AT TOLA OG BÍÐA

Nýggja skaldsøgan eftir Gunnar Hoydal snýr seg um uppvøkstur, tuberklar, deyða og kærleika.

Gunnar Hoydal: Dalurin fagri. Skaldsøga. Bókadeild Føroya Lærarafelags 1999. 309 s. kr. 238

JÓGVAN ISAKSEN

Í teimum undanfarnu prosabókunum hjá Gunnari Hoydal, "Av longum leiðum" og "Undir suðurstjørnum", hevur ferðing og samanburðurin millum heima og burturi ein avgerandi leiklut. Nýggja skaldsøgan, "Dalurin fagri", fer harafturímóti fram í einum serdeilis avmarkaðum umráði, nevniliga á bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum í 1924. Árstalið havi eg úr samrøðu í bløðunum við høvundin, tí eg haldi meg ikki undir lesnaðinum hava rent meg í nakra beinleiðis tíðarfesting, hóast tað er greitt, at leikur fer fram einaferð aftan á 1. veraldarbardaga.

Eitt hava tær tríggjar nevndu bøkurnar kortini í felag, og tað er tann stak biografiski karmurin um hendingarnar. Í teimum fyrru bókunum stavaði hann frá høvundinum og teimum nærmastu, í hesum førinum frá uppvøkstrinum hjá pápanum.


Við líki av bygd fyri degi

Inngangsørindið úr tí bæði sáru og eydnusomu yrkingini hjá Karsteni Hoydal "Ganga nú á meg minnini" er prentað yvir av fyrstu tekstasíðuni. Skaldsøgutittulin stavar frá hesum ørindi, og frásøgnin byrjar í sama stað og brúkar sama orðatilfar sum yrkingin. Ramman um skaldsøguna annars er í fittan mun tikin úr søgusavninum "Leikapettið" - somuleiðis eftir Karsten Hoydal - og nógvir av viðburðunum ganga aftur í "Dalinum fagra".

Høvuðspersónur er Páll - navnið er eisini lænt frá Karsteni - og lesarin fylgir honum í umleið eitt ár. Pápin er maskinpassari og allahandamaður á bróstjúkrahúsinum, og tað skapar ein serligan tvídrátt í Pálli, at vaksa upp í einum umhvørvi, har loysunarorðið er "At tola og bíða". Burtur sleppur at kalla eingin uttan í kistu. At Páll nærkast kynsbúningaraldri og er skotin í tí javngomlu, sjúku Sigrid, ger ikki kensluvavsturin minni.

Hóast endurminningar hjá pápanum og tuberklasjúkrahúsið lata karmin, so er "Dalurin fagri" skaldsøga, har tað við skiftandi frásøguhættum verður sagt frá kenslunum hjá dronginum. Páll vil verða við, at dalurin er tað trygga, og at "Allur heimurin átti at verið bara hetta". Samstundis er lýsingin merkt av klaustrofobi og av, at tann fagri dalurin er deyðans dalur. Men hetta er heimurin hjá dronginum, og hóast hann er vandamikil og demoniskur, so er tað hansara verð. Tað trygga og tað ótrygga gerast eitt, og kenslan av at bera seg skeivt at loðar í heilum uppivið. Ring samvitska, sum tú aldrin sleppur undan, er ein av aðalkenslunum hjá tí fríska millum tey sjúku.


Flugueygu

Serliga í fyrstani flytir frásøgnin seg associativt stein av steini. Einastaðni vil Páll ikki hoyra og stappar snipparnar frá koddanum inn í oyruni, men so gert sjónin so mikið betri. Tey túsund eyguni á eini flugu koma fram fyri hann, og síðani størsta skinfluga nakrantíð á sjúkrahúsinum:

"Hon surraði ein dagin í køkinum hjá teimum og rendi seg í rútin við einum rundum bresti hvørja ferð. Hon var sum ein svartur, flúgvandi torvmoli, móð ella dovin, hon fleyg í bugum niðureftir, sum datt hon fyrst og mátti so stríða seg upp aftur. Næstan sum ein sjúklingur, ið fer av songini og yvir í ein stól".

Orðamyndirnar tykjast mær eitt sindur ógreiðar. Hvat er ein rundur brestur? Ein flúgvandi torvmoli? Og samanburðurin millum fluguna sum flýgur í snúður niðureftir og síðani uppaftur og sjúklingin, sum strevar seg úr seingini yvir í ein stól, er mær ikki sørt tilgjørd. Tað ber til at fata myndirnar, men bara intellektuelt, og sjálvt tá eru tær ikki eyðsæddar. Tær leggja heldur einki aftrat frásøgnini annað enn at fáa fluguna upp í tað alfevnandi sjúkuhugtakið - og so tyngja tær bókina.

Psykografi?

Tað skerst ikki burtur, at "Dalurin fagri" er tunglisin, og at tú serliga í fyrstani mást lesa umaftur fyri yvirhøvur at finna út, hvat ið gongur fyri seg. Skaldsøgan "Undir suðurstjørnum" var heldur ikki lættlisin, men hon hevði ein greiðan bygnað, sum lesarin kundi fylgja, hóast hann kundi tykjast fløkjasligur. Her er bygnaðurin ógreiður, og viðhvørt fær lesarin varhugan av, at høvundurin "has trown everything in but the kitchen sink", so ymisliga verður sagt frá.

Mest er av vanligari realismu, men eisini í hesum lýsingum verður lopið stein av steini og farið út eftir hugflogartangentum. Aftrat hesum koma surrealistiskar lýsingar og hallucinatorisk brot, sum minna um ta raplandi skrivingina hjá William S. Burroughs. Spiritistar hava eitt tól, ið verður nevnt ein psykografur og sum mátar hugmyndir í dulvitinum. Undir lesnaðinum av "Dalinum fagra" spurdi eg fleiri ferð meg sjálvan, um summi brot vóru psykografi?

Einaferð á nátt fer Páll upp trappurnar á sjúkrahúsinum, so stillisliga sum til ber, "men kortini brakaði í. Tað var sum ein ketta, ið fekk í oyrað og klóraði eina skeinu í tað, hann føldi, at ein tungur dropi av blóði datt niður á gólvið í gongini, tá ið hann var uppi."

Her verður flutt frá tí sálarliga til tað ítøkiliga, men í samanhanginum er gongdin ógreið og kám. Brakið í trappuni klórar á hol, og ein blóðdropi dettur niður á gólv. Ein dreymur ella ein ekspressionistisk lýsing, har umhvørvið speglar kenslurnar. Seinni glíður Páll í tí hugsaða blóðdropanum.


Ein tangentur og annar

Tað er so javnan, at høvundurin letur hugflogið fara út eftir tangentinum, men eg eri ikki so vísur í, hvussu gevandi tað er. Í flestu førum hevur tað lítið við lýsingina av Pálli ella sjúkrahúsinum at skaffa, so spurningurin er, um ikki allir hesir slankar steðga søgugongdini og tyngja um leiðina framá?

Mangan er tað so, at hóast tað verður sagt frá hendingum, er tað eins og søgan stendur still. Tað er líkasum hon tøvir í sama stað. Høvundurin hevur ilt við at fanga forvitni hjá lesaranum, tað forvitni, sum skal koyra undir, so vit fara frá kapitli til kapittul at kunnast um persónar og søgu. Í so máta er "Dalurin fagri" mitt úr slagnum, tí tað er als ikki óvanligt í føroyskum bókmentum, at skaldsøgur sakna drive, sakna framdrátt, at avmyndingin av einstøkum hendingum er høvuðssakin, meðan tann episka frásøgnin liggur á láni.


Orðaspøl

Nógv verður spælt við, hvussu drongurin fatar ymisk orð. Hann verður spurdur, um hann veit, hvat tað er at gera kur? Tað veit hann, tí hann hevur sæð hanar og steggjar gera tað: "At gera kur, var at bíta í nakkan á teimum veiku og pína tey." Síðani blíva kurarnir á sjúkrahúsinum blandaðir upp í. Og tá ið hann hoyrir, at ein av gentunum hevur eftirlíka, er eitt uppskot, at tað er "at gera seg sum lík", men høvundurin gevst ikki, meðan leikur er góður: "Hevði hon eftirlíka á vegnum? Tey tosaðu um vegin. Beinta var komin upp á vegin. Var hon fyrst farin útav? o.s.fr.

Hetta er ein vaksin, sum hermir fatanarverðini hjá barninum og heldur á ov leingi. Tí hóast barnahugin kann uppfata vaksnafyribrigdi upp á ein fyri vaksin skemtiligan hátt, so halda tey sjáldan systematiskt á úr einum hugtaki í annað.


Tuberculosis

Forlagið hevur í fjølmiðlunum sett fram, at nú verður søgan hjá teimum mongu tuberklasjúku frá fyrru helvt av øldini endiliga søgd. Í hesum eri eg ikki samdur. Sorgarleikirnir hava hug at hvørva í avmyndingini av hesum ella hasum, og tá ið tað kemur til gentuna Sigrid, hvørvur trúvirði. Hon er ógvuliga sjúk og smittar ivaleyst illa - hon sleppur ikki inn í køkin, tá ið tey halda skúla - men kortini er hon uppi í øllum. Okkurt er dreymur hjá Pálli, men aðrastaðni spælir hon við sum onnur børn, og tað ber illa til.

Avmyndingin av teimum tuberklasjúku verður til dreym og skaldskap, og tann beiski veruleikin hevur hug at fána burtur. Tann mest hjartanemandi lýsingin í bókini er samrøða millum eina útslitna mammu og hennara einasta, deyðasjúka son. Handan tey lítillátnu og gerandisligu orðini varnast ein ómetalig pína, og lesarin fangar eitt vet av sorgarleikinum.

Brotið er óvanligt, tí tað í fittan mun er samrøða, og tí tað snýr seg um tveir hjápersónar. Tað vísir seg eisini at vera lænt úr Smáskriftum Varðans, har tað eitur "Móðir og sonur. Ein sanatoriisøga". Høvundur er ikki settur við, men kann vera M.A. Jacobsen, sum Gunnar Hoydal hevur nevnt sum eina av sínum keldum.

Um somu tíð, sum eg ikki haldi, at "Dalurin fagri" er søgan hjá tuberklunum í Føroyum - ella bara í Hoydølum - so er sjúkan uppi í øllum, sum fer fram í skaldsøguni. Smitta fer sum streymur ígjøgnum alla bókina. Bæði útvortis og innvortis. Smittan er í líka stóran mun sálarlig sum kropslig. Hon er mark millum lív og deyða, og kemur hon fólki í nánd, eru tey ikki tey somu aftaná.

Høvundurin lýsir sjúkuna sum tað holdgjørda stríð ímillum lívsins og deyðans maktir í sinninum. Í endanum doyr Sigrið, og Páll fylgir kistuni úr dalinum og út í heimin. Kærleikin vinnur á deyðanum.


Fullveldi

Tann seinasti triðingurin ger meira burtur úr teimum tuberklasjúku enn bókin annars - tey koma longri fram á pallin - og tá kemur eisini eitt sindur av futti í. Tann danski læknin stýrir sjúkrahúsinum við harðari hond, og tilveran hjá kvinnum og monnum gerst meiri og meiri avmarkað. Tey mugu ikki vitja hvørt annað, og maturin er bara tungar danskar steikir við brúnari sós,

men nú vilja sjúklingarnir ikki longur finna seg í tí. Teir gera uppreistur, øsa læknan, so hann rýmir oman í býin og taka síðani yvir.

Nú gera tey í nakrar tímar, sum tey vilja. Mala inni hjá hvørjum øðrum, spýta har tey hava hug, og fáa føroyskan mat og ikki týskar klumpar og franska sós. Afturvið syngja tey føðilandssangir um at ráða sær sjálvum.

Hendingagongdin er rættiliga rósureyð, og í hesum fullveldistíðum fær lesarin varhugan av, at læknin umboðar Danmark og sjúklingarnir Føroyar. So leingi læknin avger hvat og hvussu, er alt dapurt, men tá ið sjúklingarnir sjálvir sleppa at gera av, hvat ið teir skulu ella ikki, tá valdar tann bjarta vónin.

Páll hugsar við sær sjálvum, at kanska hevur onkur bara funnið upp á smittuna, og at hon er horvin saman við læknanum. Alt er betri uttan tann danska læknan, og sjúklingarnir eru ikki longur bara sjúklingar: "Páll sá tað: Tey vóru fólk". Her manglar bara eitt framman fyri fólk, so er tann politiska hugsjónin fullsøgd. Og nú fer ein av sjúklingunum á stovugongd: "Tað stóð sum ein glæma aftan fyri Gudmund, kám innivið, ljósari útfrá". Jú, men er hetta ikki tann føroyski Jesus? Og hann dugir at tosa við fólk - og síðani geva Páll og Sigrið teimum turran fisk!!!

Antin er hetta eitt fullveldis-líknilsi, ella er tað eg sum síggi trøll á alljósum degi. Og nú vit tosa um trøll, so er tað nettupp "Skrímslið", sum verður kvøðið, tá ið læknin út á kvøldið kemur aftur við trimum politistum.


Lyrikarin, ið skrivar prosa

Tað eru meira enn so góðar lýsingar í "Dalinum fagra", men høvundurin tykist at hava viljað ov nógv. Hann hevur um somu tíð viljað sagt søguna hjá Pálli og hana hjá tuberklunum, bæði upp á kropp og sál, men ein heild kemur ikki burturúr, tí tað verða gjørd so nógv burturvik. Spurningurin er, um Gunnar Hoydal ikki er lyrikarin, ið skrivar prosa og tí er sterkastur í tí støku myndini, meðan tann episki streymurin hevur hug at hvørva. "Dalurin fagri" er ein merkisverd roynd, sum ongantíð rættiliga fer á flog.