Beint eftir døgverða í gjár kannaði løgreglan ferðsluna í Vági og í tí sambandi vórðu fleiri bilar steðgaðir. Løgreglan kannaði eisini um bilførarar koyrdu við kenning og tey siga, at í tí eina førinum vísti mátarin, at promillan hjá bilføraranum var ov høg. Sosatt er hann skuldsettur fyri at koyra við kenning, men blóðroynd er tikin av manninum fyri at staðfesta akkurát, hvussu nógv alkohol var í blóðinum.
Í Klaksvík varð løgreglan boðsend í nátt, tí tveir mans vóru farnir til hendurs inni á einum staði, har tey selja mat. Teir tókust so harðliga, at teir fóru báðir út ígjøgnum ein stóran handilsglugga og endaðu uttan fyri. Teir vóru kortini so hepnir, at teir sluppu snikkleysir burtur úr tí. Men teir sleppa kortini ikki undan eini bót fyri at hava brotið politiviðtøkunar og teir sleppa heldur ikki undan at rinda handilsgluggan aftur.
Annars sigur løgreglan, at tað hevur verið stak friðarligt í nátt.