Góða Ingibjørg.
Tað er tungt fyri meg at skriva minningarorð um teg, eg fati tað ikki enn, at tú ikki longur er ímillum okkum.
Tú ert altíð í mínum tonkum, tað eru ikki miera enn tveir mánaðir síðan tú var ímillum okkum í Thabor, og tá vit høvdu basarin tann 12. november var tú eisini har, og 8. desember bleiv tú heimkallað, so tað gekk skjótt fyri seg.
Ingibjørg, tú var so trúgv í Thabor, so vit fara øll at sakna teg har. Eisini var tú so trúgv ímóti mær og mínum.
Tú var ein av teimum fáu nú á døgum, sum kom inn á gólvið við stokkum. Nú ein dagin eg var inni hjá tær legði eg til merkis, at tú føldi teg bangna, tí tú føldi teg ikki væl, men heldur illa. Tá bað tú meg biðja fyri tær. Men Gud, sum øllum valdar, hann hevði aðra meining við tær, tí hann vildi hava teg heim til sín. Og vit vita tað, at har hevur tú tað gott. Og har er lív hóast deyða.
Takk for rósurnar á vegnum,
fyri tornar millum tær,
fyri lív við páskadegnum,
fyri Jesu fótafar!
Takk, Guð, fyri kross og krúnu,
fyri sigursæla stríð.
Fyri pláss við tína trónu,
takk, mín Guð, um alla tíð!
Hvíl í friði.
Justa