Tað tykist alt meira ógreitt, um føroyingar skulu til fólkaatkvøðu 26. mei, eins og landsstýrið boðaði frá á tíðindafundi fyri sløkum mánaði síðani.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, og umsiting hansara eru liðug við lógaruppskotið til fólkaatkvøðuna. Hetta er sent út til hoyringar hjá samgonguflokkunum.
Men hetta uppskot tykist ikki fáa nóg góða undirtøku frá pørtum av samgonguni.
Fólkaflokkurin, ella í øllum førum partar av honum, vilja helst hava fólkaatkvøðuna avlýsta. Orsøkin hongur saman við úrslitinum frá seinastu veljarakanning, sum vísti eitt greitt nei á fólkaatkvøðuni. Fólkaflokkurin heldur vandan við at tapa fólkaatkvøðuna vera størri enn vinningin við at vinna hana. Tí metir flokkurin tað vera best at finna aðra loysn á málinum.
Helena ivast
Sjálvstýrisflokkurin tekur undir við einari fólkaatkvøðu um uppskotið, sum landsstýrið legði fram á tíðindafundi í Tinganesi 1. februar í ár. Men Sjálvstýrisflokkurin vil helst hava fólkaatkvøðuna útsetta eitt sindur.
? Vit eiga at umhugsa, um tað er rætt at hava fólkaatkvøðuna 26. mei, sum er mitt í tíðarskeiðnum við sáttmálasamráðingum á arbeiðsmarknaðinum, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Sjálvstýrisflokkinum.
Eisini útmeldingarnar frá donsku stjórini um, at vit undir øllum umstøðum bert fáa fýra ára skiftistíð, um vit atkvøða ja, viga eitt sindur í ynskinum hjá Sjálvstýrisflokkinum. Flokkurin heldur nevniliga, at tað er umráðandi, at samgongan fær nóg langa tíð undan fólkaatkvøðuni at greiða veljarunum frá, at støða skal takast út frá uppskotinum hjá landsstýrinum, og ikki út frá útsagnum frá danska forsætisráðharranum.
Deadline fríggjadagin
Lógaruppskotið hjá Høgna Hoydal um fólkaatkvøðu 26. mei er eftir vanligari mannagongd í løtuni til ummælis hjá samgonguflokkunum. Teir skulu vera lidnir at viðgera uppskotið í seinasta lagi fríggjadagin. Fyrr enn tá, vil Anfinn Kallsberg, løgmaður, ikki gera viðmerkingar til málið.
? Tá flokkarnir fríggjadagin hvør í sínum lagi eru lidnir at viðgera málið, skal eg nokk koma við einari útmelding, men tað verður ikki fyrr enn tá.
Hvør útmeldingin frá løgmanni verður, ber í verandi støðu bert til at gita um. Løgmaður hevur sagt fyri Sosialinum, at hann dugir ikki at síggja seg sum nakra forðing fyri, at uppskotið skal koma fyri tingið, tí tingmenn hava jú møguleika at leggja uppskotið fram, um landsstýrið ikki ger tað. Hetta kundi bent á, at løgmaður ikki hevur serliga góðar vónir um, at landsstýrið verður samt um eitt uppskot.
Tað hevur ljóðað, at Anfinn Kallsberg hevur spurt seg fyri hjá Jóannesi Eidesgaard, um hann vil vera bjargingarflaki, um málið endar við, at samgongan slitnar. Hetta kundi bent á, at Fólkaflokkurin arbeiðir við at fáa Javnaðarflokkin inn í samgonguna í staðin fyri Tjóðveldisflokkin. Men hvørki Jóannes Eidesgaard ella Anfinn Kallsberg vilja vátta tíðindini.
Løgmaður sigur kortini, at tað altíð er gott at hava ein bjargingarflaka, men at hann ivast í, um Jóannes Eidesgaard hevði vilja verið bjargingarflaki hjá hesi samgonguni.
Finst eingin semja í samgonguni ætlar løgmaður sær ikki at skriva út nýval.
? Tað eru løgtingið og løgmaður, ið hava heimild at skriva út nýval, og eg ætli mær í øllum førum ikki at brúka hesa heimild, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Høgni Hoydal hevur ongar viðmerkingar til, um ósemja er í samgonguni. Hann sigur seg vænta, at uppskotið verður liðugt viðgjørt hesa vikuna, so tað kann koma fyri tingið í næstu viku.
Høgni Hoydal vísir á, at landsstýrið hevur boðað frá einari fólkaatkvøðu, og at tað er umráðandi, at fólk nú lata vera við at koma við ymsum útmeldingum.