Tey trý FFF-ini

.

SO brann hann aftur á - politiskur stormurin í Tinganesi - nú Framtaksgrunnurin aftur er í fokus og hesaferð skal fáa meiri eginpening.


TEY trý FFF í føroyskum vinnulívi, sum onkur speiskliga hevur samantvunnið við tey trý banniorðini fyforf........hava mangan verið á lofti seinastu árini, og okkurt bendir á, at hesi fara ikki at verða minni frammi í komandi døgum, nú tá tingið skal taka støðu til eitt uppskot frá løgmanni um at kunna konvertera lánspening til eginpening.


UMRØDDU FFF standa fyri Fiskavirking, Fiskasøluni og Framtaksgrunninum. Fyrr vóru hetta tríggjar ymsar eindir - í dag eru hesar fyritøkur og feløg øll partur av eini og somu fyritøku. At so allar húsast í somu lon yvir við Strond í Havn sigur kanska eisini alt um hetta stóra og fyri Føroyar so týðandi samtak. Nú er lagna teirra aftur í hondunum á okkara politikarum


STÓRUR spenningur hevur tikið seg upp, nú fólkaflokkurin hevur boðað frá, at hann fer helst ikki at taka undir við uppskoti løgmans um at fáa skil á eginpeningin í Framtaksgrunninum. Løgmaður sigur við Sosialin í dag, at vil fólkaflokkurin ikki stuðla uppskoti hansara, so fer andstøðan á tingi helst at gera tað, tí eingin kann vera foreintur við, at Framtaksgrunnurin fer fyri bakka.


NÚ fáa vit so eina viðgerð á tingi um málið, og enn er heilt óvist, hvat andstøðan fer at gera. Men ein skilur væl andstøðuna, um hon ikki enn einaferð vil bjarga sitandi samgongu. Hinvegin skilur ein eisini løgmann, tá hann sigur, at málið er so álvarsligt, at flokkarnir á tingi hava ikki loyvi at misbrúka tað politiskt.


LØGMAÐUR biðjur um stuðul frá andtøðuni og roknar við at fáa hana. Hann vísir til andan í stýrisskipanarlógini. Kann vera at løgmaður hevur grein í sínum máli, men tá má hann eisini sjálvur síggja til at liva upp til andan í hesi lóg, tvs. at taka andstøðuna meira við og at lurta meira eftir henni, tá hon leggur mál fram. Tú kanst ikki sum løgmaður fyrst krevja av eini andstøðu, at hon skal liva upp til demokratiska og sakliga andan í eina stýrisskipanarlóg ð, og samtíðis seta somu andstøðu til viks, tá henda hevur brúk fyri, at løgmaður livir upp til sama demokratiska anda í somu lóg.


TAÐ kundi sæð út sum um vit fáa eina styrkiroynd í tinginum og í Tinganesi, nú løgmaður er farin á uttanlandsvitjan. Kann tað hugsast, at løgmaður fer at fáa somu viðferð sum mangir av teimum afrikonsku leiðarunum, tá hesir fara í onnur lond at vitja ella halda summarfrí! Teir verða frákoyrdir. Spurningurin um eina misálitisváttan á løgmann hevur verið frammi áður. Tað hevur ljóðað, at onkur hevur umhugsað eina slíka, nú meðan hann er burturstæddur. Vit ivast tó stórliga í, um tingmenn tora at taka slíkt stig, hóast tað er hetta, sum ikki minst fleiri fólkafloksmenn innast inni ynskja. Men sum ríkisumboðið segði við statsminstaran: fólkafloksmenninir gera alt fyri at gera H...... heitt í Tinganesi, men teir fara ongantíð longur enn út á kantin. Og øll vit vita hví. Fólkaflokkurin livir jú av at blása og hava mjøl í munninum í senn. Og vit fara at síggja hann aftur hesaferð leggja seg fyri føturnar á sambandshøvdinganum. Spurningurin er, hvussu leingi javnaðarflokkurin og tjóðveldisflokkurin skulu finna seg í at vera stuðlar hjá eini stjórn, sum er so rúkandi ósamd og sum so sjáldan tekur teir við uppá mál! Spurningurin er so, um tað er ábyrdarleyst og meiningsleyst, sum lømgaður málber seg, at lata Framtaksgrunninum fara fyri bakka í eini slíkari politiskari styrkiroynd.