Føroyski landsliðsáleyparin, Jóan Símun Edmundsson, sum í fjør av álvara fekk sítt gjøgnumbrot í donsku Superliguni, hevur ikki fingið eina líka góða byrjan uppá hetta kappingarárið. Ein skaði darvaði Jóan Símun Edmundsson í uppstartinum, sum hevur viðført at Jóan Símun Edmundsson enn bara er komin inn frá bonkinum á liðið hjá OB higartil í ár.
Tískil hevur Jóan Símun Edmundsson spælt onkrar dystir á næstbesta liðnum hjá OB fyri at koma í dystarform, og tað gjørdi hann eisini í dag. Jóan Símun Edmundsson byrjaði inni á liðnum hjá OB, sum vann 3-2 móti eykaliðnum hjá AGF.
Jóan Símun Edmundsson var eisini leikarin, ið avgjørdi dystin. Hann skoraði til 3-2 stutt fyri hálvleik, og tá einki mál kom í seinna hálvleiki, var toftamaðurin tískil matchvinnari í dystinum.
Í næstum verður Jóan Símun Edmundsson aftur at síggja á føroyska landsliðnum til dystirnar móti Portugal og Andorra. Hann spældi ikki við seinasta dyst móti Sveis á Tórsvølli, tá landsliðsframherjin sat uttanfyri við leikbanni.