Tað er tó ikki bara í Føroyum at miðflokkarnir eru kroystir. Við Berlinmúrinum doyði vanliga hugsjónarliga stríðið millum høgra og vinstra í Europa. Europeiski veljarin leggur dent á vælferð og skilagóðar praktiskar loysnir heldur enn hugsjónarligar parolur.
Stutt sagt: veljarafjøldin er har, sum miðflokkarnir altíð hava verið.
Trupulleikin er bara, at flokkar bæði á vinstra- og høgravonginum - eisini føroyskir flokkar - nú siga seg liggja á miðjuni. Lat meg tí ávara veljaran móti at halda, at flokkar skifta ham eftir stuttari tíð. Veruligan, hóvligan miðpolitikk fáa tit bara við at velja ein flokk, sum altíð hevur sæð tað sum sína uppgávu:
- at byggja brýr,
- at mýkja fastlæstur
støður, og
- at finna hóvligar loysnir,
sum tæna føroyska
fólkinum.
Søguliga hevur hetta verið uppgávan hjá Sjálvstýrisflokkinum og hetta er eisini uppgávan í verandi samgongu. Tí legði Sjálvstýrisflokkurin rygg til at fáa sjálvstýristilgongdina aftur á kós eftir at fullveldisleiðin rendi seg fasta.
Í verandi samgongu umsitur Sjálvstýrisflokkurin almanna- og heilsumál umframt olju- og umhvørvismál. Eg skal stutt siga eitt sindur um olju- og umhvørvismálini:
Karmarnir um eina føroyska oljuvinnu, bæði hvat lógum og umsiting viðvíkir, eru fingnir uppá pláss; fyrsta útbjóðingarumfar er avgreitt og oljuleitingin er byrjað. Fyrstu úrslitini hava ikki víst stórar nøgdir av olju, men prógva hinvegin, at olja og gass verða tilevnað í føroysku undirgrundini. Úrslitini frá eini boring til aðra gera, at framstig allatíðina verða gjørd og góðar vónir eru um, at vit einaferð loysa gátuna um, hvussu kolvetni flyta seg í undirgrundini og tá finna nøgdir, ið tað loysir seg at framleiða.
Til ta tíð kunnu vit fegnast um, at føroyingar og føroyskar fyritøkur longu hava prógvað, at hetta er ein vinna, har vit kunnu vera við. Eitt aðalmál í sambandi við førda oljupolitikkin hevur verið, at kappingarførið heima skal vinna okkum marknaðir í okkara grannalondum. - Tað er tí við gleði, at eg havi kunnað staðfest, at einstakar føroyskar fyritøkur longu eru í ferð við at gerast partar av oljuvinnu uttanlands.
Á umhvørvisøkinum verður grundarlag lagt fyri einum meira heilskaptum umhvørvispolitikki komandi árini. Við støði í eini frágreiðing um náttúru- og umhvørvisviðurskifti fer løgtingið um stutta tíð at hava aðalorðaskifti um umhvørvismál, og vónandi er hetta byrjanin til eina hægri raðfesting av umhvørvismálum. Havi í hesum sambandi eisini hug at nevna, at arbeitt verður við at yvirtaka havumhvørvismálini og vónandi kann hetta avgreiðast um stutta tíð, hóast fólkatingsvalið møguliga seinkar yvirtøkugongdini. - Eg havi lagt dent á, at yvirtøkan av havumhvørvismálunum verður framd í góðum samstarvi við danskar myndugleikar, tí nútíðar umhvørvispolitikkur er tætt knýttur at altjóða viðurskiftum, har vit í verandi ríkisrættarligu støðu verða umboðað av donskum myndugleikum. Eingin ivi er kortini um, at vit eisini í altjóða høpi sjálvi eiga at verja okkara egnu umhvørvisáhugamál.
Síðani vit fingu heimastýri fyri meira enn fimti árum síðani, eru fáar samgongur skipaðar uttan at Sjálvstýrisflokkurin hevur verið við. Nú sigur ein samfelagsfrøðingur at brúk er ikki fyri Sjálvstýrisflokkinum longur.
Einki kann vera skeivari: uttan Sjálvstýrisflokkin endar alt politiskt stríð í Føroyum í reinum blokkpolitikki, har sjálvstýrismálið gerst eitt svarthvítt stríð millum samband og fullveldi og búskaparligi politikkurin gerst ein hugsjónarlig oyðimarkargongd millum høgra- og vinstraloysnir.
Fólkatingsvalið verður mett at geva eina ábending um løgtingsvalið komandi. Tí er ógvuliga umráðandi, at øll sjálvstýrisfólk leggja innanhýsis ósemjur afturum og fara á val 20. november fyri í verki at vísa, at føroyskur politikkur hevur brúk fyri einum veruligum miðflokki - hevur brúk fyri flokkinum, sum altíð leggur rygg til tær hóvligu, praktisku loysnirnar. Loysnirnar, ið tæna føroyingum best.
Veljið Sjálvstýrisflokkin.










