Hósdagin 23. september boðaðið løgtingsformaðurin tinginum frá fyrispurningi frá Andriasi Petersen, varamanni á tingi fyri Dan R. Petersen. Fyrispurningurin var stílaður til Eyðun Elttør, landsstýrismann í umhvørvismálum, og snúi hann seg um útbyggingarætlaniniar, Eiði 3 og Eiði 4, hjá SEV.
Í tingfundi seinnapartin í gjár svaraði Eyðun Elttør fyrispurninginum, ið innibar sjey spurningar.
Hildið seg til loyvið
Í fyrsts spurninginum varð spurt, um landsstýrismaðurin veit, um SEV hevur hildið seg til loyvið til Eiði 3 frá 1983.
Til hendan spurningin svaraði landsstýrismaðurin, at um spyrjarin sipar til økið, ið Eiði 3 fevndi um, so hevur landsstýrismaðurin skilt, málið soleiðis, at Vesturdalur ikki var partur av upprunaligu Eiði 3 ætlanini.
Men sipar orðingin til loyvistreytirnar, so hevur yvirfriðingarnevndin í úrskurði frá 2. juli 1999 staðfest, at ikki allar treytir í 1983 úrskurðinum eru loknar enn. Her er talan um treytirnar 4 - 8. Men víst verður í sama sambandi á, at SEV hevur givið frágreiðing um orsøkirnar til, at so er, og hevur yvirfriðingarnevndin síðani mælt til, at SEV lýkur hesar treytir.
Landsstýrismaðurin greiddi frá, at SEV ásannar at Vesturdalur ikki var við í upprunaligu Eiði 3 ætlanini, og søkti felagið tí við brævi dagfestum 12. januar 199 um loyvi til framhaldandi vatnorkuútbygging í Eysturoynni. Hann vísti somuleiðis á, at Friðingarnevndin fyri Eysturoyar Sýslu gekk umsóknini hjá SEV á møti 18. februar 1999, og varð avgerðin staðfest av yvirfriðingarnevndini 2. juli 1999.
SEV skal gjalda
Í øðrum spurningi verður spurt, um landsstýrismaðurin veit, um SEV hevur hildið tær treytir, sum vórðu álagdar SEV í sambandi við Eiði 3 ætlanina, og um tær ikki eru hildnar, vil Andrias Petersen hava at vita, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera fyri, at tær skulu verða hildnar.
Til hetta svaraði landsstýrismaðurin, at í úrskurðinum frá yvirfriðingarnevndini frá 30. desember 1983 verða ymsar treytir settar í sambandi við Eiði 3 ætlanina. Hann segði, at í sambandi við umsóknina um loyvi til núverandi verkætlan (Vesturdal), hevur SEV við brævi dagfestum 29. juni 1999 greitt yvirfriðingarnevndini frá, hvussu og í hvønn mun ymsu treytirnar eru hildnar.
Síðani greiddi landsstýrismaðurin frá oman fyri nevnda úrskurðinum frá 2. juli 1999, har yvirfriðingarnevndin sigur, at allar treytir ikki eru loknar enn.
Men landsstýrismaðurin vísti á, at fleiri av treytunum frá 1983 einki hava við verandi útbygging at gera, men at punkt 8 í 1983 úrskurðinum áleggur SEV at bera kostnaðin av framhaldandi lívfrøðiligum kanningum av Funningsfirði.
Síðani greiddi landsstýrismaðurin frá, at eftir hansara tykki, átti støða at takast til, hvør skal gera hesar kanningar og nær. Hann vísti á, at kanningin sjávsagt skal vera so objektiv og óvildug, sum til ber, og mælir hann til samarbeiði við útlendskar stovnar á økinum.
Tøð ikki skolast burtur
Í triðja spurningi varð spurt, um landsstýrismaðurin metir tað vera rímiligt, at ein stórur partur av vatninum millum Fjarða verður burturleiddur, tá havandi er í huga, at hetta er landbúnaðarøki burturav, og at hetta kemur at skapa stórar trupulleikar viðvíkjandi tæðing hjá landbúnaðinum í økinum.
Landsstýrismaðurin ásannaði, at tað undir ávísum umstøðum kann vera óheppið, um stórir partar av vatninum verða tiknir úr einum øki. Men hann vísti á, at yvirfriðingarnevndin hevur havt umstøðurnar í huga, tá avgerð varð tikin um málið 2. juli 1999, og segði hann, at upplýst er, at talan verður ikki um at leiða alt vatn burtur.
Harafturat vísti landsstýrismaðurin á, at tað ikki er nøkur góð grundgeving, tá ført verður fram, at um áin verður turr, verður hetta til stóran ampa fyri landbúnaðin, ið ikki sleppur at skola tøð burtur. Tí umhvørvisreglur siga nevniliga, at taðast skal soleiðis, at hetta ikki elvir til dálking av áum ella er til ampa fyri fólk, ið búgva nærhendis.
Verður ikki turrlagt
Í fjórða spurningi varð spurt, um landsstýrið metir tað vera rætt út frá einum vistfrøðiligum og rekreativum sjónarmiði, at meginparturin av økinum millum Fjarða verður turrlagt.
Men í hesum sambandi svarðai landsstýrismaðurin, at hann roknar við, at loyvið frá yvirfriðingarnevndini er givið út frá teirri fyritrey, at meginparturin av økinum ikki verður turrlagdur.
Áttu havt kannað
Til spurningin, um landsstýrismaðurin heldur tað vera rætt, at arbeiðið at leiða vant burtur verður gjørt áðrenn kanningar eru framdar, svaraði hann, at tað helt hann ikki. Tí vísti hann á, at kanningar eiga at verða gjørdar áðrenn arbeiðið við Vesturdalsá byrjar.
Mótmælini onga ávirkan
í sætta spurnigi varð spurt, um mótmælini frá hagaánarunum hava havt ávirkan á avgerð landsstýrismannsins. Men í hesum spurngi vísti landsstýrismaðurin á, at avgerðirnar hjá yvirfriðingarnevndini eru endaligar.
Gegni
í sjeynda spurnigi varðr spurt, um landsstýrismaðurin metir, at gegnið hjá limunum í yvirfriðingarnevndini er í lagi.
Til hetta svaraði hann, at yvirfriðingarnevndin tekur egnar og endaligar avgerðir samsvarandi lógini um náttúrufriðing. Hon er ikki tilmælandi myndugleiki. Men landsstýrismaðurin metir tað ikki liggja til sítt málsøki, at meta um gegnið hjá hesi nevnd.