? Vit føla okkum hildnar til rukku av Strandferðsluni
Tað sigur Uni Mortensen í Øravík, sum er talsmaður hjá bussførarunum í Suðuroynni.
Í gjáramorgunin løgdu teir arbeiðið niður, tí at teir kundu ikki semjast við Strandferðsluna um ein nýggjan sáttmála, eftir at tann gamli sáttmálin gekk út á nýggjárinum.
Uni Mortensen sigur, at tað kann ikki koma óvart á Strandferðsluna, at bussførarnir í Suðuroynni hava lagt arbeiðið niður.
? Sjálvsagt fær tað avleiðingar, tá ið avtalur ikki verða hildnar, sigur hann.
Hann sigur, at tað stendur í sáttmálanum, at samráðingar um nýggjan sáttmála skulu byrja eitt hálvt ár áðrenn tann gamli gongur út.
? Men hóast fleiri áheitanir hetta seinasta hálva árið um at taka samráðingar upp, hevur Strandfeðrslan ikki viljað samráðst fyrrenn í november.
? Svarið, vit annars hava fingið er, at tað er onki at samráðast um, tí koyringin skal privatiserast og so er ongin orsøk til at gera sáttmála.
Uni Mortensen váttar, at eisini bussførararnir í Suðuroynni vóru við í samráðingunum hjá Bussfelagnum.
?Men har kom kinkur í stevið og tvístøða tók seg upp í Bussfelagnum um samráðingarnar. Vit høvdu annars eina greiða avtalu í felegnum um, hvussu farast skuldi fram, og tað avtaluna ætla bussførarnir í Suðuroynni at halda seg til.
Orsøkin til tvístøðuna í bussfelagnum er, at bussførarar norðanfjørðs eru farnir frá teirri avtalaðu kósini, sigur talsmaðurin hjá førarunum í Suðuroynni. Tí samráðast bussførarnir í Suðuroynni fyri seg sjálvan.
Uni Vestureið sigur, at higartil í samráðingunum hava teir ikki kunna tikið Strandferðsluna í álvara.
?Brævaskiftið ímillum okkum og Strandfersluna vísir, hvussu lítil hugurin hjá Strandfersluni er.
Hann sigur, at bussførarnir í Suðuroynni strektu seg heilt til tann mikudagin 3. januar.
? Men heldur ikki á tí fundinum hevði Strandferðslan nakað sum helst at vísa á. Og tá føla vit okkum hildnar fyri gjøldur. Vit føla, at Strandferðslan hevur onki gjørt, uttan at halda bussføarunum til og tað vilja vit ikki góðtaka, sigur Uni Mortensen.
Hann sigur, at tað er ongin orsøki til at hava ein sáttmála, um hann ikki verður hildin. Tað er heldur ongin orsøk til at hava nakrar tíðarfreistir í sáttmálanum, um tær ikki skulu haldast.
? Hvussu kann nakar halda, at tað ikki fær avleiðingar at tíðarfreistir ikki verða hildnar. Eg skilji ikki, hví Strandferðslan ikki kann halda seg til ein sáttmála, hon sjálv hevur gjørt. Tað einasta, vit vilja, er, at fáa skipað viðurskifti.
Talsmaðurin hjá bussførarunum í Suðuroynni sigur, at orðingarnar, sum Reidar Nónfjall legði fram á fundinum hósnáttina, vóru so leysar, at tær kundu ikki góðtakast.
? Og hann visti væl, at avleiðingin av tí bleiv, at koyringin helt uppat. Og nær hon verður tikin uppaftur, er púra óvist. Fyrsta treytin er, at vit fáa eitt útspæl frá Strandferðsluni, sum vit kunnu taka í álvara. Og eg haldi, at Strandferðslan hevur havt eitt hálvt ár ar rokna í. At hon ikki hevur rokað seg lidnað, er hennara trupulleiki
Øll líka sømdir
Uni Mortensen sigur, at í stórum snýr ósemjan seg um, at bussførarnir í Suðuroynni vilja hava líka góðar sømdir, sum bussførarnir í Havn fáa fyri sama arbeiði. Hann sigur, at bussførararnir í Havn hava betri løn enn teir á bygd og tað heldur hann ikki er rímiligt.
Men heldur ikki hann fer í dýbdina við trupulleikanum.










