Traditionellur heilivágur í Bolivia

Ein náttúrligur partur av gerandisdegnum - ferðafrásøgn frá ferð í Bolivia, skrivað og lagt til rættis hevur Heini Hestoy

Flestallir bolivar kenna 20-30 læknaurtir og brúka kanska einar 5-10 sjálvir, eitt nú camillu fyri svøvnloysi og ófriði, trevsur á majsaksinum fyri hovin bein og fræ úr papayafrukt fyri búkilsku.

Har eru traditionellir grøðarar ella medisinmenn, sum umframt stóran kunnleika um læknaurtir eisini gera gandakend ritual sum t.d. at spáa í kokabløðum og kalla sál aftur í likam, sum hon er farin úr.

Send spurningar og viðmerkingar tínar til comet@ inet.uni2.dk, og tú fært svar beinleiðis úr Bolivia.


Mitt í heimssøguni og kortini uttanfyri

Jallqua-rnir hava búð í Bolivia frá tíðarinnar upphavi. Teir vóru har, tá ið Inkaríkið var í hæddini, og tá ið sponsku conquistadorarnir (sigursharrar) undir leiðslu av beiggja Pizzaro í 1530-unum tóku tað, sum í dag er Bolivia. Og teir kundu ikki annað enn at hyggja at, tá ið spaniumenn fóru at gagnnýta ótrúligu silvurnámini í Potosi, sum eru í nánd. Silvurið frá Potosi gjørdi Spania til eitt heimsveldi í 16. og 17. øld, og tað var grundarlagið undir einum ríkum og mentaðum samfelag á háslættanum í Bolivia, eitt samfelag sum jallqua-rnir ikki fingu lut í, hóast tað var í teirra landi.

Í dag er ikki nógv eftir av fortíðar risastóra ríkidømi í Potosi. Námini eru holur í jørðini og útvinningin av tí silvurinum, sum kanska er eftir, krevur nógv sliti.

Alt meðan jallqua-rnir á henda hátt ferð eftir ferð hava sæð ríkidømið í landi sínum gleppa sær av hondum, liva teir sítt kravlítla lív uppi millum fjøllini í sunnara parti av Bolivia. Men hóast hørðu lagnuna hava tey varðveitt eina ríka mentan, sum í høvuðsdráttum er teirra egna. Tað er eitt slag av Asterix-samfelag, sum stavar heilt frá teirri tíðini, tá ið evropearar enn ikki ráddu í heiminum.

Jallqua-rnir eru ein etniskur bólkur, sum breiðir seg út báðumegin markið millum landspartarnar Chayanta (Potosi Departementos) og Oropeza (Chuquisaca Departementos). Sí kort.

Fólkatalið er nærum 26.000, og tey búgva í teimum lægru pørtunum av háslættanum, í dalarmunnum og dølum, har tey velta epli, hveiti, havra, majs, ertrar, bønir, squash og hava nøkur frá frukttrø. Tey hava eitt sindur av kríatúrum, seyð og geit, oksar og ásin. Landbúnaðurin í landspartinum kastar lítið av sær, av tí at jørðin er máað burtur. Lívið gerst ikki lættari av, at vegir, brýr, flutningstól og vatnveitingar mangla. Aðrir mátar at vinna til lívsins uppihald enn jarðarbrúk eru ikki til. Hetta ger tað sera torført at varðveita eina lágmarksinntøku.

Jallqua-rnir búgva meira enn 2000 m oman fyri sjóvarmálan, og tey kavakløddu Andesfjøllini hevja seg upp omanfyri tey. Uttan fyri Bolivia eru jallqua-rnir bara kendir fyri sermerkta tóvirki sítt, sum á undrunarverdan hátt lýsir ein heim uttan ljós. Jallqua-rnir royna at lýsa ein heim inni í jørðini, har tann gudur býr, sum gevur teimum íblástur til mynstrini. Upp ímóti djúpum tónum av grønum, bláum og vínreyðum lýsa appelsingult, pink og reytt sum glampan av snarljósi. Tað er ein fløktur heimur av ævigari skapan av veruligum og íspunnum verum. Dygdin í hesum tóvirki, vakurleikin í motivum og skapum og dirvið, sum lýsingin av fløktu viðurskiftunum er prógv um, ger tað einastandandi. Tóvirkið eigur at verða kallað nútíðarlist, sum samstundis er tað list, sum sigur frá aldargamlari innlendskari mytologi.

Smálutur á jallqua-klæði á etnografiskum tóvirkismuseum í Casa Capallanica í Sucre, Bolivia


Einaferð var vitan um læknaurtir almannaogn

Sama vitanin er at finna allastaðni á jørðini eisini um okkara leiðir. Einføld ráð, sum hjálpa móti sjúkum, tá ið læknin er langt burtur ella óatkomiligur vegna fátækdømi. Í fleiri øldir høvdu kirkjan ella klókir menn og klókar konur hesa vitan, sum er grundað á nógvar royndir.

Aftan á fronsku kollveltingina sópaði modernaða læknafrøðin so líðani alla hesa vitan til viks við skynsemi sínum og við vísindaligu og eftirkannaðu heilivág- og skurðviðgerðum sínum.

Heilivágur er í dag ídnaðarframleiðsla, og virknaðurin eigur at vera eftirkannaður og prógvaður. Kortini er eingin sannleiki uttan tillagingar. Nógvir viðgerðarhættir í dag byggja framvegis á royndir frá undanfarnum tíðum, eins og teir alla tíðina verða broyttir, av tí at heilt rætta viðgerðin fyri sjúkurnar er ikki funnin enn.

Nýggjar sjúkur koma fram ella bakteriurnar gerast mótstøðuførar móti kenda heiliváginum og tí má nýggjur finnast. Hjáárin av heilivági er ein vaksandi trupulleiki, medisinið skaðar viðhvørt meira enn tað gagnar og kanska í ókendum vavi. Hetta skerjir evnafrøðiliga heilivágin.


Modernað læknaføði og »heila« menniskjan

Modernað læknafrøði hevur gingið sigursgongd um allan heim - summi halda at hon hevur sigrað seg í hel - við fatanini av menniskjuni sum eitt tól, har hvørt brekið verður rættað sær uttan at skeitt verður stórvegis at sálarligu og kropsligu støðuni annars hjá fólkinum.

Mótsettar hesum eru gamlar sjúku- og heilsufatanir, sum leggja dent á at varðveita eina likamliga javnvág. Eitt nú snýr læran hjá Hippokrates (466-377 f.Kr.) seg um tær fýra likamsvæturnar: slím, blóð, gult og svart gall, sum skulu javnviga fyri at forða fyri likamligum og sálarligum frávikum, við øðrum orðum forða fyri at sjúkur mennast.

Nakað tann sama skipanin er lutvíst varðveitt í Bolivia, har tað er javnvágin millum heitt og kalt talan er um. Allar matvørur eru antin heitar ella kaldar, og tey, sum eta ov nógv av øðrum fáa ávikavist eina heita ella eina kalda sjúku.

Ein partur í sjúkuviðgerðini er tí at endurskapa javnvágina gjøgnum matarhaldið.


Nýggjar sannkenningar

Slík holistisk lívsfatan er aftur farin at vinna frama um okkara leiðir. Fólk leita til alternativar viðgerðarar og heilivágir, tí at har fáa tey eina frágreiðing um sjúkuna, sum tey skilja, og fáa sjálv ábyrgd av at gerast frísk aftur. Ella tey fáa nýggja vón um leking, har modernaða læknafrøðin gevur upp.

Heilsumyndugleikarnir stíla fyri herferðum um lívsstíl, sum leggja dent á at stimbrandi matur, motión og avmarkað tubbaks- og brennivínsnýtsla eru fyritreytir fyri góðari heilsu. Og fólk broyta vanar sínar, hóast tað fyri ein stóran part hevði verið ómakaleysari at livað sum einum lysti og síðani farið til lækna og fingið eina tablett, tá ið okkurt fór at bila. Hugsanin um menniskjuna sum eitt tól, sum gongur fyri, er ikki ónýtilig, men hon hevur víst seg ikki at kunna standa einsamøll.

Og kósin broytist spakuliga. Vistfrøðiliga rákið er somuleiðis tekin um, at fólk hava betri umsorgan fyri sær sjálvum. Vit vita ikki hvat pestisid, handilstøð, vakstrarfremjarar og genmanipuleraðir ávøkstir gera við okkum, og tí royna vit at avmarka nýtsluna av teimum.


Traditionel og modernað læknafrøði samstarva

Vit kunnu spyrja, hví tær báðar skipanirnar ikki arbeiða saman, annaðhvørt við at taka tað besta úr báðum ella við at bøta um viðgerðarmøguleikarnar og fyribyrgingina fyri sjúkum.

Ein frágreiðing kann vera, at modernaða læknafrøðin er ung í mun til ta traditiónsbundnu og er tí óviss og trongskygd mótvegis alternativum, sum seta spurnartekin við summar av grundreglunum í modernaðu læknafrøðini. Ein onnur kundi verið, at alternativa læknafrøðin dugir ikki ella vil ikki prógva virknaðin av alternativu viðgerðarhættunum á vísindaligan hátt.

Nú á døgum eru fólk kortini farin at skjalprógva hvussu m.a. gingko biloba og ginseng rína við ellisbrek og perikon við tunglyndi (depressión). Í framtíðar samstarvi noyðist náttúrulæknafrøðin at fylgja hesi góðu grundreglu, um hon av álvara vil fáa eina samrøðu í lag við modernaðu læknafrøðina. Etiskt er tað svik at taka gjald, ofta stórar upphæddir, fyri viðgerð, har árinið ikki er skjalprógvað, eins og flestøll, sum geva alternativar viðgerðir, gera.


Í Boliva ber til

Í Bolivia virka skipanirnar lið um lið, og fólk velja sjálv viðgerðarslag í mun til pengapungin, gongdina í sjúkuni og alt eftir hvussu atkomilig viðgerðin er.

Tað nýggja, sum Dialogos-verkætlanin roynir at seta í verk, er at sameina tær báðar skipanirnar. Í fjarskotnum fjallabygdum í Andesfjøllunum, har tað ofta eru fleiri dagsferðir á rossabaki ella til gongu til lækna, læra økislæknar - berfótarlæknar - at brúka bæði modernaðan og traditionellan heilvág í fyribyrging og viðgerð. Fyrimunirnir við traditionella heiliváginum er, at hann er bíligur, lættur at fáa hendur á og góðtikin.

Hinvegin er modernaði heilivágurin einastandandi við vaccinatiónum og penicillini, sum verður brúkt fyri álvarsamar infektiónir og skurðviðgerðir, har tað er neyðugt. Traditionella náttúrulæknafrøðin dugir ikki at svara øllum, men saman við modernaðu læknafrøðini kann hon í flestu førum avgreiða vanligastu heilsuspurningarnar um infektión í andaleiðini, búkilsku og pínu, barnsburð og skeivt matarhald, sum er vanligt millum fjallabøndur í Bolivia.

Ivasemi hevur gjørt vart við seg bæði hjá náttúrulæknafrøðini og modernaðu læknafrøðini, men vunnið er so líðandi á tí. Fólkið í økinum hevur frá fyrstan tíð sum heild tikið undir við verkæltanini, eina mest av tí at hon hevur umfatað urtaheilivágin og á tann hátt hevur støði í teirra mentan. Tískil er verkætlanin skillig hjá fólki og er vorðin góðtikin.

Eitt filmslið fer á ferðini at fylgja skeiðinum fyri økislæknarnar, vísa medis-inmannin og økislæknan til arbeiðis, vísa hvussu læknaurtirnar verða heystaðar og gjørdar til urtamedisin og lurta eftir hvat fólkið og læknarnir halda um fyrimunir og vansar hjá verkætlanini.