TAÐ er okkurt ella kanska heldur mangt, sum bendir á, at tað verður fólkatingsval í ótíð. OG tað er heldur ikki so óvanligt, at tað verður skrivað út nýval í Danmark, áðrenn eitt skeið er fullrunnið. SÍÐANI [...] SÍÐANI Nyrup-stjórnin gjørdi vart við, at hon fór at leggja uppskot fram, sum skulu skerja nýtsluna, hevur verið gitt, at tað møguliga fór at verða útskrivað nýval. EFTIR úttalilsum frá andstøðuni um komandi [...] Føroyavinur. Avgerðin ikki at taka av innbjóðing at vitja her og tøgn Nyrups um somu innbjóðing síðani er ikki við til at økja um álitið á danska forsætisráðharran. At Nyrup gjørdi av at avlýsa vitjanina á sinni
eins lítið og tað kostar at halda tað í Føroyum. TAÐ skal vera vón okkara, at hetta tiltakið fær góða undirtøku og vilja vit sohvørt gera neyðugar og skilagóðar broytingar og ábøtur, soleiðis at vøran verður [...] skúlagátt, og tað er at fegnast um. MEN eisini fjølmiðlarnir kunnu brúka internetið, og tað er hetta, sum Sosialurin nú fer miðvíst undir. Saman við evnaríkum og dugnaligum fólki, sum arbeiða við teldum og te [...] ið, so ber eisini til at hava lýsingar í hesi skipan. Og her er vert at viðmerkja, at talan sjálvandi eisini er um litlýsingar. Lat tað eisini vera sagt her, at ein orsøk til at vit leggja so nógva orku
hansara í Tinganesi hava við síni líkasælu víst, at tað verða ikki teir, sum fara at seta út í kortið. Tí er bert andstøðan eftir, og hana verða vit tí noydd til at seta okkara álit á. Í dag kemur formaður j [...] hol her og der, men at fara so langt sum at skifta út alla meginlívæðrina, tí hon er niðurslitin. Og lat okkum gera bæði landsstýrismanninum og øllum landsstýrinum tað fullkomiliga greitt: Strandferðslan [...] lan og øll samferðslan sum heild millum bygdir og oyggjar er kanska tað mest týðandi grundarlagið í heila tikið fyri at varðveita og menna hetta samfelagið. HØVUÐSSTAÐURIN og stórplássini hava stóran týdning
Og tað er eisini av góðum grundum, at fólk øtast, tí í hesum døgum kunnu vit valla vænta, at pensjónir fara at hækka. Og júst við tí í huga, at pensjónsparturin verður so tungur komandi árini, var tað [...] landsstýrismanninum í heilsu- og almannamálum, uttan at tað fær tað viðgerð, eitt slíkt uppskot eigur at fáa. Í grein í Sosialinum í dag ger Kristian Magnussen vart við, at talan er um at inntøkujavna fólkapensjónina [...] ligið á láni, og kann tað eisini verða partvís orsøk til, at fólkapensjónin er afturúrsigld. Hetta er eitt mál, sum hevur týdning fyri okkum øll, og eitt mál, sum vit ikki kunnu vera bekent við at lata liggja
hvat USA fer at gera. Um landið torir at siga Netanyahu ímóti og leggja trýst á hann fyri at steðga búsetingunum. Vit hava grund til at óttast fyri, at USA fer einki at gera, tí jødiski kapitalurin í USA [...] Ísrael og Jordan. HESI tíðindi komu stutt eftir, at amerikanski uttanríkisráðharrin við altjóða pressuna kundi siga frá teimum gleðiligu boðunum, at ísraelar og palestinar nú høvdu gjørt av at taka fr [...] politikki seta eld í alt Miðeystur, og tað kann fáa avleiðingar fyri heimsfriðin. UM USA ikki fær trýst Netanyahu til at gevast við sínum búsetingarpolitikki, so fer ein so smátt at illgita USA fyri - út frá onkrum
til at knýta tættari bond millum Føroyar og onnur lond. Løgmaður og ríkisumboðsmaðurin hildu fyri í blaðnum í gjár, at møguliga kann filmurin gera, at fleiri danir fara at vísa Føroyum og føroyingum størri [...] sýningina, at vit eru nærum ?inhabil? at meta um filmin, tá hugsað verður um, hvussu stórar vónirnar hava verið og ikki minst spenningurin. Tað er sum at skula sanna orðini, at tá vónirnar til eitt ávist [...] á hesum stað at ummæla filmin. Men vit kunnu tó siga so mikið, at talan er um ein stórfilm, tann fyrsta nakrantíð, sum vísir Føroyar og føroyingar. Hann er avbera vakur og kensluríkur og hevur uttan iva
off-sett tøknina í sjeytiárunum. Sum tíðin leið, var tað heldur ikki nog gott - tí í áttatiárunum var tað teldan, ið var loysnin. Soleiðis gekk eisini á, at Sosialurin seinast í áttatiárunum keypti telduútgerð [...] sum steinaldarútgerð. Og menningin heldur á. - Meðan teldan ikki longur er nakað at tosa um, men ein sjálvfylgja, so eitur nýggjasti samskiftishátturin: INTERNETIÐ. Tað var í fjør, at Telefonverk Føroya Løgtings [...] Løgtings fór at bjóða út tænastur á Internetinum. Sosialurin valdi at vera við frá fyrsta degi, og hevur hettta ment seg til, at blaðið í dag kann bjóða lesarum kring knøttin allan eina fullfíggjaða blaðútgávu
einhvønn prís. Er tað skilabetri hjá kommium at samstarva heldur enn at leggja saman, so eigur tað at standa fremst. Tí tað er greitt, at við betri samstarvi millum kommunur og bygdir ber til at røkka langt [...] týdning tað hevur at varðveita og menna bygdirnar, og vístu á, at samanlegging av kommunum er ein gongd leið. Lat okkum tó her leggja aftrat, at tað er ikki samanlegging bara fyri tess egnu skyld og fyr einhvønn [...] fyri eitt fólk, eina bygd og eina oyggj, at tað finnast arbeiðpláss, at har er virksemi. Gleðin og samtíðis staðfestingin av tí sannroynd, at har einki arbeiði og virksemi er, har følnar alt, kom so væl
TALAN er um at hava eina fólkaatkvøðu í Kollafirði um samanleggingina, so tað er ilt at meta um her og nú, hvat úrslitið verður. Bygdaráðið í Kollafirði má sigast at vera sera djarvt og at vísa stóra ábyrgd [...] landinum, soleiðis at vit fáa færri og størri eindir. TAÐ er ikki so langt síðani, at Argja kommuna varð løgd saman við Tórshavnar Kommunu. Nú stendur so næsta stóra kommunan og bankar á dyrnar hjá landsins [...] ábyrgd, tá tað torir at fara í holt við nakað so tabukent, sum samanlegging annars hevur verið og er. TAÐ hevur so sett upp nakrar møguleikar, t.d. at fara saman við komm-ununum norðan fyri ella Havnini
eisini løgmann, tá hann sigur, at málið er so álvarsligt, at flokkarnir á tingi hava ikki loyvi at misbrúka tað politiskt. LØGMAÐUR biðjur um stuðul frá andtøðuni og roknar við at fáa hana. Hann vísir til andan [...] demokratiska anda í somu lóg. TAÐ kundi sæð út sum um vit fáa eina styrkiroynd í tinginum og í Tinganesi, nú løgmaður er farin á uttanlandsvitjan. Kann tað hugsast, at løgmaður fer at fáa somu viðferð sum mangir [...] verið á lofti seinastu árini, og okkurt bendir á, at hesi fara ikki at verða minni frammi í komandi døgum, nú tá tingið skal taka støðu til eitt uppskot frá løgmanni um at kunna konvertera lánspening til