Hjálp: Fyri føroyingar er eingin munur á teimum svøltandi í afrikanska landinum Niger og á teimum mongu í USA, sum hava mist alt, tey áttu eftir ódnina Katrinu.
Tað kann Reyði Krossur í Føroyum í øllum førum staðfesta, nú tey hava gjørt upp fyri tann innsavnaða peningin til hesi bæði neyðstøddu økini.
- Vit hava higartil fingið hesar gávur, sum er merktar til hetta: Til Nigeru eru innkomnar 19.100 kr, og 3.000 kr. til USA, upplýsir Reyði Krossur.
Hesin peningurin ger eisini mun hjá fólkinum á hesum støðum, men kortini er neyðugt við enn meiri pening.
Í Niger er serligur tørvur á peningi at gjalda mat fyri júst nú. Væntast kann hinvegin, at um nakrar mánaðir fer heystingin at geva nakað av mati.
- Tí hava vit aftur sent 50.000 kr., ella í alt 100.000 kr. til neyðhjálpina í Niger og har um leiðir, sigur Reyði Krossur.
Peningin til USA hevur felagsskapurin sent umvegis Dansk Røde Kors.