14. august í ár var ein hópur av fólki komið saman á Hellunum til 150 ára fagnaðardagin hjá Hellunum sum niðursetubygd. Hetta var ein glasiligur dagur, ein av teimum bestu, tú hevur livað. Summarið hevði verið av tí besta í manna minni, so vón var til, at løtan á hesum fagnaðardegi eisini fór at vera ein av teimum frægu.
Sólskin hevði verið í fleiri dagar, men kvøldið fyri dró hann á luftina og fór at regna. Ilsligt var um morgunin, men ikki fall fólkið í fátt, sum stílaðu fyri hátíðarhaldinum. Tey høvdu verið seint uppi kvøldið fyri, og henda fagnaðardag vóru tey snimma á fótum. Eitt sindur av vindi var, og tað vætti úr honum.
Kl. 14:00 skuldi hátíðarhaldið byrjað. Lukkutíð sá sólin. Skjótt er Harranum um. Løtan framman fyri bønhúsið gjørdist ein fagnaðarløta av teimum bestu. Hornorkestrið spældi, røður vóru hildnar og sangir sungnir.
Tá ið farið verður undir so stórt tiltak, eru nógvir endar, sum skulu røkka og nógvir leysir endar, ið skulu knýtast. Alt skal passa saman og vituligt er: Einki kemur av sær sjálvum.
Søga um niðursetubygd
Tað var hugaligt at síggja, hvussu fólk gingu upp í hetta. Kvøldið fyri sótu allar kvinnurnar, sum vóru barnvaksnar á Hellunum og smurdu breyð á Bønhúsloftinum. Eg hugsi, at her var mikil skaldskapur í hesi løtu. Her sótu tær og prátaðu um farna tíð og farnar dagar, um heimbygdina, um skyldskap, vinskap, um gleðisløtur, sorgardagar, ljóðkátt ungdómslív, hús og lonir, húsfólk, ættfedrar, niðursetufólk o. s. fr. Hansina, skyldkonan segði: ?Frits, vil tú ikki hava ein duss, áðrenn tú fert yvir aftur.? ? Á jú, takk, jú, takk.?
Setti meg millum hetta væla lið av skyldfólki og eftirkomarum frá niðursetufólkunum. Og hugsa tær, at liðin vóru einans 150 ár síðan fyrsta grevið varð sett í fløttin á Hellunum. Summi av okkum, ið sótu her, vóru einans í fjórða lið. Tað er so lítið í mun til so mangt annað, tá ið roknað verður fleiri hundrað ár aftur í tíðina. Men hóast tað, so er hetta søga -. søgan um eina niðursetubygd.
Alt, sum havt varð á munni hetta kvøld, var tær opinberað í bókini sum kom út. Helena Samuelsen, dóttir Janu og Ansgar Jensen - ættað av Hellunum, hevur skrivað bókina. Helena er í fjórða liðið og fimta liðið. Lamba Símun er langabbi hennara í móðirættina og Janus er oldurabbin í faðirættina, so hon ber niðursetufólkini við sær í báðar ættir.
Ein leskilig bók
Hetta er ein forvitnislig bók. Martin Holm, sáli, segði altíð við okkum, meðan vit gingu á Føroya Læraraskúla, tá ið hann fekk eina væl úr hondum greidda bók í hendi, at bókin var leskilig. Soleiðis kanst tú málbera teg um hesa bók, at hon er leskilig.
Kápumyndina hevur Heðin Kambsdal gjørt. Hann er í fjórða lið. Hann er langabbasonur Lamba Símun. Hann er óførur at mála ljós. Eg hugsi at myndin er væl vald. Sólin hvørvur í novembur á Hellunum og sæst ikki aftur fyrr enn í februar.
Veturljós er í myndini. Kanska hevur ljósið ment seg so mikið, at tað er komið út í februar. Fannirnar á Sandfelli aftan til eru eitt sindur dókkar, og mjørkin, ið hongur um tindin, er ikki enn árligur. Hann er heldur dimmur á at líta. Men vetrarljósið spælir í tekjum og skjøldrum í bygdini og kastar sítt skin yvir bø og ong, grýti, hamrar, vatnræsir og Blotan.
Helena hevur kastað ljós yvir sína heimbygd. Hon hevur kínt og strokið hvørt mansbarnið á hesum kargu klettum við yndi og kærleika. Hóast frá natúrinnarhond mangt var karlagið, tykist mær, meðan lisið verður, hevur hetta verið eitt gott samfelag at búð í. Tað ber bókin boð um.
Vóru eitt við natúrina
Hetta er ein søga um eina bygd, sum verður reist úr ongum. Soleiðis verður sagt um allar bygdir í Føroyum, men fæstu kunnu vísa á fólkini, sum festu búgv - um teirra stríð ímóti veðri og vindi. Stríðið stendur um at yvirliva. Mundu ikki fólk úr Fuglafirði og úr Oyndarfirði eygleiða hesi fólk og standa spyrjandi: Fara tey nú at koma undan, fara tey at klára tað? Grannabygdirnar hava fylgt við og undrast yvir hesi treisku fólk, sum fóru heimanífrá og settu seg niður í oyðuna, veltu upp úr nýggjum, søktu sjógvin, og vóru eitt við natúrina frá ungum árum av til ellisár. Hugsast kann, at eygleiðarnir onkuntíð hava hugt við skeivum eygum eftir hesum fólkum. Seta seg undir Rættarhamar, har sum Guldbrandshellið var og Rustafjall holvdi yvir bygd, fæ og fólk - at tey høvdu so gott mót og vágaðu so nógv! Hetta vóru einabúgvar, og eingin metir einbýlið við tað, tað er vert. Heldur ikki eygleiðarnir.
Men mær tykir tey á ein hátt hava verið frælsari enn tey, sum hava eygleitt. Hóast tey fæstu fingu ognarrætt til ta dyrkaðu jørðina, var hetta teirra. Indianarin segði: Hvussu kann eg eiga jørðina, tá ið eg ikki eigi luftina, sum eg andi í meg? Her haldi eg hellumenn vístu stórsinni, at teir ikki fóru í rættin við sínum hevdsrætti til jørðina, sum teir høvdu dyrkað og brúkt.
Tankin er jú at koma væl undan uttan at hava notið nakran ágóða frá ognarmonnunum, nei, tá ið gerðini eru innløgd og dyrkað, kemur tann smáttskornið ognarmaðurin og krevur sítt Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis blívur tað við at verða. Eg skal ikki fara út í æsir í hesum, tí boðskapurin um hetta stendur jú í bókini. Men eg má venda aftur til indiánan og hellumenn. Teir høvdu tað gott, sum var. Teir áttu ikki jørðina, men fingu tað, sum jørðin gav, og tað var gott. Teir komu undan.
Kennist sum endurskin
Sumt í hesi bók kennist tú við, og er hetta sum eitt endurskin av tí, tú hevur fingið at vita heimanífrá. Faðir segði mær, at hann gekk fyrsta skúlaárið á Hellunum. Hann búði hjá Jóannesi. Kona Jóannes, Johanna var fastir pápa og Jóannes var sonur Lamba Jákup, so faðir og Jóannes vóru triðji og annar, so her var næstra fólk í báðar ættir. Skúli var eisini hildin í hesum húsi, sum Lovisa so meistarliga sigur frá á síðu 211.
Tá ið nortið verður við hetta hús, gert tú beinanvegin góður við hesa lon. Húsini hava verið sum í ævintýrunum. Ikki vuksu pannukøkur á tekjuni, men hjálpirøtur. Røkiskapur hevur verið í ættini, so tað battar, men harmiligt er, at hesi hús hoknaðu og onnur við á Hellunum. Søgan er eitt, men er ikki stein oman á annan, er søgan einans til sjæls í orðum. Soleiðis hevur tað verið nógvastaðni kring oyggjarnar, at gomul hús eru avdankað, og tað er stórt spell. Eini hús hava sál. Eins og ein bygd er ein sál. Hús, fólk, fæ og fenaður hoyra saman. Men tað er kanska býtt at taka so til orðanna, tí fólk siga, at tað er ?útviklingurin,? sum krevur, at so skal verða, at hús verða rivin niður. Hann náði meg, tað hava vit sæð, hvussu hús máttu lútað aðrastaðni, ja, gongdin tók heilar býlingar við sær og legði teir undir heilt.. Í mongum føri var hetta óneyðugt.
Ættarsøga hjá
teimum, sum vara av
Børnini hjá Johannu og Jóannesi vóru Jákup Martin, Oliva ( Liva) og Jens Christjan. Faðir tosaði altíð um hvussu væl í tey dugdu, serliga at rokna. Jákup Martin var ein sannur roknimeistari. Tað minnast vit, frá tí tíðini hann hevði handil í Fuglafirði. Sum skrivað er í bókini, er Jens Christjan tann fyrsti, ið grivin verður í nýggja kirkjugarðin í Fuglafirði.(d. 2. des. 1928 ) einasn 22 ára gamal. Jens Christjan skuldi niður við ?Silver Lining? hjá Jústenes Ejdesgaard úr Oyndarfirði, men gjørdist sjúkur. Hann fekk meslingarnar og var komin uppaftur, men legðist aftur við lungnabruna og doyði. Faðir fór so við ístaðin. Mynstrað varð 28. okt 1928.
Fjúrtan dagar vardi ferðin frá Fuglafirði til Keypmannahavnar. Fólk vóru blivin bangin um teir. Tá ið Silverlinning var komin um Skagen leiðina, preiaði Jústenes ein útróðrarbát og gav honum nøkur oyru í fikkuna, skrivaði nøkur orð niður, og bað hann senda hetta fjarrit til Føroya. Tað kom væl fram. Silver Lining skuldi skifta motor í Svøríki. Faðir minstraði av í Keypmannahavn og fór út at sigla. Hann endaði í Suður Íshavinum við einum norskum hvalakókara. Meðan hann er burturstaddur doyggja tvey systkin hansara av meslingum eftir einari nátt ( Jógvan - 22 ár og Frida 19 ár d. 30.1. 29 ) tey liggja grivin sum nr. trý og fýra í nýggja kirkjugarðinum. Eg skal ikki fara út í æsir við hesum. Lat hetta liggja. Hetta rann mær í hugan, tá ið Helena skrivar um húsini hjá Jóannesi.
Bókin er ein hent ættarsøga hjá teimum, sum vara av. Søgan er um fólk, trúðarlív, seyð og neyt, bø (jørð), haga og sjógv. Tú kanst altíð taka hana í hondina og fara undir at lesa brotpartar úr henni. Hetta er gott. Tú kundi hugsað tær ein navnalisti var í bókini, um so var at leita varð eftir onkrum navni. Ikki fæst alt í fyrstu syftu. Framman til er jú eitt yvirlit yvir innihaldið í bókini, so hetta er greitt. Tað kanst tú halda teg til, um róð varð afturáaftur í bókini, og taka uppaftur, tað sum hevur tín áhuga.
Góður lesnaður - hjá teim ráðandi og leikum við
Tað, sum hevur tann stórsta áhugan, er søgan um eina heila bygd fram til dagin í dag. Hetta er ein søga um eitt lítið samfelag í útjaðarinum, sum hevur ment seg, men eisini, hvussu gingið hevur niður av bakka til dagin í dag. Við hesi bók verður víst á, hvussu tað kann gangast.
Verður gongdin tann, at bygdirna fara at kenna eldsløkking, verða vit tað fátækari. Føroyska samfelagið er eitt bygdasamfelag, tí mugu vit fyri ein hvønn prís varðveita henda partin av mentan okkara. Fólk áttu at sett seg niður aftur her. Við tí vegasambandi, sum er í dag, tekur tað onga tíð at ferðast frá og til Hellurnar.
Hetta er góður lesnaðaur hjá teimum ráðandi og leikum við. Eitt gott ískoytið til lesna í skúlunum - bæði í hægri og lægri skúlum
Myndirnar, sum eru í bókini gera bókina leskiliga. Fleiri av hesum myndum hevur Jóhannes Fjallheim tikið. Hann var myndamaður. Kona hansara var av Hellunum, dóttir Óla Kristjan og Jóhannu Sofíu. Fleiri myndir bera listaligan dám. Hvør tann besta myndin er, skal ikki takast dagar ímillum, men nógv kann lesast úr hesum myndum. Myndin av Jóhannu Sofíu (síða 86), vermóðir Jóhannes Fjallheim, er ein sera sterk mynd av einari kvinnu, sum hevur livað alla ævi sína á Hellunum. Hevði Picasso málað hesa kvinnu, hevði hann upployst flaturnar og gjørt eina kubistiska frásøgn úr myndini, so hetta bleiv ein analítisk kubisk mynd. Men myndin skal takast, sum hon er. Kvinnan hyggur inn í seg sjálva. Hon letur seg ikki órógvað, um tað er versonurin Fjallheim, ið avmyndar hana. Nei hon hevur kent sína vitjunartíð í hesum jarðarlívi og er steinsett av lívsroyndum undir skiftandi korum á Hellunum. Satt at siga ein klassisk mynd.
Frálíkt myndatilfar
Tann næsta myndin, sum er rættiliga hugfarslig, er av maskinbátinum gamla Karis Heimi á Sandi (í Oyndarfirði søgdu tey inni á Stórasandi). Eg hugsi fyrst um Sandin sjálvan. Móðir, sum var ættað úr Oyndarfirði, tosaði mangan um henda sand, hvussu yndisligt var her inni. Summarkvøldarnar lógu neytini ofta á Stórasandi. Sært tú ikki hesa mynd fyri tær. Friður og sæla, fjørðurin sum ein sveiti og tað stóð við klettin júst sum á hesi mynd? Nú heldur onkur, at hetta er tann reina romantisma - ja, lat tað so vera tað, men veruleikin er jú eisini romantisma. Helena er eisini romantisk í bókini og hví ikki tað? Er hetta ikki ein deilig mynd á blaðsíðu 244 av hellubørnum, monnum og einum installeringi í dýrdarveðri? - Á jú, á jú!
Myndatilfarið er frálíkt. Fjallheim hevur verið bygdini góður og mangt kann lesast úr hesum myndum, sum er sera nógv vert.
So romantisk sum tað kann vera, so ósmæðin kann lagnan eisini verða. Hon smílist ikki til øll mannabørn, heldur ikki til tey á Hellunum. Faðir tosaði mangan um Kunoyar- Katrinu og hennara lagnu. Hon giftist við Lamba Jákupi (bróðir Lamba Símun) og eru tey satta húskið, sum setir seg niður á Hellunum. Eg skal ikki endurtaka hesa søgu, men hon er á blaðsíðu 34 til og við síða 40. Hetta er ein døpur søga um eina lagnu so tunga, sum hjá fáum. Ikki øll kenna til glastridagar í hesum jarðarlívi. Kunoyar- Katrina var ein av teimum, og tað er gott, at hetta er fest á blað.
Bókin í tøkum tíma
Tann næsta sorgarsøgan er 5. húski, sum eg vil draga fram. Tað er Høgni Johansen úr Garðshorni. Hann var bróðir langommu í Tarti í móðirættina. Hann giftist við Ann-Silju, dóttir Jákup í Innistovu úr Fuglafirði. Tað logaðaði væl upp við tey bæði. Hon arvaði jørðina í Skarðhaga og hann arvaði jørðina úr Garðshorni, sum tey áttu úti á Hellum. Hetta var eitt væla hús. Tey skóru upp í 40 seyðir og høvdu fýra kýr, sigur Helena.
Skrivað stendur (blaðsíða 34): Tvey tey fyrstu børnini mistu Høgni og Ann- Silja, og bert 32 ára gomul doyr hon, fýra dagar eftir hon hevur átt Johan Cecilius. Og ársgamal doyr eisini hann. Eftir situr Høgni við tveimum smábørnum.
Niðursetufólkini hava stríðst. Vit kundu fari í hesa søgu og tikið onnur dømi um, hvussu hørð lagnan kann verða. Lat hetta liggja. Lesið hesa bók, so faa tit eina fatan av hvussu tungt og torført, tað hevur verið, at komið undan, men eisini fródligar frásagnir um dýrdarløtur heima við hús, á markini, í torvi, sunnudagstúrar, á útróðruð, við lendingina, í forrætningini, í bønhúsinum o. s. fr.
Helena hevur í tøkum tíma fingið hesa søgu á prent. Tey, sum nú liva eftir á Hellunum og minnast, eru so fá, at spell hevði verið, at henda bók ikki kom út á hesum fagnaðardegi. Lovisa, lærarinnan hevur verið ein hollur stuðul hjá Helenu, tá ið um tilfarið galt. Greinskrivarin hevur gingið í skúla hjá Lovisu og arbeitt saman við henni í Fuglafjarðar skúla í mong ár. Eitt skilafólk og fróðarfólk. Anna, kona Petur Kristjan, so mild í atferð og hugburði er við í søguni sum heimildarfólk. Hon er elsta fólk á Hellunum í dag. Jana, mamma Helenu hevur sagt frá mongum og givið lív til hesa søgu og onnur við.
Persónliga eri eg sera glaður fyri hesa bók. Her er ættin í faðirættina og ein partur er við í móðirættini. Takk fái Helena Samuelsen og øll tey, sum hava havt eina hond við í hesi leskiligu bók.
Málið er leikandi lætt, sum tað eigur at vera.
Tey byggja land, ið liva! Hetta kanst tú seta sum spjaldur yvir søguna um Hellurnar - ein niðursetubygd.