Tað var um reppið ....

Hondbóltur: Kvinnurnar í Tjaldur høvdu munin á vestmannakvinnum bæði í hálvleikinum og beint fyri dystarlok, men kortini gjørdust tær ov stuttar

Tjaldur - VÍF 23-24 (12-11)


So byrjaði hondbóltskappingin av álvara. Hóast ætlanin eftir øllum at døma var at útseta dystin millum Tjaldur og VÍF, so varð hann leiktur kortini, og endin var, at steypavinnararnir frá í fjør drógu longra stráðið Ì einum dysti, sum saktans kundi farið hin vegin.

Tí í veruleikanum var tað Tjaldur, sum var oman á meginpartin av dystinum. Tær løgdu seg á odda frá byrjan og hildu seg har líka til fimm minuttir vóru eftir av dystinum. Tá javnaðu VÍF-kvinnurnar og við tveimum málum beint eftir avgjørdu tær dystin til sín fyrimun.


Sær bjartari út

Hóast úrslitið Ì fyrsta umfari ikki er nøktandi - tað er eitt tap ongantíð - so er tað kortini ikki verri enn so, at eitt tepurt tap móti steypavinnarunum eigur at geva Tjaldursleikarunum vónir um sigrar seinni í ár.

Liðið hevur fleiri streingir at spæla upp ·, hóast eingir leikarar eru beinleiðis stjørnur. Tað nýtist ikki vera ein vansi, at so er, men tað merkir ofta, at hetta liðið skal stríðast meira fyri sigrinum. Og tað kann vera sera torført at halda fast, serliga tá mótstøðuliðið hevur tað, ein sjálvur vantar - ein leikara, sum kann avgera ein dyst, ella venda einum dysti.

Tað hevur VÍF í leikandi venjaranum og sunnudagin var tað eisini leikandi venjari, sum til endans tók ábyrgdina á seg og vendi einum hóttandi tapið til sigurs.

Ioana Rapa, sum annars fekk fýra mál í dystinum gjørdi tey bæði seinnu tá fýra og tríggir minuttir vóru eftir av dystinum, og tá var torført hjá heimaliðnum at koma afturíaftur.


Royndin á muni

Sum sagt, so var hetta fyrsti landskappingardysturin á árinum hjá hesum báðum liðunum, og tí ber sjálvsagt illa til at siga nakað bara út frá tí eina dystinum. Kortini eiga kvinnurnar í Tjaldur, at leggja sær í geyma, at tær næstan spældu líka upp við steypavinnararnar í fjør, og tað í sær sjálvum er eitt bragd hjá einum nýggjum felag.

Traditiónirnar fyri hondbólti eru ikki so langar á eystara armi av Skálafjørðinum og hinu megin Gøtueiði, men tað eru tey í ferð við at gera nakað við.

Yngru deildirnar eru so smátt um at koma fyri seg, meðan vaksnamanna liðini royna at hanga í sum frægast. Leikararnir á liðnum søgdu fyri nøkrum døgum síðani við Sosialin, at hjá teimum galt tað um at hanga í bestu deildini, og so mugu vit bara siga teimum, at er hetta gongdin, so eru góðir møguleikar at tað stríðið fer at eydnast.

Í dag vóru tað uttan iva royndirnar, sum vóru á muni, og sum kanska avgjørdu dystin.