bryggju. – Tað var stak óheppið, serliga fyri ferðafólkið, tí tað gjørdi hvønn túr 15-20 minuttir longri enn annars, sigur stjórin á Strandferðsluni. Hann vísir eisini aftur, at portrið var opið undir [...] gera klárt at koyra í land. Tað er fyri at spara tíð, og tað verður eisini gjørt umborð á Smyrli, og tað var hetta, sum hendi umborð á Prince, tá ið myndin varð tikin, og ikki tað, at portrið hevði staðið [...] Hann sigur, at annars er tað áhugavert, at tað er ongantíð fluttur so nógvur farmur ímillum Havnina og Suðuroy, sum hesar vikurnar, Prince hevur siglt. Men hann sigur, at tað verður greitt nágreiniligari
harafturímóti uppá, at tað dugir ikki at byrgja Iran inni, og fleiri serfrøðingar í Miðeystur-viðurskiftum taka undir við fransmonnum. Tá franski uttanríkisráðharrin, Philippe Douste-Blazy, var í Libanon mánadagin [...] ætlar sær at lurta eftir ST, og hinvegin kann tað væl henda, at Iran fer at gera støðuna í Libanin uppaftur verri, verða tiltøkini hjá ST sett í verk. Helst var tað ein greið ábending um iransku støðuna, tá [...] hevur verið umrødd, er at taka øll vápnini frá Hizbollah, men tað er ikki serliga sannlíkt, at Iran fer at taka undir við einari tílíkari loysn. Tað shiamuslimska prestastýrið brúkar tann shiamuslimska Hizbollah
sigur hann, at tað er ikki rætt, tá Magni Arge sigur, at Maersk bjóðar ferðaseðlar fyri dumpingprís. Tað er rætt, sigur Keld Mosgaard Christensen, at hesir prísirnir eru sera lágir. Men tað er eisini bara [...] so nógvar kappingarneytar har frammanundna, at ein aftrat ger ongan mun. Tað, hann vildi, sigur Keld Mosgaard Christensen, var tað beint øvugta. At sleppa av við eina avmarking, sum er galdandi á Føroyarutuni [...] sigur, at hann enn ikki hevur fingið svarið frá Finnboga Arge, landsstýrismanni. Men tá tað kemur, fer hann at nærlesa tað og vita, hvat hann so kann gera. Keld Mosgaard Christensen ásannar, at teir vóru ógvuliga
Ingibjørg. Tað er tungt fyri meg at skriva minningarorð um teg, eg fati tað ikki enn, at tú ikki longur er ímillum okkum. Tú ert altíð í mínum tonkum, tað eru ikki miera enn tveir mánaðir síðan tú var ímillum [...] tann 12. november var tú eisini har, og 8. desember bleiv tú heimkallað, so tað gekk skjótt fyri seg. Ingibjørg, tú var so trúgv í Thabor, so vit fara øll at sakna teg har. Eisini var tú so trúgv ímóti [...] ímóti mær og mínum. Tú var ein av teimum fáu nú á døgum, sum kom inn á gólvið við stokkum. Nú ein dagin eg var inni hjá tær legði eg til merkis, at tú føldi teg bangna, tí tú føldi teg ikki væl, men heldur
Hesa ferð var tað inni í Dal á Sandi, har B71 vann 4-1 eftir hálvleiksstøðuna 3-0. Stóri maðurin á Sandi í dag var Tijani Mohammed hjá B71. Hann skoraði í 1. hálvleiki reint hatttrikk. Tað vil siga, at [...] í 1. deild í ár. Tað eydnaðist tó ongantíð NSÍ at fáa spenning í aftur, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, var tað innskifti Sulahmana Bah, sum staðfesti 4-1 heimasigurin. Hetta var fimta ferðin í ár [...] Hetta var neyvan tann endin á kappingarárinum, sum teir í NSÍ høvdu ætlað. Í 25. umfari endaði tað við 2-0 tapi á heimavølli ímóti FC Hoyvík, og í dag fóru Christian Høgni Jacobsen og hansara menn aftur
VÍF í Burndeildini. VÍF var á odda 16-15 í steðginum. Men vestmenningar meina, at teir áttu at vunnið dystin 35-34. Tá støðan var 28-30 kom knappliga ein longri steðgur. Tað var sum til eina fínteljing [...] løgtingsval, tá dómaraborðið mátti fíntelja hvussu nógv mál vóru komin í dystinum. Tá loksins var fíntalt var støðan broytt til 29-30, og hetta eina málið ger, at Neistin kundi knógvað heim ein javnleik
fyri at koma í dystarform, og tað gjørdi hann eisini í dag. Jóan Símun Edmundsson byrjaði inni á liðnum hjá OB, sum vann 3-2 móti eykaliðnum hjá AGF. Jóan Símun Edmundsson var eisini leikarin, ið avgjørdi [...] avgjørdi dystin. Hann skoraði til 3-2 stutt fyri hálvleik, og tá einki mál kom í seinna hálvleiki, var toftamaðurin tískil matchvinnari í dystinum. Í næstum verður Jóan Símun Edmundsson aftur at síggja á føroyska
promillan hjá bilføraranum var ov høg. Sosatt er hann skuldsettur fyri at koyra við kenning, men blóðroynd er tikin av manninum fyri at staðfesta akkurát, hvussu nógv alkohol var í blóðinum. Í Klaksvík varð [...] varð løgreglan boðsend í nátt, tí tveir mans vóru farnir til hendurs inni á einum staði, har tey selja mat. Teir tókust so harðliga, at teir fóru báðir út ígjøgnum ein stóran handilsglugga og endaðu uttan [...] økunar og teir sleppa heldur ikki undan at rinda handilsgluggan aftur. Annars sigur løgreglan, at tað hevur verið stak friðarligt í nátt.
Meginskúlanum Inni í Dal á Sandi, letur væl at degnum í gjár, tá væl av fólki vitjaði sølustevnuna og tey undirhaldstiltøk sum vóru. Í dag klokkan 14 letur stevnan upp aftur, og eitt tað fyrsta á skránni [...] skránni í dag, er, at Martin Kúrberg klokkan 15.30 fer at hugleiða um tíðina, hann var venjari hjá B71. Árni Andreassen, sum var á palli í gjár, fer aftur á pallin í dag, og hetta tiltak verður sambært skránni
teirra livilíkindi. Hetta skrivar Havstovan á hav.fo. Gróðurin er seint á veg í ár. Lítið var av plantuæti og tað ávirkar djóraætið soleiðis, at nøringin av djóraæti hevur verið lítil. Fiskalarvur taka egg [...] og nøgdirnar av hesari føðini vóru smærri enn t.d. í fjør og fyrraárið. Hinvegin so var væl av reyðæti frá í fjør inni á Landgrunninum. Hetta er rikið inn á Landgrunnin í vár. Viðvíkjandi føðiviðurskiftunum