SKELKANDI tíðindi, sum sjónvarpið hevur borið fram í seinastuni um støðuna hjá Strandferðsluflotanum. TAÐ sær ikki mætari út, enn at hol er við at koma á hesa fyri føroyska samfelagslikammið so týðandi meginlívæðr, samferðslunakervið sum so.
NÚ er tað fyrst og fremst Sandoyarsiglingin, sum hevur verið umrødd. Tróndur lýkur ikki krøvini til flutning og er neyðugt við nýggjum skipi. Men í veruleikanum er hetta ein nógv størri trupulleiki enn eitt nú landsstýrismaðurin í samferðslumálum ger hann til. Í veruleikanum tosa vit ikki um at lappa hol her og der, men at fara so langt sum at skifta út alla meginlívæðrina, tí hon er niðurslitin.
Og lat okkum gera bæði landsstýrismanninum og øllum landsstýrinum tað fullkomiliga greitt: Strandferðslan og øll samferðslan sum heild millum bygdir og oyggjar er kanska tað mest týðandi grundarlagið í heila tikið fyri at varðveita og menna hetta samfelagið.
HØVUÐSSTAÐURIN og stórplássini hava stóran týdning fyri hetta samfelagið og hesi røkja nakrar uppgávur, sum er alneyðugar. Men sálin - um ein kann siga, at land og fólk okkara hevur eina sál - tað eru bygdirnar og tey pláss kring landið alt, sum heilt náttúrliga føra traditiónirnar víðari, tað vit eisini kunnu nevna okkara fólkamentan.
FÆR út í Fugloynna, fær út í Hest, ja fær til Suðriar ella til Sands hatta landsstýrismaður og innliva teg í, hvussu týdningarmikil samferðslan er fyri hesi øki! Tástaðni sær tú, at málsøkið samferðsla er meira enn bara rutur og tíðartabellir í eini ferðaætlan. Tú hevur her við sjálvan mergin at gera.
VIT halda tað vera ábyrgdarleyst av sitandi stýri ikki at prioritera samferðsluna meira. Bara at lata standa til og eini gera er tað sama sum heilt at punktera hesa lívæðr og harvið skunda undir avtoftingina frá øllum plássum, sum liggja uttan fyri høvuðsstaðnum og teimum heilt stóru plássunum.
TAÐ er uppá tíðina, at okkara politikarar fáa eyguni upp fyri, hvønn veruligan týdning ein góð samferðsla millum oyggjar og bygdir hevur. Og at teir ikki bert síggja samferðsluna sum nøkur turr tøl og tabellir, men sum eitt sera hent amboð til tess at kunna varðveita og skapa lív í hesum annars frálíka landi. Her nyttar ikki bara at taka eitt skip ella eina farleið fram. Her er brúk fyri at seta út í kortið heilt av nýggjum. Teir flokkar og teir politikarar, sum fara at prioritera samferðsluna, nú vit fara inn í eina nýggja øld, og vilja vera við til at evna til ítøkiligar ætlanir á samferðsluøkinum, teir fara vit at taka hattin av fyri, og teir fara afturfyri at fáa dygga undirtøku millum manna. Sjálvstýrisflokkurin hevur so víst, at hann megnar ikki hesa uppgávuna, og samstarvsflokkar hansara í Tinganesi hava við síni líkasælu víst, at tað verða ikki teir, sum fara at seta út í kortið. Tí er bert andstøðan eftir, og hana verða vit tí noydd til at seta okkara álit á. Í dag kemur formaður javnaðarfloksins við einum boð uppá, hvat kann gerast.