Tað skrivar ukrainski miðilin Kyiv Post. Miðil deilir eisini mynd av kunngerð, sum guveernørurin hevur givið út.
Guvernørurin í økinum, Pavel Malkov, heldur, at leiðarin í einum felag skal finna tvey evni, um tey hava millum 150 og 300 starvsfólk.
Hevur tú millum 300 og 500 starvsfólk, so skalt tú hava trý evni.
Og er talan um eina fyritøku við fleiri enn 500 starvsfólkum, skal fyritøkan finna fimm starvsfólk, sum kunnu gerast kandidatar til russiska herin.
Ætlanin er at sannføra fólk um at skriva undir sáttmála við russiska herin, skrivar ukrainski miðilin.
/Ritzau/










