askip í mesta lagi kunnu fiska 4% av síni strandalandskvotu í føroyskum sjógvi. Tað merkir, at um heildarveiðan av svartkjafti verður 1,5 miljónir tons, kunnu norðmenn fiska út við 60.000 tons í føroyskum [...] at Noreg átti at fingið eina nøktandi atgongd í føroyskum sjógvi at veiða svartkjaft á sama hátt, sum landið hevur rokkið mótvegis ES. - Tilboðið úr Føroyum lá alla tíðina langt niðanfyri norska kravið [...] føroyskum sjógvi í ár. Betri avtala - Norges Fiskarlag fer framhaldandi at royna at fáa eina betri svartkjaftaavtalu í lag við Føroyar, sigur formaðurin, Reidar Nilsen við NTB.
Petersen handaði á EOC aðalfundinum í Dublin um vikuskiftið Fyrra nálin varð latin Karl Christian Koch, stjóra í Danska Ítróttasambandinum, sum tøkk fyri gott samstarv og hjálp í nógv ár. Karl Christian hevur [...] starvsfólki í Danska Ítróttasambandinum stuðlað Ítróttasambandi Føroya í royndunum at vinna alsamt fleiri altjóða limaskapir. Tað er óvanligt, at slíkur heiður verður sýndur útlendingum, men í hesum føri [...] hevur saman við umsitingini hjá Danska Ítróttasambandinum annars víst Føroyum stóra vælvild og hjálpsemi á øllum økjum. Seinnu nálina fekk Jesper Frigast Larsen, elitustjóri hjá Danska Ítróttasambandinum,
sum tónleikurin hevur í okkara samfelagi. Tí er tað ikki meira enn rímiligt, at føroyska tónleikalívið fær tann heiður, sum tað hevur uppiborið. Planet.fo og Sosialurin fara síðst í januar mánað næsta ár [...] tiltaki, sum verður hildið á Hotel Føroyum. Virðislønir verða lætnar fyri bestu útgávu, besta bólk, besta sangara, bestu songkvinnu, besta útlendska bólk og besta nýggja bólk í 2005. Harafturat verður eisini [...] hevur avrikað nakað serligt í føroyskum tónleiki gjøgnum árini. Dómsnevnd og almenningur gera av Ein serlig dómsnevnd við fimm persónum fer at tilnevna bólkar og tónleikarar í teimum ymsu greinunum, og síðani
dygd í sjálvbodna varðveitingararbeiðinum. Tað er hetta, sum havt verður í huga, nú tað verður farið undir at fyrireika eitt felag fyri Føroysk Træseglskip, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi í dag. [...] ir siga, at varðveitingarhugurin er stórur, men at enn eru ongar skipanir í Føroyum, ið stuðlað slíkum arbeiði. Mangastaðni í Skandinaviu eru skipanir, ið skipa samstarv millum mynduleikar og tey, ið fáast [...] Arbeitt verður við einari ætlann at stovna eitt áhugafelag fyri føroysk træseglskip á Sjómannadegnum í Klaksvík næsta vikuskiftið. Á samkomu, sum verður á Klaksvíkar Sjómansskúla leygardagin, fara manningar
eingin munur á teimum svøltandi í afrikanska landinum Niger og á teimum mongu í USA, sum hava mist alt, tey áttu eftir ódnina Katrinu. Tað kann Reyði Krossur í Føroyum í øllum førum staðfesta, nú tey hava [...] pening. Í Niger er serligur tørvur á peningi at gjalda mat fyri júst nú. Væntast kann hinvegin, at um nakrar mánaðir fer heystingin at geva nakað av mati. - Tí hava vit aftur sent 50.000 kr., ella í alt 100 [...] 100.000 kr. til neyðhjálpina í Niger og har um leiðir, sigur Reyði Krossur. Peningin til USA hevur felagsskapurin sent umvegis Dansk Røde Kors.
Guttesen Valevni Tjóðveldisflokksins á Fólkating ??????? Fullur limaskapur í norðurlandaráðnum er vágskálin har okkara sjálvsavgerðarrættur í altjóða høpi verður vigaður, har okkara førleiki og rættur til altjóða [...] einsamallur og verjir borg. Føroya løgting stóð saman um, at krevja fullan limaskap í norðurlandaráðnum. Vit skulu út í heim, vit vilja nærkast okkara brøðratjóðum, og vilja samstarv á jøvnum føti og uttan [...] føroyinga á Fólkatingi, og virksemi í Norðuratlandsbólkinum er skýrt verða stórsta nýbrot á fólkatingið, farnu setuna. Og virðingin skapt fyri norðuratlandsbólkinum skal nýtast í strembanini eftir, at fáa virðing
Sunnumorgunin varð Hummer limosinan hjá byin.fo steðgað av løgregluni í Gøtudali. Hóast limosinan hevur verið í Føroyum í góðar tvær vikur, hava ánararnir ikki skrásett hana. Hon koyrdi við týskum nummarplátum [...] var flutt inn í landið uttanum Toll og Skattstovuna og Aktstovuna. Hetta merkir, at hon hvørki var góðkend, tryggjað ella rindaði vegskatt ella onnur avgjøld. Kanningar verða nú gjørdar í málinum fyri at [...] Løgreglustøðini. Av Akstovuni verður sagt, karmurin fyri revsing í málum av hesum slag er frá sekt, hefti og upp til 2 ára fongsul, sambært § 25 í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald
týsdagin: Mánadagin upp í stívt andøvsgul av vestri og ælingur. Hitin upp í 13 stig. Týsdagin minni vindur av útnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst, [...] vindin upp í ein strúk av suðri. Yvirhøvur turt og sólglottar, men mjørkaflókar. Hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið sunnudagin: Um morgunin andøvsgul upp í ein strúk av suðri og regn, men fyrrapartin støkkur [...] brúgvalag við Føroyar fer spakuliga norðureftir. Í dag: Lágtrýstið við Hetland fer eystureftir og dýpist. Ein hátrýstryggur sunnan fyri Ísland verður yvir Føroyum leygarmorgunin.
komandi samdøgur. Í dag: Lágtrýstið sunnan fyri Írland grynnist spakuliga. Hátrýstið yvir Atlantshavinum stendur mestsum í stað og viknar. Ein veikur hátrýstryggur til Íslands verður yvir Føroyum fríggjakvøldið [...] Veðrið í dag: Andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landnyrðingi og regn av og á. Um kvøldið minni vindur og væntandi turt. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið fríggjadagin: Gul til stívt andøvsgul av [...] Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar, men mjørki í støðum. Hitin millum 9 og 13 stig. Í gjár: Eitt stormlágtrýst, 953 hPa. vestan fyri Biscaya fer spakuliga móti Írlandi
ein sannroynd, at støðan hjá kvinnufótbóltinum í Føroyum ikki er tann besta. Fleiri av teimum stóru feløgunum í landinum, so sum HB, NSÍ og ÍF, sum annars í fleiri ár vóru við til at mynda kvinnufótbóltin [...] kappingin seinnu árini hevur verið rættuliga einsporað, tí at kvinnurnar hjá KÍ nú í fleiri ár hava verið fullkomiliga einaráðandi í føroyskum kvinnufótbólti. Omanfyrinevndu veruleikar hava óivað verið við til [...] um. Formaðurin í kvinnunevndini hjá Fótbóltssambandinum, Karl Vidtfeldt, fer at taka samanum farna kappingarár, og landsliðsvenjarin, Álvur Hansen, fer at tosa um komandi kappingarár. Í skrivi til feløgini