Hetta var neyvan tann endin á kappingarárinum, sum teir í NSÍ høvdu ætlað. Í 25. umfari endaði tað við 2-0 tapi á heimavølli ímóti FC Hoyvík, og í dag fóru Christian Høgni Jacobsen og hansara menn aftur krøktir av vøllinum.
Hesa ferð var tað inni í Dal á Sandi, har B71 vann 4-1 eftir hálvleiksstøðuna 3-0.
Stóri maðurin á Sandi í dag var Tijani Mohammed hjá B71. Hann skoraði í 1. hálvleiki reint hatttrikk. Tað vil siga, at hann skoraði øll trý málini hjá B71. Tijani Mohammed hevur nú skorað 21 mál, og hann er næstbesti málskjútti í deildini. Carlos Ferreira hevur skorað 23 mál.
NSÍ minkaði um munin, tá ið miðverjin Oddur Á. Højgaard 17 minuttir undan leikloki umsetti brotsspark til mál og 3-1. Oddur hevur skorað seks mál í 1. deild í ár.
Tað eydnaðist tó ongantíð NSÍ at fáa spenning í aftur, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, var tað innskifti Sulahmana Bah, sum staðfesti 4-1 heimasigurin. Hetta var fimta ferðin í ár, at amerikanski álopsspælarin var málskjútti.
NSÍ, sum er á fjórða plássi við 42 stigum, fer fríggjadagin at spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík.
Fríggjadagin fer NSÍ á heimavølli at vera partur av grannauppgerð ímóti Skála. Tað er greitt, at bæði Skála og NSÍ í 2024 fara at spæla í bestu deildini.