Eiga ikki at óttast nýggjar jarðskjálvtar við Føroyar

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein jarðskjálvti máldur í føroyskum øki. Hetta hendi 29. september á Lúsabanka. Bert eina ferð áður, tað man veit um, hevur jarðskjálvti verið í Føroyum. Hetta var í Vági í 1967. Tann jarðskjálvtin var so tætt at bygdum øki, at ristingarnar merktust væl. Vit eiga ikki at óttast nýggjar jarðskjálvar og heldur fær tað avleiðing fyri komandi oljuleiting heldur leiðslan á Jarðfrøðissavninum

Um onkur heldur tað man vera steindeytt á Jarðfrøðissavninum, so fer hann skeivur. Komandi oljuleiting við Føroyar hevur við sær nógv og lívligt virksemi á hesum stovni, ið hevur ein rættiliga týðandi og sentralan leiklut í tí útbjóðing, sum í næstum fer at verða umrødd á løgtingi og í miðlunum. Harumframt eru tey á Jarðfrøðissavninum sera spent um tað, sum hendir í undirgrundini, og her verður hugsað um broytingar so sum jarðskjálvtar.

Vanliga plaga vit ikki at knýta jarðskjálvtar og eina livandi undirgrund at Føroyum. Í hvussu ikki í nýggjari tíð. Hetta er nakað vit bara hoyra um hendir aðrastaðni. Men nú hava vit so fingið prógv fyri, at eisini um okkara leiðir eru ristingar í undirgrundini. Hetta hevur møguliga altíð verið so, men av tí at vit ongi mátitól hava havt í Før-oy-um eru heldur ongar ristingar máldar. Til fyri nýliga. Tann 29. september slapp nýggja mátitólið á Húsareyni at royna seg fyri fyrstu ferð. Mátarin máldi ristingar á Lúsabanka í ein útsynning úr Føroyum. Talan var um ein minni jarðskjálvta uppá 3,0. Episentrið, tvs. sjálv kjarnan í skjálvtanum var 17 kilometrar undir havbotninum. Skjálvtin varð eisini máldur í sjey ymsum plássum í Onglandi, Orknoyggjunum og Hebridunum.

Á Jarðfrøðissavninum hava tey ilt við at goyma ?gleðina? um hetta ?nýggja? fyribrigdið í tí annars ?steindeyðu? føroysku undirgrundini. Slíkar ristingar eru áhugaverdar, tí tær kunnu siga okkum nakað um undirgrundina fyrr og kanska eisini í framtíðini. Allar broytingar kunnu geva okkum nýggja vitan.


Eingin vandi

Er nakar vandi á ferð fyri fólk og fæ spurdu vit stjóran á Jarðfrøðissavninum, Martin Heinesen - og kann staðfestingin av slíkum ristingum fáa óhepnar avleiðingar fyri eina komandi oljuleiting?

-Man kann sjálvandi ikki siga nakað við 100% vissu, men eg haldi ikki, at føroyingar bráddliga skulu fara at kenna seg ótryggar og ímynda sær komandi skjálvtar sum teir vit hoyra um í øðrum londum. Heldur ikki haldi eg, at oljufeløg og umhvørvismyndugleikar skulu kenna hetta sum nakra hóttan.

Heri Ziska sigur seg tora at lova fólki, at tað fara ikki at koma jarðskjálvtar í Føroyum, sum skaði fer at standast av.

Hvat oljuleiting viðvíkur so heldur Martin Heinesen ikki, at hetta kann koma at skaða nakað.

Martin Heinesen og Heri Ziska, ið báðir eru fakfólk á økinum, hava harafturímóti seinastu og fyrstu mátingina av einum jarðskjálvta við Føroyar hava stóran vísindaligan týdning. Hetta eru týðandi upplýsingar hjá teimum, sum dagliga arbeiða við at kannna føroysku undirgrundina. Hevði Jóannes Rasmussen, sáli livað, so høvdu útslagið á mátaranum á Húsareyni verið kærkomið, tí tað hevði kunnað givið honum nýggjar upplýsingar at arbeiða við. Neyvan nakar føroyingar mundi vitað so nógv um føroysku undirgrundina sum nettupp Jóannes Rasmussen. Tá ristingarnar vóru í Vági setti hann seg í samband við mátarastøðir í grannalondum okkara fyri at vita, um tær høvdu mált ristingarnar í Vági. Men har vísti tað seg, at tað hevði verið rættiliga friðarligt. Ristingarnar í Vági stavaðu eisini frá einum skjálvta, ið var ovarliga í jarðskorpuni. Teir sterku skjálvtarnir eru oftast sera djúpt niðri. Eftir skjálvtan í Vági vóru ynski frammi um at vita, hvat veruliga fór fram og síðani tá hevur tað verið eitt ynski hjá Jarðfrøðissavninum at fáa sett upp mátarar í Føroyum.

Tað er Heri Ziska, sum stendur fyri hesum partin-um av arbeiðinum á Jarðfrøðissavninum. Hann er útbúgvin geofysikari, og tí eru ristingarnar á Lúsabanka nakað, sum hann eisini kann arbeiða við.

-Hetta er ótrúliga spennandi, tí hetta er fyrstu ferð, at jarðristingar eru máldar við Føroyar sigur hann men vísir á, at tað menn vita um, so hava ristingar verið eina ferð áður. Tað var í 1967, at undirlendið í Vági og har í nánd risti so mikið, at fólk gjørdust rættiliga kløkk og bangin. Tá varð nógv gitt um, hvat hetta mundi vera fyri nakað. Onkur gitti, at ristingarnar kanska mundu stava frá seismikkskjóting. Tá brúktu seismikkskipini nevniliga dynamitt í sínum arbeiði. Eisini varð gitt, at ristingarnar stavaðu frá omanlopum í undirgrundini - at grót kanska ruddið oman í op í undigrundini. Ein íslendskur jarðfrøðingar, sum kom til Føroya fyri at kanna fyribrigdið, metti tó, at her mundi vera talan um ein jarðskjálvta. Ristingarnar merktust so væl, tí skjálvtin var serliga grunnur, episentrið varð bert góðan kilometur niðri í undirgrundini. Mett verður, at tann skjálvtin hevur havt eina styrki uppá 2,2. Sjálvur máldi íslendingurin eina risting uppá 1,0.


Kann søguligt tilfar

Á Jarðfrøðissavninum hava tey sett fólk at kanna søguligt tilfar eitt nú í bløðunum, um ristingar hava verið í Føroyum fyrr. Tað er Tina Mikkelsen, sum tekur sær av hesi uppgávuni og hon sigur, at enn er hon ikki komin fram á nakað, sum bendir á, at tað hava verið jarðskjálvtar í Føroyum í søguligari tíð - við undantaki av ristingunum í Suðuroynni fyri meira enn 30 árum síðani. Hon hevði annars verið fegin, um fólk, sum hava hoyrt søgur um ristingar fyrr í tíðini, vilja seta seg í samband við seg. Telefonin er 312306.

Jarðfrøðissavnið samstarvar annars við almenna bretska jarðfrøðiliga kanningarstovnin, ?British Geological Survey?. Har eru tey komin nakað áleiðis við tí projektinum, men enn eru eingi tekin til ristingar fyri 1967.

Ætlanin er at seta upp fýra mátarar aftrat kring Føroyar. Hesir verða í Froðba, Sørvági, Haldarsvík og í Svínoy. Tað er m.a. GEM-verkætlanin, sum hevur latið stuðul til uppsetingina av mátarunum. Henda verkætlan er eitt samstarv millum oljufeløg og føroyskar myndugleikar undan fyrstu boringunum á føroyska landgrunninum. Martin Heinesen sigur, at tað hevur týdning fyri oljufeløgini at fáa so neyva vitan um føroysku undirgrundina sum til ber, áðrenn tey seta borin í. Og í hesum sambandi hevur tað eisini stóran áhuga at vita, um jarðskjálvtar eru í undirgrundini. Oljufeløgini skulu meta um ymisk viðurskifti, eitt nú stabiltet á botni. Tí mugu tey eisini gera ymiskar kanningar frammanundan fyri at kunna kenna viðurskiftini so gott sum gjørligt.


Neyvan avleiðing fyri boring

-Tær ristingarnar, sum talan er um, fara neyvan at fáa nakra sum helst avleiðing fyri ætlaninar at leita eftir olju her hjá okkum, men tað er gott at hava hesa vitan, tí hon kann verða hent í øðrum samanhangi eisini, tvs. í tí at kunna skilja alla jarðfrøðina um hesar leiðir. Tað er gott at hava dokumentatión fyri tí, sum veruliga kann henda her. Man sær annars úti á hellingini, at tað leysa tilfarið er rutt niður. Hvussu oftani hetta hendir og hvør orsøkin er, er eisini nakað, sum man kannar. Alt hetta er nakað, sum verður tikið við í metingunum, tá gjørt verður av, hvar ein borur verður settur í.

Leiðarin av Jarðfrøðissavninum heldur tað annars vísindaliga vera áhugavert at vita, hvussu jørðin er skrúvað saman, hvussu hon arbeiðir og hvat hendir. Jarðskjálvtamátarar eru týdningarmikið lið í hesum.