Elias var toppskjútti hjá THW Kiel

THW Kiel misti eitt týdningarmikið stig á heimavølli

Elias Ellefsen á Skipagøtu er komin í snúningar aftur aftaná skaðafráveruna fyri stuttum.

 

Í dag var Elias toppskjútti hjá THW Kiel, ið spældi javnleik 30-30 móti Eisenach í Wunderino høllini í Kiel. Tá hálvurannar minuttur var eftir av dystinum var Eisenach á odda 30-28, men tað eydnaðist Kiel at knógva eitt stig. Í steðginum var Eisenach á odda 16-13.

 

Elias skoraði sjey mál og legði upp til fimm mál (assist). Hann hevði eisini eitt sokallað "steal", har hann vann bóltin í einari álopsstøðu hjá útiliðnum.

 

Kiel er nummar fimm í deildini við 37 stigum. Teir hava fýra stig upp til Flensburg-Handewitt á øðrum plássinum. Flensburg kann tó økja munin, um teir í dystinum, ið byrjar klokkan 19 í ZAG Arena í Hannover vinna á liðnum hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf.