Tað manglaði bara eitt stig, so høvdu trý føroyingalið kappast í ovara endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum.
Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ taptu á útivølli 24-29 (12-13) fyri Ikast, har Marita var noterað fyri eitt mál.
Samstundis vann Sønderjyske á heimavølli 29-23 (14-11) á botnproppinum, Bjerringbro.
Tað merkir, at Sønderjyske við 20 stigum tekur gylta áttanda plássið frá HØJ, ið dettur niður á níggjunda plássi við 19 stigum, og má sostatt kappast í niðara endaspælinum. Sera harmiligt fyri Maritu og liðfelagarnar.
Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens enda á einum sjeynda plássi við 20 stigum, og tær sleppa sostatt at kappast í ovara endaspælinum.
Í dag tapti Horsens á útivølli 23-29 (13-13) fyri liðnum hjá Rakul Wardum, Ringkøbing. Maria var noterað fyri eitt upplegg til mál, og hon vann liðnum tvey brotskøst. Rakul slapp bara at royna seg í samband við eitt brotskast til Horsens, annars var tað Stephanie Christensen, ið vardi málið hjá heimaliðnum.
Ringkøbing endar á einum ellinta plássi við 16 stigum, og fer at kappast í niðara endaspælinum.
Súna K. Hansen skoraði trý mál og legði upp til fýra mál (assist), tá lið hennara, Skanderborg á heimavølli leikti javnt 32-32 (14-15) móti Silkeborg-Voel. Tíverri fyri Skanderborg javnaði útiliðið til 32-32 í allarseinasta sekundinum av dystinum.
Skanderborg endar næstaftast í deildini við 12 stigum, og fer eisini at kappast í niðara endaspælinum.
Viborg uttan nakað íkast frá Janu Mittún vann stórsigur á útivølli 44-33 (25-18) á EH Aalborg.
Viborg endaði á einum fimta plássi við 33 stigum, og fer at kappast í ovara endaspælinum.










