##med2##
Enn er almenna úrslitið frá høllini á Hálsi javnleikur 35-35 millum Neistan og VÍF í Burndeildini. VÍF var á odda 16-15 í steðginum.
Men vestmenningar meina, at teir áttu at vunnið dystin 35-34.
Tá støðan var 28-30 kom knappliga ein longri steðgur. Tað var sum til eina fínteljing til løgtingsval, tá dómaraborðið mátti fíntelja hvussu nógv mál vóru komin í dystinum.
Tá loksins var fíntalt var støðan broytt til 29-30, og hetta eina málið ger, at Neistin kundi knógvað heim ein javnleik í teimum doyggjandi sekundunum.
VÍF hevur kært tilburðin til HSF.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal og viðmerkjaran, Claus Rasmussen siga frá dramatisku og margháttligu fínteljingini meðan hon fór fram.
2) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá dramatiska dystarendanum.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Paula Høj hjá Neistanum.
4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Filip Jojic, ið skoraði 12 mál fyri VÍF. Filip sigur seg ongantíð hava upplivað nakað liknandi sum við málfínteljingini í høllini á Hálsi í dag.
Í Kollafirði vann H71 22-20 (11-11) á KÍF.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
NEISTIN | 5 | 158 | 133 | 25 | 9 |
H71 | 4 | 113 | 91 | 22 | 6 |
VÍF | 4 | 116 | 108 | 8 | 5 |
KÍF | 5 | 112 | 110 | 2 | 4 |
TEAM KLAKSVÍK | 4 | 91 | 94 | -3 | 4 |
STÍF | 6 | 148 | 173 | -25 | 4 |
KYNDIL | 6 | 125 | 154 | -29 | 2 |