B71, sum í gjár og í dag skipar fyri sølustevnu í Meginskúlanum Inni í Dal á Sandi, letur væl at degnum í gjár, tá væl av fólki vitjaði sølustevnuna og tey undirhaldstiltøk sum vóru.
Í dag klokkan 14 letur stevnan upp aftur, og eitt tað fyrsta á skránni, er, at Frelsunarherurin fer at syngja og spæla. Ætlandi skuldu tey framføra í gjár, men tá bar ikki til hjá teimum at koma.
Annað áhugavert, sum eisini er á skránni í dag, er, at Martin Kúrberg klokkan 15.30 fer at hugleiða um tíðina, hann var venjari hjá B71.
Árni Andreassen, sum var á palli í gjár, fer aftur á pallin í dag, og hetta tiltak verður sambært skránni klokkan 16.
Klokkan 17 í dag verður barnatiltak, og klokkan 17.30 verður kapping um at flysa gularøtur. Seinni verða eisini lutaseðlar drignir, steypahandan verður klokkan 18.30, og stevnan letur aftur klokkan 19.