beinleiðis stjørnur. Tað nýtist ikki vera ein vansi, at so er, men tað merkir ofta, at hetta liðið skal stríðast meira fyri sigrinum. Og tað kann vera sera torført at halda fast, serliga tá mótstøðuliðið [...] við at gera nakað við. Yngru deildirnar eru so smátt um at koma fyri seg, meðan vaksnamanna liðini royna at hanga í sum frægast. Leikararnir á liðnum søgdu fyri nøkrum døgum síðani við Sosialin, at hjá [...] hjá teimum galt tað um at hanga í bestu deildini, og so mugu vit bara siga teimum, at er hetta gongdin, so eru góðir møguleikar at tað stríðið fer at eydnast. Í dag vóru tað uttan iva royndirnar, sum vóru
tað skapar ein serligan tvídrátt í Pálli, at vaksa upp í einum umhvørvi, har loysunarorðið er "At tola og bíða". Burtur sleppur at kalla eingin uttan í kistu. At Páll nærkast kynsbúningaraldri og er skotin [...] hjá dronginum. Páll vil verða við, at dalurin er tað trygga, og at "Allur heimurin átti at verið bara hetta". Samstundis er lýsingin merkt av klaustrofobi og av, at tann fagri dalurin er deyðans dalur [...] tyngja tær bókina. Psykografi? Tað skerst ikki burtur, at "Dalurin fagri" er tunglisin, og at tú serliga í fyrstani mást lesa umaftur fyri yvirhøvur at finna út, hvat ið gongur fyri seg. Skaldsøgan "Undir
teir upp at tær. Av tí sama fært tú eitt óvanliga gott og tætt samstarv við politikararnar. Og hetta, at journalistar liva so tætt upp at politisku myndugleikunum ger ivaleyst eisini sítt til at styrkja [...] Og so er forsætismálaráðið bygt saman við Christiansborg, soleiðis at til ber at ganga inn at heilsa upp á forsætirráðharran, uttan at fara útum, vísir Per Højgaard á. Í kjallarahæddini undir Ríðibananum [...] gloymi eg ongantíð. At síggja hendan sterka mannin, sum hevur sitið fongslaður stóran part av lívinum, men sum ikki sær út at bera agg, og sum hevur havt so nógv gott at geva øðrum, eftir at hann varð latin
hann sjálvur gevur út, at tað er kostnaðarmikið at fara undir slíka ætlan , men at hann sum heild er nøgdur við úrslitið. Hann fekk 25.000 krónur frá KODA og hevur síðani tikið lán at fíggja restina. Fløgan [...] Grønlandi. Stanley mátti sníkti svartaskógvarnar niður í kjallaran og sníkja seg oman í dansistovuna, tí mamman helt hann vera ov ungan. Stanley var heima aftur klokkan 23, so eingin legði nakað til merkis [...] ngar í Sjónleikarhúsinum í Havn og Silly Boys náddu at gerast nummar eitt og eisini nummar tvey. Kom ikki aftur Í 1970 fór Stanley til Danmarkar at ferðast, men kom ikki aftur. Síðani hevur hann búð niðri
ikki arbeiða saman, annaðhvørt við at taka tað besta úr báðum ella við at bøta um viðgerðarmøguleikarnar og fyribyrgingina fyri sjúkum. Ein frágreiðing kann vera, at modernaða læknafrøðin er ung í mun [...] Pizzaro í 1530-unum tóku tað, sum í dag er Bolivia. Og teir kundu ikki annað enn at hyggja at, tá ið spaniumenn fóru at gagnnýta ótrúligu silvurnámini í Potosi, sum eru í nánd. Silvurið frá Potosi gjørdi [...] landspartinum kastar lítið av sær, av tí at jørðin er máað burtur. Lívið gerst ikki lættari av, at vegir, brýr, flutningstól og vatnveitingar mangla. Aðrir mátar at vinna til lívsins uppihald enn jarðarbrúk
dripin, er ofta vanligt at børn verða hildin burtur frá, við tað at fólk kanska eru bangin fyri, at tey taka skaða av at síggja hetta. Eg dugi ikki við mínum besta vilja at síggja, at børnini skulu taka skaða [...] hugsað um at lata sláturvirkið hjá MBM taka sær av flettingini, sigur Poul, at tað hevur hann ikki. Hann heldur tó, at sláturvirkið er sera gott at hava, við tað at tú á henda hátt altíð hevur onkran at heita [...] árini, er, at nýggja ættarliðið ikki hevur sama áhuga í handfaringini av seyði, og at hesin siðaarvur tískil er við at detta niðurfyri. Har umframt tykist tað ofta vera ein trupulleiki, at vit føroyingar
sigur seg tora at lova fólki, at tað fara ikki at koma jarðskjálvtar í Føroyum, sum skaði fer at standast av. Hvat oljuleiting viðvíkur so heldur Martin Heinesen ikki, at hetta kann koma at skaða nakað. [...] gitt, at ristingarnar stavaðu frá omanlopum í undirgrundini - at grót kanska ruddið oman í op í undigrundini. Ein íslendskur jarðfrøðingar, sum kom til Føroya fyri at kanna fyribrigdið, metti tó, at her [...] vit ikki at knýta jarðskjálvtar og eina livandi undirgrund at Føroyum. Í hvussu ikki í nýggjari tíð. Hetta er nakað vit bara hoyra um hendir aðrastaðni. Men nú hava vit so fingið prógv fyri, at eisini um
manna minni, so vón var til, at løtan á hesum fagnaðardegi eisini fór at vera ein av teimum frægu. Sólskin hevði verið í fleiri dagar, men kvøldið fyri dró hann á luftina og fór at regna. Ilsligt var um morgunin [...] fæ og fenaður hoyra saman. Men tað er kanska býtt at taka so til orðanna, tí fólk siga, at tað er ?útviklingurin,? sum krevur, at so skal verða, at hús verða rivin niður. Hann náði meg, tað hava vit sæð [...] óførur at mála ljós. Eg hugsi at myndin er væl vald. Sólin hvørvur í novembur á Hellunum og sæst ikki aftur fyrr enn í februar. Veturljós er í myndini. Kanska hevur ljósið ment seg so mikið, at tað er
við seðlinum at tryggja sær, at hann ikki var falskur. Í Føroya Banka bóðu tey Steinvør fara oman til ríkisumboðið at býta seðilin um við ein undirskrivaðan, men onkur annar ráddi henni til at taka seðilin [...] og snøggur, segði hann. Mynt- og seðlasavnarin visti at siga, at í savnaraumhvørvinum, verða ófullfíggjaðir seðlar í roynd og veru ikki mettir at vera seðlar. Í prinsippinum er virðið á teimum 0 krónur. [...] sum hon tekur til. ? Eg plagdi at brúka pengar; ikki hyggja at teimum! ? Hesin seðilin varð kortini lagdur til viks eina tíð, og tá eg tók hann aftur varnaðist eg, at undirskriftirnar hjá løgmanni og
maðurin metir tað vera rímiligt, at ein stórur partur av vatninum millum Fjarða verður burturleiddur, tá havandi er í huga, at hetta er landbúnaðarøki burturav, og at hetta kemur at skapa stórar trupulleikar [...] 1999, og segði hann, at upplýst er, at talan verður ikki um at leiða alt vatn burtur. Harafturat vísti landsstýrismaðurin á, at tað ikki er nøkur góð grundgeving, tá ført verður fram, at um áin verður turr [...] eru hildnar, vil Andrias Petersen hava at vita, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera fyri, at tær skulu verða hildnar. Til hetta svaraði landsstýrismaðurin, at í úrskurðinum frá yvirfriðingarnevndini