Skilir landsstýrismannin

Rutustjórin hjá Maersk Air sigur, at hann skilir væl, at Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vil hava longri tíð at umhugsa, um hann skal geva Maersk Air loyvi at selja føroyingum bíligar ferðaseðlar. Men hann ásannar, at møguleikin hjá føroyingum fyri eini bíligari páskaferiu er farin

Finnbogi Arge, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur avgjørt ikki at geva Maersk Air loyvi at selja føroyingum bíligar ferðaseðlar nú beinanvegin.

Umsóknin kom við sera stuttum skotbrái, og Finnbogi Arge metir, at hann skal hava betri tíð at umhugsa málið. Tí hevur hann avgjørt at bíða við at geva Maersk Air loyvi at fara undir søluátakið nú um páskirnar.

Rutustjórin hjá Maersk Air, Keld Mosgaard Christensen, sum legði ætlanina fram á tíðindafundi á Hotel Hafnia mikudagin, sigur, at hann skilir væl Finnboga Arge, landsstýrismann.

Keld Mosgaard Christensen sigur, at hann enn ikki hevur fingið svarið frá Finnboga Arge, landsstýrismanni. Men tá tað kemur, fer hann at nærlesa tað og vita, hvat hann so kann gera.

Keld Mosgaard Christensen ásannar, at teir vóru ógvuliga seinir við umsóknini. Men hann væntar kortini, at landsstýrismaðurin fer at viðgera málið við vælvild. Serliga tá vísast kann á rættiliga stóran áhuga millum føroyingar at sleppa at ferðast bíliga millum Føroyar og Danmark.

»Eg skal ikki kalla tað telfonstorm. Men tað hava rættiliga nógv fólk ringt til Maersk Air søluskrivstovurnar, bæði í Føroyum og í Danmark, og hava ætlað sær ein bíligan ferðaseðil«, sigur Keld Mosgaard Christensen, rutustjóri hjá Maersk Air við Tíðindablaðið Sosialin.

Hóast hann væl skilir og eisini góðtekur, at landsstýrismaðurin vil hava longri umhugsunartíð, vónar hann kortini, at ein avgerð verður tikin skjótt. Og sjálvandi vónar hann játtandi svar upp á umsóknina.

Tí hóast páskaátakið ikki verður til nakað, er framvegis hitt átakið, »Ferðist tvey og gjaldi fyri ein«, eftir. Tað tilboðið var ætlað at galda frá 28. apríl til 19. juni.

Í samrøðu við Tíðindablaðið Sosialin í gjár, segði Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, at Maersk Air arbeiðir óseriøst, tá teir koma við slíkum tilboðum og biða um so stutta freist.

Keld Mosgaard Christensen, rutustjóri hjá Maersk Air, hevur onga viðmerking til ta meiningina hjá Magna Arge.

Hinvegin sigur hann, at tað er ikki rætt, tá Magni Arge sigur, at Maersk bjóðar ferðaseðlar fyri dumpingprís.

Tað er rætt, sigur Keld Mosgaard Christensen, at hesir prísirnir eru sera lágir. Men tað er eisini bara eina heilt ávísa tíð, tey bjóða hesar prísirnar. Og tað er bara fyri at royna at fylla tey tómu setrini, flogfarið annars flýgur við.

Tað er frægari at fáa trý fólk at ferðast bíliga, enn ongan at fáa fyri fullan prís. Tann økta ferðslan fer at viga upp í móti tapinum, sum annars hevði staðist av teimum tómu stólunum.

Keld Mosgaard Christensen, rutustjóri hjá Maersk Air, sigur, at hann er ikki heilt samdur við Magna Arge, tá hesin sigur, at kappast verður undir ójøvnum fyritreytum. Maersk Air hevur ikki biðið nakran í EU um at avmarka, hvør skal flúgva har niðri. Hevur Atlantsflog hug at flúgva millum europeiskar floghavnir, er felagið vælkomið, sigur hann. Maersk Air hevur so nógvar kappingarneytar har frammanundna, at ein aftrat ger ongan mun.

Tað, hann vildi, sigur Keld Mosgaard Christensen, var tað beint øvugta. At sleppa av við eina avmarking, sum er galdandi á Føroyarutuni.

Um Magni Arge, stjóri á Atlantsflog heldur, at Maersk Air bara kann stinga hondina í lumman hjá A. P. Møller eftir pengum, tá tað nýtist, fer hann skeivur, sigur rutustjórin hjá Maersk Air.

Væl er Maersk Air eitt felag í A.P.Møller koncernini. Men felagið hevur egnan búskap.

»Longri er tann søgan ikki«, sigur Keld Mosgaard Christensen, rutustjóri hjá Maersk Air.