki.
Sjálvur er Jacob Vestergaard løgreglumaður og hevur tí eisini eina ávísa føling við økinum, tí viðhvørt kemur løgreglan uppi í.
?Tað er mín avgjørda fatan, at barnaverndirnar gera eitt dygdargott arbeiði og taka uppgávuna í stórum álvara.
Hann heldur ikki, at tað er ein vansi, at barnaverndirnar eru ov nær og at tað kann forða fyri, at mál verða tikin upp, sum annars átti at verið tikin upp.
hann hevur tvørtur ímótri tað fatan, at tað er ein fyrimunur, tí barnaverndarmál eru mangan sera samansett og trupult og tað er ein fyrimunur at kenna viðurskiftini og bakgrundina væl og tað ger fólk á staðnum betri enn fólk uttaneftir.
Í uppskotinum hjá Almanna- og heilsumálastýrinum verður lagt upp til, at skulu tiltøk setast í verk ímóti einum heimi, eitt nú at børn skulu takast heiman ífrá, skulu tað verða dómstólarnir, sum taka avgerðina.
Tað er eitt, sum formaðurin í Kommunufelagnum tekur undir við.
? Tað er ein ábyrgd, sum kann leggjast á dómstólarnar. Men tað sigur mær eisini so mikið sum tað, at tað er neyðugt at lýsa málið professionelt og út í æsir, tí annars tekur dómstólurin ikki undir við teimum.