Teheran togar í træðrirnar

Við sínari ávirkan á Hizbollah hevur Iran ein avgerandi leiklut í kreppuni í Libanon, men í altjóða samfelagnum er ikki semja um at lata prestastýrið medvirka til eina loysn. Og aftanfyri spøkir stríðið um iransku kjarnorkuætlaninar.

Øll eru á einum máli um, at Iran er ein partur av trupulleikanum millum Ísrael og Hiabollah, men tann stóri spurningurin tykist vera, um Iran eisini er ein partur av loysnini.

Í Washington er svarið eitt greitt nei. Har er støðan, at kreppan í Libanon kann einans loysast við at byrgja Iran inni. Tí eitt er, at Iran styðjar Hizbollah, men landið roynir samstundis at elva til ótrygg viðurskifti í øllum Miðeystri, halda amerikanararnir.

Franska stjórnin heldur harafturímóti uppá, at tað dugir ikki at byrgja Iran inni, og fleiri serfrøðingar í Miðeystur-viðurskiftum taka undir við fransmonnum. Tá franski uttanríkisráðharrin, Philippe Douste-Blazy, var í Libanon mánadagin, segði hann, at Iran er ein týðandi og virdur samstarvspartur í Miðeystri. Hetta segði hann, eftir at hann hevði hitt iranska uttanríkisráðharran, Manouchehr Mottaki, sum eisini var í Libanon.

Eins og flestu aðrar stjórnir hevur iranska stjórnin kravt vápnahvíld í Libanon beinanvegin, men hon hevur samstundis gjørt greitt, at hon fer ikki at viðurkenna nakra avtalu, sum er til fyrimun fyri Ísrael. Tað samsvarar eisini væl við politikkin hjá forsetanum, Mahmoud Ahmadinejad, sum fleiri ferðir hevur sagt, at Ísrael eigur at verða strikað av heimskortinum.

Ein partur av loysnini, sum higartil hevur verið umrødd, er at taka øll vápnini frá Hizbollah, men tað er ikki serliga sannlíkt, at Iran fer at taka undir við einari tílíkari loysn. Tað shiamuslimska prestastýrið brúkar tann shiamuslimska Hizbollah til at útvega sær ávirkan á tann sunnimuslimska partin av Miðeystri. Sambært vesturlendskum fregnartænastum fær Hizbollah vápn úr Iran, sjálvt um prestastýrið heldur uppá, at talan er bara um politiskan og moralskan stuðul.


Kjarnorkan

Skal Iran medvirka til at loysa kreppuna í Libanon og góðtaka, at Hizbollah skal lata vápnini frá sær, fer landið at krevja okkurt munagott afturfyri, og her er tað, at stríðið um landsins kjarnorkuætlanir kemur inn í myndina.

USA og ES vilja vera við, at Iran finglast við at útvega sær kjarnorkuvápn, og londini hava saman við ST fleiri ferðir kravt, at arbeiðið verður steðgað alt fyri eitt. Men Iran heldur uppá, at landið ætlar at brúka kjarnorkuna til friðarlig endamál, og at tað tí hevur rættin á sínari síðu.

Nú hevur ST-trygdarráðið so givið iranska stýrinum freist til tann 31. august at gevast við at ríka uran. Annars verða tiltøk sett í verk ímóti landinum. Men enn er einki, sum bendir á, at Teheran ætlar sær at lurta eftir ST, og hinvegin kann tað væl henda, at Iran fer at gera støðuna í Libanin uppaftur verri, verða tiltøkini hjá ST sett í verk.

Helst var tað ein greið ábending um iransku støðuna, tá ayatollah Ahmad Jannati kom við sínari meting av støðuni:

-Sjálvandi vænta vit, at muslimsk lond styðja Hizbollah og libanska fólkið við vápnum, heilivági og mati. Tað er heilt einfalt ein átrúnaðarlig skylda, segði hann í gjár.