TAÐ var sum at fáa ein váttan vøtt frammaná, tá tíðindi bórust um, at ísraelski leiðarin Natanyahu kortini ikki ætlar at steðga jødisku búsetingunum í teimum hersettu økjunum á Vestara Áarbakka millum Ísrael og Jordan.
HESI tíðindi komu stutt eftir, at amerikanski uttanríkisráðharrin við altjóða pressuna kundi siga frá teimum gleðiligu boðunum, at ísraelar og palestinar nú høvdu gjørt av at taka friðarsamráðingarnar uppaftur. Í hesum lá eisini, at ísraelar fóru at gevast við búsetingunum í hersettum økjum og í Eysturjerusalem.
MEN gakk. Netanyahu vil heldur brúka musklarnar enn friðarsins diplomati. Við at tvíhalda um framhald av búsetingum bæði í hersettum økjum og í Jerusalem ger Netanyahu einki mætari enn at skriva undir eina krígsavbjóðing til ikki bert palestinar men so sanniliga til allan tann arabiska heimin.
TAÐ fyrsta, ið kemur einum til hugs í slíkari støðu, er, at maðurin er ikki í ordan. Hann er ikki rættsiktaður. Tí eingin hevur loyvi til at spæla hasard við mannalagnum á henda hátt, heldur ikki ísraelski leiðarin.
NÚ verður spennandi at síggja, hvat USA fer at gera. Um landið torir at siga Netanyahu ímóti og leggja trýst á hann fyri at steðga búsetingunum. Vit hava grund til at óttast fyri, at USA fer einki at gera, tí jødiski kapitalurin í USA er so sterkur. Men tá USA hevur átikið sær leiklutin sum meklari og politi um somu tíð, so hevur landið eisini skyldu til at tvinga høgravenda ísraelska leiðaran til at lurta eftir fornufti. Tí tá alt kemur til alt er tað ikki bert talan um ísraelar kontra palestinum. Netanyahu kann við sínum skilaleysa politikki seta eld í alt Miðeystur, og tað kann fáa avleiðingar fyri heimsfriðin.
UM USA ikki fær trýst Netanyahu til at gevast við sínum búsetingarpolitikki, so fer ein so smátt at illgita USA fyri - út frá onkrum stórpolitiskum málum - at góðtaka harðrenda politikkin hjá ísraelska leiðaranum. Hvat skuldi hetta so verið gott fyri kundi verið spurt! Ja hvør veit, ein máti fyri at provokera Iran til at leypa framav, soleiðis at USA og møguliga eisini Ísrael kunnu steðga iranska tilbúgvingini! Fantasiur - ja, møguliga, men tá ein veit, hvat stórpolitikkur snýr seg um - kanska ikki heilaspuni kortini! Undir øllum umstøðum hevur Netanyahu kúvent frá degi til dags, eftir at verða komin ásamt við USA um uppafturtøku av friðarsamráðingunum.