Seðil til sølu

Ein hvalbiardama eigur 100-krónuseðil við ongari undirskrift. Savnari hevur longu latið frætta frá sær

Tveyogtjúgu ára gamla hvalbiardaman, Steinvør Olsen, ið er búsitandi í Tórshavn, eigur pengar sum fá. Talan er um ein ófullfíggjaðan 100-krónuseðil , sum eftir øllum at døma er nógv virðismiklari, enn áljóðandi virðið.


Nakrar vikur eru farnar síðan seðilin kom í hendurnar á Steinvør. Hon minnist ikki um hon fekk hann úr bankanum ella frá pabba, sum hon tekur til.


? Eg plagdi at brúka pengar; ikki hyggja at teimum!


? Hesin seðilin varð kortini lagdur til viks eina tíð, og tá eg tók hann aftur varnaðist eg, at undirskriftirnar hjá løgmanni og ríkisumboði vantaðu, sigur Steinvør, sum fór í bankan við seðlinum at tryggja sær, at hann ikki var falskur.


Í Føroya Banka bóðu tey Steinvør fara oman til ríkisumboðið at býta seðilin um við ein undirskrivaðan, men onkur annar ráddi henni til at taka seðilin við sær heim, tí hann skuldi vera verdur væl meira enn 100 krónur. Hon so gjørdi, men tá vit vendu okkum til Steinvør hevði hon ikki enn fingið nakra ábending um virðið á sera snøgga seðlinum


»Eg bjóði 900?«


Sosialurin setti seg síðan í samband við Eyðálv Gulklett, skrivara í Føroya Myntsavnarafelagi, og hann bjóðaði sjálvur upp á seðilin alt fyri eitt.


? Eg vil fegin lata Steinvør 900 krónur fyri seðilin, er hann heilur og snøggur, segði hann.


Mynt- og seðlasavnarin visti at siga, at í savnaraumhvørvinum, verða ófullfíggjaðir seðlar í roynd og veru ikki mettir at vera seðlar. Í prinsippinum er virðið á teimum 0 krónur.


? Hvørja ferð nýggir seðlar fara í umfar eru onkrir, ið ikki eru undirskrivaðir. Í 1978 vóru t.d. serliga nógvir ófullfíggjaðir seðlar gjørdir og tað er sjálvandi stuttligt at eiga ein slíkan, sigur Eyðálvur Gulklett, sum ikki kennir nakran savnara, ið miðvíst leggur eftir slíkum pengaseðlum.


Hóast 900 krónur nú eru bodnar fyri seðilin, ætlar Steinvør Olsen ikki at selja alt fyri eitt.


? Eg bíði sjálvandi. Kanska onkur bjóðar meira?